mikudagur 11. februar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
12
nr. 29 • 11. feb. 2009
byrjaði at bjarga fiskinum úr
skipinum, men teir hildu uppat.
Eg hoyrdi, at tað komst av tí, at
skipið stóð so illa. Tað er dýpi
beint norðan fyri boðan, og skipið
stóð og rillaði. Tað kundi hvørja
løtu glíða norður av boðanum,
og so kundu fólkaskaði staðist
burturúr, um nakar var umborð.
Hesin boðin var ógvuliga
meinur. Hann lá beint suður úr
Svartaskeri, og ímillum boðan
og Svartasker var siglingin inn til
Føroyingahavnina. Varð siglt ov
sunnaliga á kundi blíva galið.
Sunnan fyri Føroyingahavnina,
nakað sunnan fyri Tre Brødre, var
eitt sker, sum var næstan meinlíkt
Svartaskeri. Landslagið rundan um
minti eisini fyri tí ókunnuga um
landslagið við tað norðara skerið.
Ein føroyskur trolari fór á hetta
skerið og bleiv vrak. Tað hevur
helst verið tíðliga á vári í 1955.
Eg minnist, at tá ið vit vóru á
útróðri og sigldu fram við, sást
forendin á skipinum standa á
skerinum.
Hesin trolarin æt Kópanes og
var úr Vestmanna. Hann skuldi
fiska til Nordafar.
Rituvíkingar høvdu átt hann
áðrenn, tá æt hann Skoraklettur.
Hetta hendi fyrsta túrin, sum
hann kom inn at landa.
Vit byrjaðu við fýra monnum
hetta summarið, men skjótt fór
Manasse av. Hann var ein ungur
grønlendingur, sum hevði verið
við okkum árini frammanundan.
Hann fór við Hans Oliver Høj
gaard og bleiv verðandi við har
eini tvey ella trý ár.
Hetta var í teirri tíðini, tá ið
teimum mongu línubátunum
manglaðu fólk, og teir tóku grøn
lendskar fiskimenn við. Nógvir av
teimum endaðu eisini í Føroyum
og blivu verandi. Mong minnast
enn Emanuel Petersen. Hann var
fleiri ferðir á veg til Grønlands,
men kom aftur hvørja ferð, tí “jeg
kan ikke undvære Færøerne!”
Vit vóru so verandi tríggir menn
við bátinum. Umfram meg sjálvan
vóru vit svágur mín Hjalgrím Peter
sen av Argjum og Símun Joensen
av Tvøroyri. Rebekka Lund av
Fiskanesi var kokkur.
Nú kemur konan
eisini við!
Í 1965 eri eg eisini í Føroyinga
havnini, men hetta summarið
er Mathea, kona mín, við sum
kokkur. Tað var blivið so vanligt
at hava konufólk til kokkar, at vit
blivu samd um at royna tað. Vit
høvdu eisini tann elsta sonin,
Jens Kristian, við okkum. Hann
var tá fimm ára gamal.
Eitt kvøldið vit ikki komu aftur
fyri veður, gjørdi ein maður seg
inn á skúrin, meðan vit vóru
burtur.
Hurðin var stongd, men maður
in royndi at koma inn gjøgnum
eitt vindeyga, sum ein rútur var
brotin í. Mathea hevði úr at gera
við at verja seg innan fyri við
einum kusti.
Eisini hevði hesin sami maður
verið yviri við skúrin hjá Jeffri
Durhuus og roynt at seta eld á.
Men har var manningin komin
upp til at fara til útróðrar, so teir
fingu forða fyri tí.
Tílíkar hendingar gjørdu, at
man føldi seg ótryggan. Hetta var
galdandu bæði fyri tey, sum vóru
á landi og hjá okkum, sum vóru
frá húsum um dagarnar.
Seinni vísti tað seg, at hesin
maður var stýrimaðurin á einum
týskum trolara, sum lá inni á
Nordafar.
Tað er langt at ganga og ikki
so lætt at finna hjá ókunnugum,
so tað var væl tillagt. Eisini hevði
maðurin karvað telefonkaðalin,
sum lá millum Nordafar og Gomlu
Føringahavnina. Vit hoyrdu so
seinni, at hesin góði maður var
heimsendur.
Aftur í Grátifjørðin
Hetta summarið var vánaligur
fiskiskapur á leiðunum við Før
oyingahavnina, í hvussu so er
hjá okkum. Men tað frættist frá
góðum fiskiskapi í Grátufjørð
inum. Vit fóru so suður hagar.
Tað var 8. august, at vit komu í
Grátufjørðin.
Tað stóðu tveir tómir skúrar
í norðaru havn, sum tað bleiv
kallað. Hesar áttu sumbingar.
Hetta var ein íbúðarskúrur og ein
saltingarskúrur. Men teir vóru
ikki har yviri hetta summarið, Tað
var liðið so nógv út, at vit vistu,
at teir komu so ikki yvir aftur. Vit
fluttu so inn í íbúðarskúrin.
Saltingarskúrin keypti eg um
veturin at innrætta sum íbúðar
skúr várið eftir. Fyrsta dagin vit
vóru úti, fingu vit 78000 pund,
hetta var góður fiskiskapur.
