mikudagur 11. februar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 11. februar 2009
17
Kringvarp Føroya hevur
hvønn mikudag áhugaverd
ar kjaksendingar. Seinasta
mikudag vóru gestirnir
Magni Laksáfoss, løgtings
maður, Rógvi Thomsen,
lærari á Føroya lærara
skúla, og Olga Biskopstø,
samfelagsfrøðingur. Evnið
var føroyski fólkaskúlin.
Kjakast var um, um tað er
rætt ella skeivt at savna
smáu skúlarnar í størri
eindir.
Í hesum døgum er “Vit
áttu, vit áttu kanska” at
tosa um samanleggingar,
tað veri seg kommunur,
fyritøkur ella skúlar. Tað
sýnist, sum summi fólk
halda, at samanleggingar
loysa allar trupulleikar,
men so er ikki. Besta dømi
er samanleggingin av Út
varpi Føroya og Sjónvarpi
Føroya.
Aftur til kjaksendingina.
Skilti ikki, hví Magni
Laksáfoss var boðsendur at
kjakast um fólkaskúlan, tí
skjótt gjørdist mær greitt,
at maðurin veit slættis ikki,
hvat fer fram í fólkaskúlan
um. Rógvi Thomsen segði
nógv áhugavert, men hann
flaksaði alt ov nógv og
hevði ongar greiðar mein
ingar. “Vit áttu, vit áttu
kanska, í grannalondunum
gera tey soleiðis”, o.s.fr.
Alt ov ullint. Tó dámdi
mær væl grundgevingarnar
hjá Olgu Biskopstø, hví vit
skulu varðveita smáu
bygdaskúlarnar.
Tá ið kjakast verður um
fólkaskúlan, so byggir tað
mesta á gitingar, tí ongar
veruligar kanningar eru
gjørdar um trivna, saman
leggingar og annað í skúl
anum. Eg veit við drúgvum
royndum sum lærari, at tað
er ikki støddin á skúlanum,
sum er avgerandi, hvussu
væl næmingarnir læra. Øll
innlæring stendur og fellur
við einstaka læraranum,
børnini hava. Tað finnast
lesiætlanir til allar aldurs
bólkar í fólkaskúlanum,
sum nágreinliga siga, hvat
næmingar skulu læra í
einstøku lærugreinunum.
Og henda lesiætlan er gald
andi í øllum skúlum úr
Sumba til Viðareiðis.
Sum lærari í Eysturskúl
anum havi eg verið ein av
teimum, sum hava tikið
ímóti nógvum næmingum
úr Hoyvíkar skúla, Kolla
fjarðar skúla, Sankta Frans
skúla, Nólsoyar skúla og
Kaldbaks skúla, sum komu
í framhaldsdeildina í Eyst
urskúlanum. Og tað var
ógvuliga ymist, hvussu
næmingarnir vóru fyri
fakliga. Eitt ár fekst tú
góðan árgang úr einum
skúla, árið eftir fekst tú
aðrar næmingar úr sama
skúla, sum ikki vóru so
væl fyri fakliga, ja, og onk
untíð sera illa fyri fakliga.
Næmingar úr Eysturskúl
anum, sum komu í fram
haldsdeildina, vóru sjálv
andi eisini ymist fyri
fakliga.
Eftir foreldrafundir og
prát við næmingar kom
mangan fram, at hesir næm
ingar høvdu ofta skift lær
arar, havt ymiskar vikarar
o.s.fr. Næmingarnir høvdu
ikki fingið “nóg gott í
beinini” fyrstu árini.
Haldi, at tað er óða
mannaverk at stúva 26
næmingar í ein fyrsta
flokk, ja, mangan í stovur,
sum slættis ikki egnaðar til
so nógvar næmingar. Tað
átti at verið lógarfest, at
ikki meira enn 18 næming
ar mugu ganga í einum
fyrsta flokki.
Føroyar eru ógvuliga
fátækar, hvat kanningum
viðvíkur, men aðrastaðni
verður sagt, at ganga 24
næmingar í fyrsta flokki,
so hava millum ein og fýra
næmingar tørv á serligari
hjálp. Eisini kann í fyrsta
flokki vera fleiri ár á muni
á búningarstigi á næming
um, hesin munurin minkar
tó við tíðini.
Tað er ábyrgdarleyst at
lata lærara sita einsamallan
við 26 næmingum, hóast
tað í nøkrum tímum tó eru
tveir lærarar. Børnini koma
úr barnagarði við trimum
fýra pedagogum til hvørji
20 børn, og nú skal ein
lærari vera einsamallur um
26 næmingar. Hetta hongur
bara ikki saman og er
ábyrgdarleyst.
