mikudagur 11. februar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 29 - 11. februar 2009
Fólkaflokkurin veit ikki
Ølstøðan hjá flokkunum
Tá Tjóðveldi legði upp
skot fyri Ting, sum
skuldi geva rúm fyri,
at føroyingar kunnu
bryggja bæði sterkt øl
og brennivín, var tað
bara Tjóðveldi, sum
tók undir við upp
skotinum. Nú verður
tað Landsstýrið, ið
kemur við uppskot
inum, og tí kann mann
rokna við, at fleiri
atkvøður vera fyri enn
fyri uppskotinum hjá
Tjóðveldi. Tá vóru seks
fyri og 22 vóru ímóti
millum tey 28, sum
vóru á Tingið tann
dagin.
eij.
Sosialurin hevur spurt ymisku formenninar í Tingbólkunum hjá flokkunum á
Tingið, hvussu teirra støða er til uppskotið um at bryggja sterkt øl í Føroyum
Sambandsflokkurin
ósamdur
– Vit hava viðgjørt málið í
flokkinum, men vit eru
ikki komnir til nakra
endaliga støðu enn, sigur
Jákup Mikkelsen, formaður
í Tingbólkinum. Hann
sigur somuleiðis, at
flokkurin ikki sigur nakað
sum helst fyrr enn, hann
hevur viðgjørt málið væl
og virðiliga.
– Tað verður ikki fyrr
enn í komandi viku, at vit
taka støðu til málið, so eg
kann onki siga, sigur Jákup
Mikkelsen. Sum heldur
ikki vil koma við nøkrum
ábendingum.
Hóast Sambandsflokkurin
hevur viðgjørt málið um
at bryggja sterkt øl í Før
oyum, so vil Alfred Olsen,
formaður í Tingbólkinum,
ikki koma við nakrari
samlaðari niðurstøðu hjá
flokkinum.
– Vit hava viðgjørt mál
ið, men tað er ikki avgreitt,
sigur Alfred Olsen. Hann
leggur tó afturat, at hann
sjálvur er ímóti.
Vanliga plagar flokkurin
hjá einum landsstýris
manni at vera sera posi
tivur, tá landsstýrismað
urin kemur við einum upp
skotið. Tað er eftir øllum
at døma ikki vist.
– Tað er als ikki vist, at
hetta málið kemur fyri
Ting. Vit mugu viðgera
tað gjøllari, og so finna
vit útav tí, sigur Alfred
Olsen.
Spurdur um tað kann
hugsast, at tað verður ein
ósamdur Sambandsflokk
ur, sum fer at atkvøða,
sigur Alfred Olsen.
– Tað kann alt hugsast.
Tí kann tað meira enn
so henda seg, at Sambands
flokkurin verður ósamdur,
tá trýstast skal á knøtt
arnar, um at geva loyvi til
at bryggja sterkt øl.
Tjóðveldi er fyri
Størsti andstøðuflokkurin
á Løgtingi fer at siga ja, tá
uppskotið um at bryggja
sterkt øl kemur endaliga á
borðið á Tingið.
– Hetta er eitt reint
vinnupolitiskt mál. Tað,
sum verður selt í Føroyum,
má eisini hava loyvi til at
vera gjørt í Føroyum,
sigur
Sjúrður
Skaale,
formaður í Tingbólkinum
hjá Tjóðveldi. Hann sigur
somuleiðis, at flokkurin
heldur tað vera løgið, at
mann skal vera ímóti
vinnuskapandi lógum.
Eitt argument ímóti at
bryggja sterkt øl, eru sosi
alu fylgjurnar. Tó metir
Tjóðveldi, at uppskotið
ikki fer at ávirka hetta.
– Tá vit tosa um fyri
byrgjandi tiltøk, so kemur
hetta ikki at ávirka. Tað,
sum hevur nakað at siga,
er atkomumøguleiki og
prísur. Hetta uppskot fer
ikki at ávirka hesi, sigur
Sjúrður Skaale.
