Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 29 • 11. feb. 2009 5. partur Í seinasta parti varð komið inn á vanlukkuna við Ternen, sum kostaði átta ungum monnum lívið. Hetta var bert eitt dømi um, hvussu vandamikið lívið var í Grønlandi. Eg minnist eina aðra hending frá nakað teirri somu tíðini. Eitt norskt skip hevði funnið eina grønlendska jollu, sum varð sett uppá land í Føroyingahavnini. Tað vóru tveir grønlendingar, sum vóru farnir til útróðrar. Men teir vórðu fangaðir í ísinum og sluppu ikki leysir aftur. Teir høvdu telgt í bátin, at nú ætlaðu teir sær at royna at ganga eftir ísinum til lands. Men teir komu ongantíð fram! Henda hending var ikki nakað eindømi. Eg havi greitt frá fleiri dømum um, hvussu veðurlíkindini kundu vera í Grønlandi. Her er eitt annað dømi. Tá ið vit í 1952 vóru í Ravnsoynni, vóru vit til fiskiskap norðan fyri Fiskanes. Eina ferð vóru vit farnir norður eftir um kvøldið uppá at vera burtur í tveir dagar. Vit høvdu verið har norðuri nakað frammanundan og høvdu har funnið eina góða vík, har ein smátta var. Vit fóru so út um morgunin. Tað var gott veður, blika logn og stór alda í sjónum. Hetta er rætta illveðursteknið í Grønlandi. Tað var nakað av fiski at fáa. Vit fingu nøkur hundrað pund. Meðan vit liggja har og fiska, nú dregur eitt stórt skýggj uppá luftina uttan fyri okkum. Meðan vit hyggja eftir hesum, kemur eitt ljós í hvønn endan á skýnum. Tað sá út sum tá ið maður sveisar. Tað stóð soleiðis eina løtu. So fór toran at ganga, og regnið oysti niður. Ongantíð, hvørki fyrr ella seinni, havi eg hoyrt toruna ganga í Grønlandi. So brann hann á við stormi lágt. Tað bleiv av allar ringasta veðri. Tað er soleiðis í Grønlandi, at tá ið hesi illveðursteknini eru, er tað altíð fyri lágætt. Vit fóru so at sigla inn, tað var um eitt korter at sigla. Men so ringt veður var, at vit høvdu úr at gera við at ansa bátinum, at stýra og at pumpa. Vit komu so inn í víkina og fóru so í hesa góðu smáttu. Primus og petroleum høvdu vit altíð við okkum, so vit høvdu tað ikki so galið. Men verri var, at veðrið helt á við sama lag við toruslátti og stormi í tvey og eitt hálvt samdøgur, áðrenn tað linnaði nakað. Men tað var ikki veður at fara at sigla suður í Ravnsoynna. Vit høvdu ongantíð verið í Fiskanesi fyrr, men vit høvdu eina hóming av, á hvørjari oyggj bygdin var. So var farið at leita, tí bæði matur, bensin og petroleum var farið at ganga undan. Vit komu til Fiskanes í øllum góðum. Aftaná vísti tað seg, at vit vóru farnir longstu leið. Vit vóru staddir út fyri norðurendanum á oynni, har bygdin lá. Hetta vistu vit ikki tá. Vit fóru suður um oynna, sum er rættuliga stór. Vit komu sostatt at sigla næstan runt alla oynna, og var hetta rættuliga drúgt. »Hava tit ørindi?« Men vit komu til Fiskanes í øllum góðum og blivu eisini væl móttiknir. Har vóru fleiri fólk niðri á brúnni, tá ið vit løgdu at. Ein maður steig fram og spurdi, um tað var avgjørt neyðugt, at vit komu higar. Pápi mín, sum var formaður á bátinum, helt, at tað var tað, tí at alt var farið at ganga undan hjá okkum. Tá vísti seg, at alt var í lagi. Vit blivu sera væl móttiknir, og tey vóru óføra blíð. Eg skilti ikki fyrr enn aftaná, hví hesin maðurin hevði málborið seg soleiðis. So seint sum í 1952 var Grønland eitt lukkað land. Hetta merkti, at var man ikki nærum í lívsvanda, var ikki loyvi at koma í samband við grønlendingar. Hesin maður vísti seg at vera stak blíður, og hann hjálpti okkum alt hann kundi. Hann var skúlalærari í bygdini og æt Jørgen Petersen. Vit avreiddu so fiskin, sum vit høvdu fingið, áðrenn illveðrið brast á. Tað vóru eisini fleiri, sum tóku eina hond í við okkum og hjálptu at bera fiskin niðan í fiskahúsið. Tað var eingin brúgv tá við fiskahúsið, men ber hella. Nú er hetta sjálvsagt nógv øðrvísi. Vit fingu so keypt mat og petroleum, men tað var verri við bensininum. Tá í tíðini brúktu grønlendingar bara ráoljumotorar. Seinni kom onkur bensinmotorur, men seinni aftur bleiv tað bara diesel. Vit komu so suður aftur í Ravns­ oynna í øllum góðum, og so var tann túrurin av. Norskur trolari á Portugisaraboðan Í 1964 eri eg eisini í Føroyingahavn­ ini. Fiskiskapurin mundi vera á ein­ ari leið, sum hann plagdi at vera til vit koma út í árini 1967­68. Hetta summarið fór ein norskur trolari á Stóraboða ella Portugi­ saraboðan. Hetta var sami boði, sum portugisiska skipið Santa Maria Magdalena fór á, og sum hann tí fekk navn eftir. Hesin trolarin æt Dragaberg og var upprunaliga úr Føroyum. Norðmenn keyptu hann og varð­ veittu navnið. Hetta hendi undir líknandi umstøðum, men tó var ikki mjørki. Hann hevði verið inni á Nordafar í onkrum ørindum. Illveður hevði verið lágt, men tað var blivið fínasta veður. Hetta var um kvøld­ ið, men tað var ljóst, tað var jú summar. Háflóð var eins og tá ið Santa Maria fór. Eg veit ikki, um nøkur roynd varð gjørd at bjarga skipinum, men tað bleiv í hvussu so er standandi á boðanum. Nordafar Anton Petersen: Endin á grønlands­ útróðrinum var syrgiligur Nú eru vit komin til seinasta part av frásøgnini hjá Anton. Útróðrartíðin í Grønlandi fer at halla. Tá hendir eisini ein syrgilig og gátufull hending, nevniliga at ein kvinna hvørvur Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Mathea á útróðri. Her stendur hon við einum stórum toski