Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 11. februar 2009 19 Andlát og jarðarferðir Poul Jensen, ættaður úr Vági, verður jarðaður úr Herlev kirkju, fríggja­ dagin 13. februar kl. 11.00. Kistan við Fredag Kambsenni fer úr kapell­ inum á Klaksvíkar sjúkrahúsi mikukvøldið kl. 18. Jarðarferðin verð­ ur úr Betesda hósdagin kl. 13 hagani farið verð­ ur til kirkjugarðin í Fuglafirði. Tey, ið vilja minnast Fredag kunnu lata eina peningagávu til Akurin. Konta í peninga­ stovnunum. Agnes Sørensen, kona Svein Sørensen í Rød­ ovre, andaðist mánadag­ in 9. februrar, 84 ára gomul. Jarðarferðin verð­ ur kunngjørd seinni Jutta Olsen, fødd Tau­ sen, ættað úr Hovi, búsit­ andi í Tórshavn, andað­ ist sunnumorgunin 8. februar, 81 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapell­ inum mikukvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 13 úr Havn­ ar Kirkju. Tey sum vilja minnast Juttu, kunnu geva Sinnisbata eina gávu. Konta í peninga­ stovnunum. Konta í pen­ ingastovnunum. Andlát og jarðarferðir Mánadagin 9. februar fylti Jákup Joensen í Klaksvík, vanliga róptur Jákup á Ternuni, 90 ár. Jákup er klaksvíkingur, sonur Malvinu, f. Steffensen (1896­1991) úr Árnafirði, og Jákup Joensen (1892­ 1953), bónda í Gerðum í Klaksvík. Jákup er næstelst­ ur av teimum tilsamans 10 børnunum hjá Malvinu og Jákupi, sum eru: Jógvan (Gerðalíð), Jákup, Solborg, Absalon, John, Erland, Ben­ jamin (Benni), Karla, Willi­ am (Willi). Yngst var ein drongur sum livdi heitt stutt. Erland, Absalon og John eru deyðir. Jákup er giftur Steinvør, dóttir Olevinu og Heina Heinesen úr Kunoy. Tey eiga trý børn: Leivur, Ingun, og Anna Maria. Næstelsta barnið, Heini, føddur í 1951, doyði bert 9 mánaðir gamal. Í nøkur ár sigldi Jákup við fiskiskipum, til hann í 1948 byrjaði at sigla við posti fyri Hugo Gardar. Har var hann til 1970, tá hann fór at sigla við Ternuni um Leirvíksfjørð. Tað, sum Jákup helst er best kendur fyri, eru hansara smáu, men stuttligu við­ merkingar, sum altíð fingu láturin at runga, tá hann kom at krevja pening frá ferðafólkunum. Jákup hevur verið av rask­ astu monnum, hann er kend­ ur fyri at verða framúr kvik­ ur maður, og á fjalli kom eingin honum nær í hegni og skjótleika. Í sjómansskapi var hann millum teir fræg­ astu. Hann legði ofta nógv fyri, tá tað galt um at fáa post og vøru í land á brim­ plássum. Steinvør og Jákup búgva í dag á Røktarheiminum í Klaksvík. -red Jákup á Ternuni 90 Í blaðnum mánadagin 9. februar høvdu vit mynd við teimum, sum fríggjadagin 6. februar fingu prógv handað á Landssjúkrahús­ inum í sambandi við “Tvør­ økiseftirútbúgving í psykiatri“. Í myndatekstinum komu onkur starvsheiti skeivt fyri, tí verða nøvnini skrivað her við røttum starvsheiti. Aftara rað: f.v.: Lars Østrup Brøgger, seminar­ lærari, Lisbeth Dybro, skeiðleiðari, Malan Hansen, heilsurøktari, Guðrið í Bar­ talsstovu, heilsurøktari, Kala Debes, heilsurøktari, Ingun Durhuus, sjúkrarøkt­ arfrøðingur, Irdi Danielsen, ergoterapeutur, Elsebeth Sanna á Krákusteini, peda­ gogur, Elsa Klein Olsen, pedagogur, Malan B.Han­ sen, heilsurøktari, Heðin Samuelsen, hjálparfólk, Inga A.M. av Reyni, peda­ gogur, og Marianna Vang, ergoterapeutur. Fremra rað f.v.: Ann­ Britt Mortensen, sosialráð­ gevi, Randi Borðoy, sjúkra­ røktarfrøðingur, Jóhanna við Streym, sjúkrarøktar­ frøðingur, Sunrid á Borg, sjúkrarøktarfrøðingur, Jana Mortensen, sjúkrarøktar­ frøðingur, Birgit Andersen, deildarleiðari, Marnar Tau­ sen, pleygari, Óluva Poul­ sen, sjúkrarøktarfrøðingur, og Ása Isaksen, sjúkrarøkt­ arfrøðingur. Hesar vanta á myndini: Sofía Elisa Hansen, sjúkra­ røktarfrøðingur, og Joana Sørensen, heilsurøktari. Rætting: Prógvhandan í psykiatri Mong minnast Jákup frá tíðini, tá hann sigldi við Ternuni um Leirvíks­ fjørð. Við sínum lætta og skemtingar­ sama lyndi, fekk hann altíð láturin at runga millum ferðafólkini nøvn