Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 29 - 11. februar 2009 tíðindi Bussar við spentum skúla­ børnum koyrdu við pendulfarti niðan á Lambafelli við Oyggjarvegin í dag. Eitt nú vóru børn úr Skúlanum á Trøðni og úr Venjingarskúla­ num og skreiddu í frálíka kavanum, sum nú hevur ligið í útivið eina viku. Seks 4.-6. flokkar úr Venjingarskúlanum lótu tímatalvu vera tímatalvu fyrrapartin í dag, tá teir fóru niðan á Lambafelli at skreiða. Teir seks lærararnir løgdu skreiðidagin til rættis longu í gjár, við at geva børnunum boð um at lata seg væl í og at taka sletu við í skúla í dag. - Hetta er simpulten so fantastiskt – tey eru akkurát sum meyrur, sigur flokslærarainnan hjá 5 a, Marilyn Daniel- sen, flennandi við Sosialin. - Veðrið er so gott, at vit mugu útnytta tað, so leingi tað er. Hinar dagarnar hava vit eisini skreitt eitt sindur á bønum við Vinnuhá- skúlan og uppi við KFUK. Men í gjár gjørdu vit so av at fyri- reika tað eitt sindur betri við at bíleggja bussar og at fara niðan her øll somul, sigur Marilyn Danielsen. Hon er sannførd um, at næmingarnar fáa nógv burturúr at loysa seg frá tímatalvuni og gerandisdegnum í skúlanum og at fáa slík- ar upplivingar saman. - Umframt, at tað er gott fyri tey at koma út í náttúruna, so styrkir hetta tey eisini sosialt. Hetta hava vit eisini sæð hinar dagarnar, har tey hava bygt holur saman, bæði gentur og dreingir, í hugnaligum samstarvi, sigur Mari- lyn Danielsen. Tá flokkarnir eru lidnir at skreiða, fer onkur teirra heim aftur á skúlan at fáa bollar og kakao. Aðrir fara niðan i svimjihøllina at hita seg. … Tju la la hey flyks fiksingur fúkandi fleyg ...