Hetta var nær landi við eina
oyggj, sum kallaðist Hestoyggin.
Hon liggur við sunnara arm á
Grátufjørðinum. Fiskiskapurin
har suðuri vignaðist hampuliga
væl í mun til tað, sum hevði verið
har norðuri. Tilsamans fingu vit
91.236 kg, sum gav kr. 60.135.48 í
avreiðingarvirði, og ein manspart
uppá kr. 10.724,57. Ikki kann
tað sigast at vera stór inntøka
fyri sløk hundrað tons hjá fýra
monnum.
Vit komu yvir við Skanderborg,
sum var eitt stórt og skjóttgang
andi skip. Vit høvdu ikki meira
enn fimm samdøgur yvir til
Grønlands, men tað var eisini
fínasta veður allan vegin.
Heim aftur komu vit eisini við
Skanderborg, tíðin heim var nak
að tann sama. Har í víkini sum
vit vóru, Norðaru havn, vóru bara
tríggir bátar hetta summarið. Teir
vóru Ravnur av Eiði, Grani úr Vík
og Bogi, báturin hjá mær.
Við hettar summari vóru um
framt meg og Matheu, Mortan
Jacobsen úr Víkarbyrgi, Símun
Joensen av Tvøroyri og ein úr
Godthåb, sum kallaðist Edvard.
Sprongdu ís við
dynamitti
Í 1966 komu vit eisini yvir til
Grønland við Skanderborg. Sum
nevnt keypti eg saltingarskúrin
frá einum sumbingi, Jørmund
Stenberg, um veturin 1965.
Við okkum høvdu vit tilfar til at
innrætta saltingaskúrin við.
Líðarenni, sum pápi mín átti,
førdi tilfarið suður í Grátufjørðin.
Hetta var ein bátur um 25 tons.
Hann hevði siglt fyri Nordafar
við fiski og við útgerð millum
Føroyingahavnina og Grátufjørðin
í 1964 og 1965. Men nú var hann
blivin ov lítil, tí útróðrarbátarnir
vóru blivnir fleiri. Sluppin Seagul
hevði yvirtikið siglingina.
Vit komu so suður í Grátufjørðin
við Líðarenni. Tað hevur verið
um hálvan mai. Tá lá víkin full av
føstum vetrarísi. Hetta var vanligt
við trongum víkum, tá ið komið
var tíðliga yvir. Hetta við ísinum
var helst har. sum nógv feskt vatn
var. Tá frysti jú skjótari.
Hjá okkum hevði tað týdning, at
tað rann ein stór laksaá út í hesa
trongu víkina.
Tað bleiv so lagt at ískantinum.
So var farið at fáa tilfarið fyrst
niður á ísin, og síðan var farið
at draga tað inn til skúrin. Til
hetta brúktu vit eina lítla jollu
hjá Líðarenni. Tilfarið bleiv lagt
í hana. So drógu vit hana sum
sleðu, men hetta var ikki so lætt
sum at siga tað.
Tað mundi vera einar 2300
metrar frá ískantinum inn til skúrin,
men hetta gekk kortini bara væl.
Men enn var ikki liðugt. Nú
var eftir at innrætta skúrin. Vit
innrættaðu umleið helvtina av
honum. Skúrinum var jú rættuliga
stórur, so vit høvdu ikki brúk
fyri øllum til at búleikast í. Vit
innrættaðu hann í trý rúm, ein
køk, eitt manningarrúm og eitt
kamar til mín og Matheu.
Til hetta arbeiðið høvdu vit eina
góða viku.
Meðan hetta gekk fyri seg,
vóru vit einsamallir í víkini. Hini
bátaløgini komu ikki fyrr enn ein
túr seinni. Eg haldi heldur ikki, at
nakar var komin í sunnaru víkina.
Tá ið so hinir menninir komu,
var farið at rudda
víkina fyri ís. Til
tað bleiv nakað av ➘
Umborð á Seagul inni í Grátufjørðinum. Aftast ein maður á Seagul,
standandi uppi eg sjálvur, í miðuni Jens Kristian, frammi við vantið ein
maður á Seagul. Í bátinum: Elias heldur í við einum haka og fremst Símun
Í sunnaru havn í Grátufjørðinum. Fyrstur frá vinstru Heini D úr Haldórsvík. Nr 3 er
Víkartindur. Tað var við teimum báðum bátunum, Diana Jacobsen var kokkur
Seagul liggur her í Grátufjørðinum. Hon liggur úti á sjálvari víkini.
Tað var ikki pláss til at koma inn har, sum bátarnir hildu til. Næstan út har,
sum skipið liggur, var ískanturin, sum Líðarenni lá við, tá ið vit lossaðu
útgerðina til skúrin. Víkin er aftan fyri skipið
Hetta er á tí gamla búplássinum í Grátufjørðinum. Hetta er grundin á húsinum
hjá læraranum í Grátufjørðinum. Á grundini sita: Mathea, Jens Kristian,
Edvard, ein grønlendingur sum fiskaði við okkum og Elias