Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2009 Ísfiskatrolarin Edna verður klassaður, og skrúvurnar á ferða­ fólkaskipinum Sam skulu umvælast. Grím­ ur Kamb­an, sum her­ fyri hevði ringan túr eystanfyri, verður vænt­ andi klárur aftur til fiskiskap í hesi vikuni Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á skipasmiðjuni MEST í Havn eru teir í holt við umvælingar og ábøtur á trý skip í løtuni. Tvey teirra, ísfiskatrolarin Edna og ferðafólkaskipið Sam, standa uppi á bed­ ingini, meðan ísfiskatrolarin Grímur Kamban liggur við bryggju. Av hesum fer mest um­ fatandi arbeiði fram umborð á Ednu, har í fyrsta lagi høvuðsmotorur og skipið annars verða klassað. Hjá Sam eru tað skrúv­ urnar, sum skulu umvælast. Skipið hevur tvær skrúvur, og sum skilst eru tær sendar niður til Grenå til umvæl­ ingar. MEST tekur sær av at taka skrúvurnar av, senda tær av landinum og seta tær í aftur, tá tær koma heim­ aftur. Skjótt klárur Umvælingarnar umborð á Grími Kamban, sum herfyri hevði ein ringan túr eystan­ fyri, ganga væl. Tá manningin mest at kalla kom í havsneyð, tí nógvur sjógvur gekk inn á verksmiðjuna, samstundis sum pumpurnar sviku, sóu teir seks menninir umborð seg noyddar at lata sjógvi fara niður í last og maskin­ rúm fyri at halda stabilitet­ inum so nøkulunda upp á pláss. Tá avtornaði, vóru eini 40 tons av sjógvi í maskin­ rúminum og á leið tað sama í lastini. Tíbetur vísti tað seg, at skaðin, sum sjógvurin hevði gjørt í maskinrúminum, ikki var so álvarsligur. Á skipasmiðjuni MEST siga tey, at arbeiði at umvæla skipið hevur gingið væl, og gongst sum ætlað, kann skipið loysa aftur til fiskiskap í hesi vikuni. Sum skilst, eru tað serliga el­instalatiónir í maskin­ rúminum og onkur elektro­ motorur, sum hava fingið skaða. Klassa og umvæla á MEST Ísfiskatrolarin Edna og ferðafólkaskipið Sam á bedingini hjá skipasmiðjuni MEST í morgun Mynd: Vilmund Jacobsen Grímur Kamban, sum sæst við bryggjuna, verður væntandi klárur aftur til fiskiskap í hesi vikuni Mynd: Vilmund Jacobsen Um mánaðarskiftið mars/ apríl fara trol­ ararnir Fram og Vest­ menningur at skifta motor á skipasmiðj­ uni MEST í Havn Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ísfiskatrolararnir Fram og Vestmenningur, sum í fjør royndust millum teir heilt stinnu í føroyskari fiski­ veiðu, skulu hava nýggjar motorar. Skipini eru smíðað á Tórs­ havnar Skipasmiðju ávikavist í 1988 og 1989, og tá fingu tey hvør sína M.W.M. mask­ inu á 1305 HK. Tað eru somu motorar, sum hava verið í skipunum øll árini síðan, og nú heldur felagið P/F Meðalsbrekka í Vestmenna, sum eigur skipini, at tíðin er komin at skifta motor. Á skipasmiðjuni MEST í Havn vita tey at siga, at nýggju motorararnir til skipini standa klárir, og sambært avtaluni millum partarnar, er ætlanin, at motorarnir skulu skiftast um mánaðarskiftið mars/ apríl. Hetta er líkasum í skifti­ num millum upsa og gullaks. Á MEST siga tey, at nýggju motorarnir, sum verða settir í vestmanna­ trolararnar, eru av slagnum Wartsila, og teir hava somu stødd sum teir, ið eru í skipunum í dag. Fram og Vesturbúgvin vóru í fleiri ár heimahoyrandi í Ný Sælandi, eftir at skipini vórðu seld úr Føroyum. Tað var felagið P/F Meðalsbrekka, sum keypti skipini heimaftur til Føroya, og útgerðarmaður og høvuðseigari er Tummas Christhopersen. Vestmenningur og Fram skifta motor Bush varð funnin deyður av misgávum Ein Suðurafrikansk sjónvarpsstøð skrivaði, av misgávum, at fyrrverandi forsetin í USA, George W. Bush, var deyður. Tað var í tíðindasending hjá e.tv mánadag seinnapart, at teksturin »George Bush er deyður« rullaði um sjónvarpsskíggjan. Talsmaður hjá e.tv, Vasili Vass, sigur, at mistakið hendi tá tøkningar skuldu kanna, hvussu ein bannari sá út á skerminum. Ein tøkningur trýsti tá av misgávum á sendiknøttin ístaðin fyri royndarknøttin, og orðini um Bush vóru sýnd í beinleiðis sjónvarpi. Tann villeiðandi bannarin varð skjótt tikin av skíggjanum, men støðin fer hóast alt at seta nýggjar mannagongdir í verk, tá grafikkur og bannarar skulu roynast framyvir, sigur Vasili Vass. Yngri skulu hava atkvøðurætt Fólkatingið eigur at broyta lógina, so valrætturin, sum nú er 18 ár, verður lækkaður. Tað heldur í hvussu er Johannes Andersen, sum er lektari og samfelagsgranskari á lærda háskúlanum í Aalborg. Hugskotið er ikki ókent, og fleiri politikarar hava tosað um at skipa fyri royndarvali fyri at vita, um fólk, sum eru yngri enn 18, eru búgvin at taka støðu. Men tað er óneyðugt, sigur Johannes Andersen. Eftir hansara tykki er tað umráðandi at geva teimum ungu samábyrgd við at geva teimum valrætt.