Nógv er tosað og skrivað
um Pisakanningina. Skal
bara siga frá, at vit vóru
nógvir lærarar, sum fleiri
ár fyri nakra Pisakanning
gjørdu vart við, at næming
arnir ikki vóru nóg væl
fyri fakliga. Orsøkin var
einfalt, at alt ov nógvir
tímar fóru til annað enda
mál. Næmingar gera verk
ætlan, skulu í starvsvenj
ing, vitja stovnar og fara
útferðir. Eg boðaði eina
ferð leiðsluni frá, at eg
hevði mist næstan 40% av
føroyskttímunum í einum
10. flokki frá árskiftinum,
til næmingarnir skuldu til
próvtøku í mai mánað.
Vit vilja so fegin varð
veita gomlu undirvísingar
skipanina, men vit vilja
eisini hava broytingar.
Ùrslitið er, at næmingarnir
fáa aðrar upplivingar í
framhaldsdeildini, men teir
vikna eisini fakliga, tí í
mun til áður eru ov fáir
undirvísingartímar til
hvørja lærugrein.
Tað ljóðar so “flott”, at
nú skal læraraútbúgvingin
lyftast upp á bachelorstig,
men tað verður ikki hetta
átak, sum bjargar fólka
skúlanum. Læraraskúla
næmingar áttu at verið væl
fyri fakliga, tí tað krevst
HF ella studentprógv at
koma á læraraskúlan, og
har ganga teir í fýra ár.
Skulu vit betra um fólka
skúlan, so mugu vit fara
inn í kjarnuna í málinum.
Fyrsta treytin er, at lærar
arnir hava nóg góðar
arbeiðsumstøður, tí trívast
lærararnir ikki, so fáa børn
ini ikki nóg góða undir
vísing. Og arbeiðsumstøð
urnar hjá lærarunum eru
nógv versnaðar, síðan eg
byrjaði í Eysturskúlanum í
1979 til eg nú gavst í 2007.
Her var himmalvíður
munur.
Skúlin fyri øll? Nei,
fólkaskúlin er ikki fyri øll,
tí serliga veiki næmingurin
verður sleptur upp á fjall, tí
hann fær ikki nøktandi
undirvísing. Stuðulsskip
anin hevur ikki riggað til
fulnar í nógv, nógv ár, og
nú táttar í fíggjarliga,
kunnu vit ikki vænta batar.
Tað var mangan ørkyml
andi sum lærari at fylgja
næmingi við breki, sum
kanska bara fekk tveir
tímar um vikuna í stuðli.
Næmingurin skuldi kanska
havt tíggju tímar.
Í kjakinum um Pisakann
ing og fólkaskúlan fáa
leiðslurnar og lærararnir
mangan toyggið. Eg eri
bangin fyri, at kikarin eisini
skal vendast aðrar vegir, og
tað er beint í hjartað á
Mentamálaráðnum. Havi
mangan hugsað um, hvørjar
kreftirnar eru, sum nú vilja
stúva 26 næmingar í ein
fyrsta flokk, og sum við
átøkum seinnu árini hava
tikið óhepnar avgerðir og
broytt nógv í fólkaskúlan
um til tað verra.
Í Mentamálaráðnum sita
fyrrverandi lærarar, sum
kanska ongantíð hava undir
víst í fyrsta flokki og ann
ars ikki hava undirvíst í
fólkaskúlanum í nógv
Harrans ár. Hesi fólk hava
ikki betri førleika at beina
fólkaskúlan á rætta kós enn
vit onnur. Haldi, at nógvir
lærarar hava fyri nógvum
árum síðani mist álitið á
teimum, sum ráða fyri
borgum í Mentamálaráð
num, tá ið talan er um
fólkaskúlan.
Landsstýriskvinnan í
mentamálum sigur í fjøl
miðlunum, at allir skúlar í
Føroyum skulu leggjast
saman í sjey størri eindir.
Hon veit, at lógir mugu
broytast og fólkaatkvøður
fremjast, um so stór stig
skulu takast. Skal bara
minna á, at flyta vit til
dømis allar næmingarnar í
Kvívík til Vestmannar ella
til Kollafjarðar at ganga í
skúla, so taka vit hjartað úr
Kvívíkar bygd. Hetta er
heilt burturvið. Vónandi
eru fólk so skilagóð, at tey
berjast hart ímóti slíkum
óðamannaverki.
PS. Míni boð til lands
stýriskvinnuna í Menta
málum eru: Far fyrst inn í
hjartað í fólkaskúlanum og
ger nágreiniligar kanningar
millum lærarar, næmingar
og foreldur kring landið.
