Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 29 - 11. februar 2009 Eitt meinaleyst referat Arnstein Niclasen undrast í Dimmalætting 10/2 yvir, at eg svari upp á eitt “meina­ leyst referat” hjá honum av bíbliukjakinum í Miðla­ húsinum. Heilt so meina­ leyst var referatið hjá Arnstein Niclasen nú ikki. Tað er hansara aftursvar heldur ikki – um man kann kalla tað fyri eitt aftursvar. Tá eg gav mær stundir til at svara upp á tað “meina­ leysa referatið” hjá Arn­ stein Niclasen, so var grundin heilt einfalt tann, at Arnstein Niclasen tók sær rætt til at rættleiða meg uttan at hann hevði gjørt sær tann ómak at spyrja meg nærri um nevndu viðurskifti í Miðla­ húsinum. Eftir øllum at døma er Arnstein Niclasen eisini nøgdur við svarið. Hann nevnir í øllum førum ikki eitt orð um, at mínar grundgevingar ikki halda. Tykist enntá tætt við at viðganga, at Gud arbeiðir gjøgnum nátúrligt úrval. Hann nevnir yvirhøvur einki um tær grundgeving­ ar ella niðurstøður, sum eg legði fram í greinunum hjá mær. Men Arnstein Nicla­ sen er týðiliga ónøgdur við, at eg havi dittað mær at givið honum svar. Arnsteinsk tokutala Tað tykist bara løgið, at Arnstein Niclasen ikki er áhugaður í at reka grund­ gevingarnar hjá mær aftur. Tí heldur enn at royna at afturvísa nakað av tí, sum eg førdi fram, leggur Arn­ stein Niclasen eftir mær persónliga og kemur við nýggjum ósannindum og høpissleysum uppáhaldum. Arnstein Niclasen tykist ikki halda tað vera neyðugt at grundgeva ímóti nøkrum av tí, sum eg føri fram, tí eg havi ikki lisið bíbilsku tekstirnar á upprunamál­ unum, og tí, at eg einans undirvísi á seminariistøði!? Nú kann eg upplýsa fyri Arnstein Niclasen, at eg havi undirvíst rættiliga nógv á lærdum háskúla, men tað er ikki í sær sjálv­ um grundgeving fyri nøkr­ um sum helst, tí poengið er, at tað eru grundgev­ ingar og einans grundgev­ ingar, sum telja. Hann fer enntá so langt av leið, at hann rør fram undir, at eg nýti arbeiðstíðina til at skriva greinar í!? Hvat skulu lesarar, sum eru áhugaðir í evninum, nýta tílíkt persónligt brigsl til? Og hvat sigur tað um Arnstein Niclasen? Greinin er úr enda í ann­ an ein vavgreytur av persón­ ligum brigsli, sum einki hevur við sakina (evnið) at gera. Og so ger Arnstein Niclasen eisini nakrar heilt margháttligar logiskar brølarar, sum man skal leita leingi eftir – helst langt undir seminariistigi: Sam­ stundis sum Arnstein Nicla­ sen brigslar mær, at eg ikki havi lisið bíbilsku tekstirnar á upprunamálinum, heldur hann í ramasta álvara uppá, at eg átti at gagnnýtt arbeið­ ið hjá Victor Danielsen, sum var fólkaskúlalærari og ongantíð lærdi bíbilsku upprunamálini!? Eg veit ikki um nakar skilir hendan heilt serstaka arnsteinska logikkin, men eg havi so ikki lært nakað um hann á nøkrum lærdum háskúla. Sjálvandi royni eg at grunda mínar greinar á granskarar, sum hava lisið og granskað bíbilsku hand­ ritini á upprunamálunum. Alt annað hevði verið ólog­ iskt. Her er Victor Daniel­ sen ikki tann fyrsti, sum eg komi at hugsa um (og fyri at Arnstein Niclasen ikki skal miskilja meg, so er hetta ikki ein kritikkur av tí stóra arbeiði, sum