Tjóðveldi
legði
fyri
nøkrum mánaðum síðani
eitt uppskot um at loyva
virkjum at bryggja øll sløg
av sterkum løgi, sum fall.
Jenis av Rana, formaður í
Tingbólkinum, er sannførd
ur um, at flokkurin fer at
siga nei til uppskotið, um at
bryggja sterkt øl. Hann fer
enntá so langt at siga, at
stóð tað til hansara, so var
onki øl í Føroyum.
– Hesin løgur hevur niður
brotið mentanina hjá okk
um. Vit síggja nógv fólk
við andstygd fyri føroyska
dansinum, tí tað fyrr var so
nógv brennivín blandað
uppí. Hugsa eisini um allar
faðir og moðirloysingarnar,
sum ikki høvdu verið tað,
um onki spiritus var, sigur
Jenis av Rana. Hann leggur
afturat, at um spiritus varð
uppfunnið í dag, so hevði
tað á ongan hátt verið loyvt
nakrastaðni, og tí skal tað
burtur.
Miðflokkurin vil hinvegin
Tá uppskotið frá Tjóðveldi
var fyri í desemburmánaði,
var
Sjálvstýrisflokkurin
ímóti, og tað verður hann
eftir øllum at døma eisini
nú.
– Vit plaga ikki at broyta
støðu frá degi til dags, men
eg haldi tað vera løgið at
úttala seg um eitt uppskot,
ið als ikki er viðgjørt, sigur
Kári P. Højgaard, formaður
í Tingbólkinum.
Hann sigur somuleiðis, at
Sjálvstýrisflokkurin plagar
at finna breiðar semjur í
flokkinum, og tí verður tað
ein samdur flokkur, ið fer at
trýsta.
Sjálvsstýrisflokkurin
sigur helst nei
Andreas Petersen hevur
virkað sum formaður í
Tingbólkinum hjá Javnaðar
flokkinum seinastu dag
arnar, tí John Johannesen er
uttanlands.
– Vit avgera sjálv, hvat
vit trýsta á. Vit eru eitt sind
ur ósamd í flokkinum, og tí
hava vit avgjørt, at hvør ein
stakur skal fylgja síni sann
føring, sigur Andreas Peter
sen. Hann leggur afturat, at
tað ikki er nakað serstakt,
ið ger, at flokkurin er ósamd
ur, men heldur støðan til
sterkan løg sum heild.
Javnaðarflokkurin
fylgir sannføringini
Svøríki lækkar rentuna
Í Svøríki hevur tjóðbankin lækkað rentuna úr tveimum í eitt
prosent. Avgerðin kom púra óvart á marknaðin, sum hevði
væntað, at svenska rentan fór at lækka í mesta lagi eitt hálvt
prosentstig niður í 1,5 prosent. Men sambært Blooomberg
News er hetta ikki fyrstu ferð, at svenski tjóðbankin ger
okkurt, sum marknaðurin ikki hevði væntað. Millum annað
kom tað óvart á marknaðin, tá svenska rentan lækkaði 1,75
prosentstig í desember. Svenska rentan er nú tann lægsta á
okkara leiðum. Í Danmark er hon trý prosent og í
evrulondunum tvey prosent.
Al-Qaeda ávarar India
Mustafa Abu alYasid, sum verður hildin at vera ein av
teimum ovastu leiðarunum í yvirgangsfelagsskapinum
alQaeda, sigur á einum sjónbandi, at India kann vænta
fleiri atsóknir av sama slagi sum hana í Mumbai í
november. Á sjónbandinum sigur hjann, at India
sleppur at rinda ein høgan prís, um landið ger av at
leypa á Pakistan. Indiska stjórnin hevur sagt, at
álopsmenninir í Mumbai komu úr Pakistan, og at teir
fingu stuðul har. Tað seinna hevur pakistanska stjórnin
avsannað.