Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2009 Skipið, sum er heima­ hoyrandi í Vági, hevur ikki verið til fiskiskap síðan í fjør vár, men hevur fiskiloyvi Søla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í bløðunum um dagarnar verður djúpvatnstrolarin Roc Amadour lýstur á tving­ silssølu, sum sambært lýs­ ingini verður í Føroya Fútarætti 14. apríl í ár. Tað er Óla Jákup Kristoff­ ersen, advokatur, sum starv­ ast hjá Advokatskrivstovuni, ið hevur umbiðið tvingsils­ søluna. Í lýsingini framgongur ikki, hvør hevur umbiðið søluna, men útgerðarmað­ urin í Vági, Hallur Fríði Augustinussen, sigur, at sølan er umbiðin av Realin­ um. Upplýst verður í lýsingini, at fyrireikandi tvingsils­ sølufundur er ásettur at verða á Dómaraskrivstovuni 24. mars, og tá verða tey, sum meta seg at hava krøv í skipinum, innkallað til fund­ ar. Tey, sum hava áhuga fyri skipinum, kunnu síggja søluuppstilling og onnur skjøl í sambandi við tving­ silssøluna við at venda sær til Føroya Fútarætt. Avtala kann eisini gerast við advokatin, sum hevur umbiðið tvingsilssøluna, um at síggja skipið, sum liggur í Vági. Eisini Phoenix Roc Amadour er annar djúpvatnstrolarin, sum verð­ ur seldur á tvingsilssølu innan fáar mánaðir. Hin 23. november í fjør varð Phoenix, sum P/F Reið­ aravirki Phoenix á Tvøroyri átti, eisini seldur í Føroya Fútarætti. Føroya Banki keypti djúp­ vatnstrolaran og er fram­ vegis eigari av skipinum. Hallur Fríði Augustinus­ sen, útgerðarmaður í Vági, sigur, at Roc Amadour hev­ ur fiskiloyvi, nú hann verð­ ur seldur. Útgerðarmaðurin hevur annars ongar viðmerkingar til umbidnu søluna av skip­ inum. Nógvar rottur í Bretlandi Sparingar hjá teimum lokalu myndugleikunum í Bretlandi hava gjørt, at talið á rottum er vaksið sera nógv í seinastuni. BBC sigur, at tey, sum taka sær av at beina fyri rottum, hava meiri at gera nú enn í mong ár, og at tey vórðu boðsend 15 prosent fleiri ferðir í fjør enn árið fyri. Víða um Bretland spara teir kommunalu myndugleikarnir við rusksavningini, og tað hevur givið rottunum góðar umstøður. Tey, sum eru serliga ill um gongdina, siga rotturnar vera enn eina gávu frá Gordon Brown, forsætisráðharra til bretska fólkið. Roc Amadour seljast á tvingsilssølu í apríl Roc Amadour, sum áður kallaðist Boðasteinur og var heimahoyrandi í Fuglafirði, hevur ført størstu ísfiskalast til lands, sum nakrantíð er landað í Føroyum Søga Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá vágbingar á sinnu keyptu Boðastein, sum hann tá kallaðist, frá fuglfirðingum, vóru vónirnar stórar. Tað vóru Helgi Augustinussen, vanliga róptur Hegga, og aðrir, sum keyptu Boðastein. Tá høvdu teir eisini djúp­ vatnstrolaran, Sancy. Boðasteinur gjørdist kend­ ur í føroyskari fiskiveiði sum skipið, ið dugdi at fáa burtur úr búrfiski. Og tað var ikki smávegis av “valuta”, teir førdu til lands, tá fiskiskapurin eftir hesum djúphavsfiski eydn­ aðist best. Mangan verður skrivað um stórar landingar, og við­ hvørt verða landingar sagd­ ar at vera met – antin í nøgd ella søluvirði. Men rættiliga vist er tað, at Boðanes, núverandi Roc Amadour, hevur ført dýr­ astu ísfiskalast til lands, sum nakrantíð er landað í Føroyum. Skipið gjørdi ein lutfals­ liga langan túr, og teir royndu eisini sunnarliga í Atlantarhavinum. Men tá teir landaðu lastina í Føroy­ um – haldi tað var á Tvør­ oyri – seldu teir fyri meira enn 3 miljónir krónur. Tað er Sosialinum kunn­ ugt dýrasta ísfiskalast, sum nakrantíð er landað í Før­ oyum. Tá fuglfirðingar á sinni seldu skipið til Vágs, var Sigurd Simonsen, sum nú er borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, reiðari. Roc Amadour er smíðaður í Dieppe í Fraklandi í 1973, men er umbygdur í 1986. Skipið hevur eisini verið heimahoyrandi á Strondum, og tá kallaðist tað eisini Roc Amadour. Í 1994 keyptu fuglfirðing­ ar skipið og góvu tí navnið, Boðasteinur. Førdi dýrastu ísfiskalastina til lands Smíðistaður/ ár: Frakland/ 1973 Longd: 53 m Breidd: 10,80 m BRT: 708,91 Maskina: ABC Diesel/ 1994 Maskinorka: 2396 HK Eigari: P/F V-Invest Roc Amadour Roc Amadour verður hin næsti djúpvatnstrolarin, sum verður seldur á tvingsilssølu innan stutta tíð. Í november varð Phoenix seldur, og henda trolaran keypti Føroya Banki Mynd: Skipalistin Arbeiða framvegis við Tilhaldinum Arbeitt verður framvegis við málinum um Tilhaldið í Havn, eftir at ein áheitan kom á kommununa um at yvirtaka raksturin. Tórshavnar Kommuna hevði í gjárkvøldið boðið nevndirnar fyri Pensiónistafelagið í Havn, Tilhaldið og Eldraráðið til prát, har eldraøkið í kommununi varð viðgjørt sum heild. Eisini bað kommunan um at fáa ynskini hjá teimum eldru á borðið. ­ Nú eru ynskini komin á borðið, og málið koyrt til umsitingina, har so krónur og oyru verða sett á. Síðan verður tað tikið til politiska viðgerð, sigur Heðin Mortensen, sum eisini leggur afturat, at arbeitt verður í skundi við hesum málinum.