Victor Danielsen gjørdi á øðrum økjum, men einans ein kritikkur av vantandi log­ iskum samanhangi í við­ merkingini hjá Arnstein Niclasen). Eg haldi, at tað hevði sømt seg betur fyri Arn­ stein Niclasen at farið eftir bóltinum (sakini) heldur enn manninum (ad homi­ nem). Men sjálvandi, fær man ikki hendur á bólti­ num (les grundgevingun­ um), so er tað freistandi at royna at avlaga kjakið við at sáa misálit á boðberan. Tað sømir seg bara illa fyri Arnstein Niclasen og gagn­ ar als ikki kjakinum. Arnsteinskar misskiljingar Nakar góður lesari tykist Arnstein Niclasen heldur ikki vera. T.d. leggur hann meg undir at “høgga í” prestaparið Anne Sophie og Paul Seidelin, sum ongan møguleika hava fyri at verja seg. Men tey, sum hava lisið viðmerkingarnar hjá mær vita, at tey bæði onga grund hava til at verja seg. Tað eru ikki sjónarmið hjá Anne Sophie og Paul Seidelin, sum standa fyri falli (hóast eg vísti á, at allir granskarar ikki eri samdir við teimum, heldur ikki brøður og evangeliskt­ kristnir granskarar), men útleggingin hjá Arnstein Niclasen av tí, sum hann endurgevur úr bók hjá Anne Sophie og Paul Seidelin. Tað er ikki neyð­ ugt at hava fingið frálæru á høgum stigi fyri at leggja merki til, at mín kritikkur ikki rakar Anne Sophie og Paul Seidelin, men einans tað, sum Arnstein Niclasen fær burtur úr tí, sum hann endurgevur úr teksti hjá teimum. Er tað nakað, sum eg eitt sindur misvísandi kann sigast at “høgga í”, so eru tað tær skeivu grund­ gevingarnar hjá Arnstein Niclasen. Anne Sophie og Paul Seidelin siga snøgt sagt ikki tað í tí endurgivna brotinum, sum Arnstein Niclasen roynir at brúka endurgevingina til. Í veru­ leikanum legði eg heldur ikki eftir Arnstein Nicla­ sen; eg vísti bara á, at hans­ ara grundgeving er skeiv. Mótvegis grundgevingum ber einans til at seta fram mótgrundgevingar. Hin­ vegin ber væl til (og er tíverri alt ov ofta nýtt í máttloysi) at leggja eftir boðberanum, tá man ongar grundgevingar hevur. Tað er einans eitt sjón­ armið hjá Arnstein Nicla­ sen, sum stendur fyri falli. Og Arnstein Niclasen er væl førur fyri at verja seg. Hann leggur bara ikki í ella megnar ikki at verja sítt sjónarmið. Tað hevur Arnstein Niclasen rætt til, men tað sømir seg hinvegin illa fyri hann, at hann av órøttum leggur meg undir at “høgga í tey” verjuleysu (ad hominem). Tí tá leggur Arnstein Niclasen eftir boðberanum – enntá við følskum skuld­ setingum. Perspektiv Viðmerkingin hjá Arnstein Niclasen er eitt skúladømi um skeiva próvførslu, har farið verður eftir manni­ num (ad hominem) heldur enn eftir bóltinum (sakini). Greinin er hesum viðvíkj­ andi so góð, at eg umhugsi at nýta hana í frálæruni í logikki í heimspeki á mið­ námsskúlunum. Vanliga plagi eg ikki at gera við­ merkingar til persónligt brigsl og mjørkaboksing, men hesaferð helt eg, at eg skuldi takka fyri gott frálærutilfar. Men eg svari ikki uppá eina ad hominem grein afturat. Mjørkaboksing hjá Arnstein Niclasen Hans andrias sølvará Politiska skipanin avrikar alt ov lítið í mun til tey krøv, sum sett verða frá umverðini og arbeiðir alt ov seint. Mál, sum hava stóran týdning fyri