Tá ið hesar kanningar eru
tøkar, halda vit fram at
kjakast um fólkaskúlan.
Tak í egnan barm í Menta
málaráðnum, kanska eru
starvsfólk tíni, sum taka
stóru avgerðirnar um fólka
skúlan, pedogisk slitin ella
megna ikki at fylgja tíðini.
Í løtuni ruggar ikki alt rætt.
Viðmerkingar til kjaksending um fólkaskúlan
Vagnur
Michelsen
viðmerkingar
Fyrireikararnir takka við
hesum øllum tykkum, ið
møttu til tiltakið hetta
kvøldið í auluni í Komm
unuskúlanum. Evnið á
Borgarafundinum var:
Hvussu loysa vit bráð
feingistørvin hjá teimum
røktarkrevjandi í Tórs
havnar kommunu. Stóra
mannfjøldin og tað, ið
borgarin førdi fram, lýsti
støðuna greitt: Tørvurin er
stórur, og nakað skal henda
skjótt! Nógvu dømini, ið
nevnd vórðu hetta kvøldið,
vísa, at støðan hjá mongum
borgarum er óvirðilig og
eyðmýkjandi, bæði fyri tey,
ið hava røkt fyri neyðini,
og fyri avvarðandi teirra.
Á fundinum, har fyrst og
fremst varð hugt eftir,
hvussu trupulleikin verður
loystur, kom okkurt ítøkiligt
uppskot um, hvussu vit
kunnu gera. Eini ráð vóru
at savna alla eldrarøkt undir
sama hatti fyri at bøta um
tænstustøðið. Somuleiðis
eigur eisini at verða hugt at
bygging og prísi. Her varð
“Mørkin” í Sunda komm
unu nevnd sum dømi.
Hóast einki ítøkiligt varð
borið fram av teimum, ið
varða av økinum, góvu tey
bæði kortini hvør øðrum
lyfti um, at nú verður annað
skinn tikið um bak. Stríðið
um, hvør hevur ábyrgdina
av eldraøkinum, eigur ikki
at forða fyri, at eldri og
óhjálpnir borgarar fáa ta
røkt, ið teir hava uppiborið,
hóast lógin er ikki til fyri
tey eldru, sum eisini kom
fram á fundinum.
Nú verður spennandi at
síggja, hvat borgarstjórin í
Havn og landsstýriskvinn
an fyri Almannamálum
megna at gera fyri at loysa
bráðfeingistørvin í Suður
streymoy fyrst, men eisini
fyri restina av landinum.
Tey skulu fáa stundir til at
fara undir uppgávuna, men
vit, ið skipaðu fyri borgara
fundinum, fara at fylgja
væl við, hvat verður gjørt.
Farið verður undir onnur
tiltøk í næstu framtíð.
Vit frætta fegin frá fólki,
ið hava røktartrupulleikar.
Sigið frá tykkara støðu á
teldupost. adr:
bradfeingistorv@hotmail.com
Daisy sloan
Jørgensen,
Jóna
Mortensen,
sigrún Mohr
TÍÐINDASKRIV
John Johannessen, formaður í
uttanlandsnevndini, hevur á fundi við norska
forætisráðharran, Jens Stoltenberg, tikið
spurningin um makrelkvotuna upp
John Johannessen skuldi hitta norska
forsætisráðharran í sambandi við ársfundin hjá
norðurlendskku javnaðarflokkunum og
fakrørslunum í Helsinki í Finnlandi. Landsstýrið
helt, at hetta var eitt høvi hjá formanninum í
uttanlandsnevndini at nevna føroysku ónøgdina
um makrelkvotuna fyri Jens Stoltenberg.
Norski forætisráðharrin lovaði, at hann vildi
taka spurningin um makrelkvotuna upp við norska
fiskimálaráðharran.
Fiskiveiðutingingarnar við Norra steðgaðu, tá
felagsmakrelkvotan í Norðuratlantshavi var tengd
upp í sínámillum sáttmálan millum Norra og
Føroyar. Men seinni var semja gjørd, har
norðmenn fingu tillutaðan meginpartin av
makrelkvotuni, sum strandalondini í
Norðurlatlandshavi høvdu ásett.
Eitt nú føroysku nótaskipini halda seg vera fyri
vanbýti, tí Norra fær 30.000 tons av samlaðu
kvotuni uppá 36.000 tons, sum strandalondini
hava ásett norðan fyri 62 stig.
John Johannessen á
fundi við Stoltenberg
um makrelkvotuna
Borgarafundurin - hvat nú?