Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 29 - 11. februar 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 11. februar. Kongadagur. Ta náttina í 1659 søktu svensk herlið at Keypmannahavn, men atsóknin mis­ eydnaðist. Navnið kongadagur sipar til báðar kongarnar, sum stóðu á odda í stríðnum, tann danska Fríðrik III og tann svenska Karl X Gustav. Sagt varð, at versta tíðin til veður var millum konganna, tað er frá trettanda (teir tríggir heilagu kongarnir) og til kongadagin. Dagurin eitur eisini Euphrosyne eftir halgari konu, sum doyði umleið ár 412 eftir at hava givið teimum fátæku allar ognir sínar. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Í síðstu viku andaðist Oskar Jensen í Reykjavík 102 ára gamal. Hann var ein av elstu føroyingum, so sigast kann, at hann var mettur av døgum. Tað kann vera so tilvildar­ ligt, hvussu ein kemur at kenna fólk. Tað var Tordur Niclasen av Eiði, sum gjørdi vart við hendan gamla hálva skopuningin, sum hann plagdi at vitja, tá ið hann var í Reykjavík. Hetta gav hug til at fara at vitja hann á ellisheimin­ um, hann tá var á. Hann var tá 99 ára gamal, og hóast hann stórt sæð ikki hevði verið í Føroyum í 80 ár, tosaði hann føroyskt sum ein føroyingur. Hann var eisini púra klárur og tosaði um fiskastovnar sum ein annar skilamaður á sjónum. Eisini funnu vit útav, at vit vóru í ætt. Hann var fer­ menningur mammu mína. Okkara felags ætt kom av Vattóli í Skúvoy. Hetta gav hug til at kanna hansara lívssøgu, og hon var bæði áhugaverd og spennandi. Hon stóð í FF­ blaðnum 15. juni 2006. Men fyrst og fremst var søgan um Oskar ein góð lýs­ ing av sambandinum mill­ um Føroyar og Ísland og um tað umsorgan, sum før­ oyingar hava havt fyri hvørj­ um øðrum. Pápin var Jens Frederik Jensen úr Skopun, sum var abbasonur Elsu og Dímunar Jóannes, hvørs ætt hevur ver­ ið nógv umrødd í Sosialin­ um. Jens Frederik fór ungur til Íslands seinast í 19. øld. Í Íslandi varð hann kendur sum Jens Færingur. Hann giftist við íslendsku Malfryd, og tey fingu 9 børn á lívi. So doyr konan, og hvat er so at gera hjá einsamøllum manni við so nógvum børnum? Hann fer til Føroyar við nøkrum teirra. Fýra av børnunum verða verandi í Føroyum í fyrsta umfari, og Oskar er eitt teimum. Hann kemur at vera sum barn í húsinum hjá Tummas og Julionnu Askham. Tískil verður hann framvegis av Askhamættini roknaður sum ein av teirra. Oskar hevur eisini kallað eina dóttir upp eftir Juliannu. Hetta er eitt gott dømi um trúfesti. Tey hjá Askham høvdu eisini tikið eitt annað barn til sín, so har var hjartarúm. Oskar fer í prentaralæru á Dimmalætting, men tá ið hann er liðugur fer hann aftur til Íslands. Í 1930 giftist Oskar við Hansinu. Oskar fekst við ymiskt arbeiði. Hann var eisini til skips, til hann bygdi hús á Ísafirði, og arbeiddi har sum prentari. Tey fingu fimm børn. Oskar var eitt sindur av einum “biksara.” Eina ferð tók hann eitt brævskeið í framleiðslu av tí tá sera ókenda evninum plastikk. Hann gjørdi royndir við hønum at fáa tær til at verpa egg við tveimum reyðum. Hann tók einaferð patent uppá eitt “ævigt gonguverk”. Hann tosaði eisni nógv um vindorku, áðrenn hetta gjørdist vanligt. Hann hevur verið frammanfyri sína tíð á fleiri økjum. Hann sang í kóri og keypti eisini ljóðføri til børnini. Í Føroyum var hann eisini við í hornorkestrinum Olivant. Oskar málaði eisini frálíkar myndir. Hjúnini fóru til Dan­ markar fyrst í 50­unum, og arbeiddi Oskar har sum prentari. Tey komu aftur til Íslands nøkur ár seinni. Átrúnaðarliga gjørdist Oskar eisini nakað fyri seg. Hann var ein søkjandi sál, men ikki fyrr enn hann kom í samband við tann danska Martinus fann hann tað, sum hann leitaði eftir. Hetta er ein trúarlæra, har endur­ føðing merkir nógv. Eisini gongur rørslan inn fyri einum felagsmáli fyri øll. Hetta er esperanto, og hetta dugdi Oskar eisini. Hinir tríggir beiggjarnar, sum komu til Føroya saman við pápanum, blivu verandi í Føroyum og fingu familju her. Teir vóru Poli í Vági, Salli í Lorvík og Vigant í Klaksvík. Oskar fer til gravar fríggja­ dagin kl. 13 úr Bústaða­ kirkjuni í Reykjavík. Oskar gjørdist ein av teim­ um elstu føroyingunum, og hann er ein av teimum sum grund er til at minnast við virðing. ó. Oskar Jensen deyður, 102 ára gamal Oskar á 100 ára degnum saman við sínum børnum. F.v. Aðalheiður, Ómar, Anna Julia, uppkallað eftir Julionnu Askham, Malfríður og Gustaf Hesir fýra móðurloysingarnir komu til Føroya í 1915 at finna sær nýggj heim. Aftanfyri stendur Oskar. Frammanfyri f. v. Vigant, Napoleon og Herta. Hon fór aftur til Íslands. Ársæll, kallaður Salli, bleiv eisini verandi í Føroyum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkendslu, tá ið góða mamma, omma og langomma okkara Martha Matras Tórshavn andaðist og varð jarðað. Fyri tey avvarðandi Jórun Marna, Erla og Kára Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at mánadagin 9. februar andaðist Fredag Kambsenni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, 85 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi mikukvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Betesda hósdagin kl. 13.00. Haðani verður farið í kirkjugarðin í Fuglafirði. Familjunnar vegna Edith, Casey og Marnhild Tey, ið vilja minnast Fredag, kunnu lata eina penginagávu til Akurin, konta í peningastovnunum. 90 ára føðingardagur Mánadagin 9. februar fylti Jákup E. Joensen, vanliga nevndur Jákup í Gerðum, í Klaksvík 90 ár. Gullbrúdleyp Leygardagin 14. februar hava hjúnini Esther og Johan M. Restorff, Tórshavn, gullbrúdleypsdag. Dagurin verður hildin saman við børnum, barnabørnum og systkjum. Silvurbrúdleyp 11. februar hava Jórun & Trøndur Ennistíg silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima, Niðaragøta 54, 188 Hoyvík, frá kl. 18.00. Diamant-brúdleyp Hósdagin 19. februar hava hjúnini Aslaug og Danjal av Rana verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin í Salem leygardagin 21. kl. 18.00. Øll eru vælkomin.