menn­ ingina av samfelagnum o. a., verða ikki viðgjørd – broytingarskjótleikin er í botn. Politikarar eiga ikki dagliga at taka sær av rakstraruppgávum í polit­ isku skipanini – tað hava vit embætisfólk til. Politik­ arar eiga í mest møguligan mun at taka sær av at loysa stórar mennandi uppgávur, sum flyta mørk. Í almenna rúminum hoyra vit um politskt klandur, smámál, persónálop og verjurøður, og ikki minst uppliva vit politisku tøgnina um tey stóru strategisku málini, sum eiga at verða á polit­ isku dagsskránni. Fólk og vinna sóknast eftir, hvussu politiska skipanin aktivt kann verða við til at menna tilverugrundarlag Føroya. Ein svartur kassi - black box Vanliga verður ein politisk skipan í politilogi´ini fatað sum ein black box, ella ein svartur kassi. Eitt mál kemur td. inn í eina aftur­ latnað skipan, verður viðgjørt í pyramidum og labyrintum, við valdskamp­ um, avtalum, “politiskum handlum” o.a. Síðan kemur málið liðugt viðgjørt útaft­ ur í einum øðrum enda, ella kemur málið ongantíð út aftur ella avskeplað – ókenniligt og óbrúkiligt. Politiska skipanin – ein black box Ein slík politisk skipan ger seg meira og minni gald­ andi í flestu demokratisku londunum ­ við vantandi gjøgnumskygni og opin­ leika. Í Føroyum er polit­ iska skipanin eyðkend m.a. við, at stutt kann verða millum tey fólkavaldu og fólk á gøtuni – sostatt vil politikarin merkja eitt eyka trýst frá veljarum og fær tí trupult við at raðfesta ella velja rationellar loysnir. Hetta kann so aftur ávirka tær avgerðir ella output, sum skipanin framleiðir. Vit kunnu eisini siga, at borgarin og lobbyistar í ávísum førum eru bein­ leiðis partur av arbeiðinum í black boxini – serliga í okkara lítla samfelag. Fíggjarlógin 2009 í black boxini Viðgerðin av fíggjarlógini 2009 er eitt aktuelt og viðkomandi evni, sum kann setast inn í hesa black box­skipan. Nevnast kunnu sjálvandi eisini onnur størri politisk mál í sambandi við rakstur og íløgur. Fíggjar­ málaráðið og landsstýris­ maðurin í fíggjarmálum fyrireika, samskipa og leggja fram eitt fullfíggjað fíggjarlógaruppskot 2009, sum síðan verður tikið inn í løgtingið og tess løgtings­ nevndir. Tað, sum er farið fram í fíggjarnevndini kunnu vit bara gita um – td. samráðingar, avtalur og “politiskir handlar”. Upprunaliga uppskotið kemur síðan útaftur í hin­ um endanum og tey fólk, sum eru rakt ella partur av samfelagsskipanini undr­ ast og eru skelkað av úrsliti­ num ella produktinum. For­ maðurin í fíggjarnevndini hevur gjørt sín part av tak­ tiska arbeiðinum so mikið gott, at aðrir løgtingslimir eru sovnaðir í tímanum ­ eru síðan vaknaðir við kald­ an dreym, men ov seint. Politiska toppleiðslan, sum eru landsstýrisfólkini, eru við hesum sett heilt út av spæl. Teirra leiðslu­ arbeiðið er við hesum undirminerað samstundis sum tey ikki fáa greitt at vita frá løgtinginum, hvørji nýggj mál og mið skulu fylgjast (ella eru ongi mál og mið?). Her vantar í stórt mát evnini og førleikin til politiskt teamwork. Tað er viðkomandi at spyrja: • Hvat er munurin á upp­ runaliga uppskotinum og tí, sum endaliga verður samtykt – eru ymiskir málsetningar, eru ymisk kriteriu brúkt fyri at býta rakstur og íløgur, er munur á raðfestingunum? • Er endaliga fíggjarlógin 2009 vorðin eitt betri am­ boð til at leiða og stýra eftir í krepputíðum ella stuðlar best undir búskap­ arligan vøkstur? • Hvørjar mannagongdir eru í heila taki brúktar og hvørjar eru formliga galdandi? • Hvør er javnvágin í ávirkan í tilgongdina at gera fíggjarlóg – hvør hev­ ur reella valdið og ávirkan­ ina – persónar ella smærri alliansur ­ og er henda javnvág farin av sporinum? Politiska skipanin sýnist at hava verið serliga aftur­ latin í tilgongdini at gera fíggjarlóg 2009 ­ fólk og stovnsleiðslur skulu nú bara eta og svølgja tað, sum verður serverað. Stóri trupulleikin við at viðgera fíggjarlógina við stórum afturlatni og uttan at lurta eftir sakkunnleikanum, td. aðalráðunum, er, at aktør­ arnir og tey, sum skulu brúka játtanir, fáa ikki at vita, hvørji mál liggja aftanfyri og kunnu tí heilt einfalt ikki taka undir við politiska arbeiðinum og tí, sum skipanin serverar. Henda reaktión er mentala nátturan í menniskjanum og eisini starvsfólkum – loyalitetur og álit fer í botn. Politiskt fylgja ongi greið mið og mál við játtan­ unum fyri hvørt øki sær, stovn o.a. – avsendarin hevur onki andlit. Boðskapir Føroyingar fingu í 1994 nýggja stýrisskipan og í 1996 nýggja fíggjarlógar­ og játtanarskipan sum úrslit av búskaparkreppuni. Enda­ málið var at tryggja greiðari uppgávu­, ábyrgdar­ og heimildarbýti millum løg­ ting og landsstýri og mill­ um landsstýrisfólk (máls­ økini) ­ og annars effektivi­ sera búskaparstýringina hjá landinum (serliga styrkja útreiðslustýringina) og skapa rættartrygd. Politiska arbeiðslagið í praksis sigur kortini alt um, at ongin skipan er betri enn tey fólkini, sum manna hesa. Tað er nógv, sum bendir á, at vit hava politikarar, sum ikki virða mannagongdir og opin­ leika, soleiðis sum eitt demokrati og nýmótans virkisskipan eigur at virka innanfyri. Tað er eisini nakað, sum bendir á, at politiskt vald og vit/skil fyri tað mesta ikki fylgjast at fyri tíðina. Tað sýnist eisini sum, at tað enn verður førdur lokalpolitikk­ ur í løgtinginum og lægsti felagsnevnari brúktur at raðfesta eftir. Politiski myndugleikin antin eksperimenterar ella letur standa til í samfelagn­ um – og roknar við, at loyv­ ast kunnu nógvir størri og smærri feilir og bara koyra víðari. Politiska skipanin beinleiðis undirmetir álvars­ ligu avleiðingarnar av vant­ andi langtíðarætlanum og vantandi leiðslu, stýring og raðfesting. Spurningurin er, um polit­ ikarar hava neyðuga innlitið í, hvat veruliga hendir í sam­ felagnum, í vinnuni, í fyri­ tøkunum, millum fólk, í húskjunum, í kommunun­ um og í útheiminum? Er tað so, at innlitið er lágt, so er væl skiljandi, hví ongin kann svara uppá, hvørjir strategiskir boðskapir eru frá fíggjarlógini fyri 2009 og ongi greið útspæl um málsetningar fyri framtíð­ ina. Ein samfelagsbúskap­ arlig kreppa, sum Føroyar eru í, krevur greiðar polit­ iskar útmeldingar úr black boxini. Spurningurin er, hvussu fíggjarlógin 2010 fer at verða viðgjørd. Politiska skipanin - ein svartur kassi reidar nónfjall viðmerkingar