mikudagur 11. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 11. februar 2009
15
viðmerkingar
Í fjølmiðlunum í farnu
viku kom fram, at vinnu
háskúlin hevði tikið avgerð
um at siga 3 til 4 fólkum
upp, og at hesi høvdu fing
ið ætlanarskriv. Orsøkin
skuldi vera tann, at løgting
ið hevði skorið játtanina til
skúlan við 2,2 mió kr, og
at okkurt drastiskt mátti
gerast fyri at fáa játtanina
at hanga saman fyri alt
árið.
Formaðurin í fíggjar
nevndini var tá í bløðunum
og vísti á, at játtanin til
lønir var 1,2 mió kr hægri í
2009, enn brúkt var til
lønir í 2008, soleiðis hev
ur undirritaða eisini skilt
tað. Er tað so, hongur tað
ikki saman, at samstundis
sum lønarpuljan veksur við
1,2 mió frá 08 til 09, at
fólk so verða søgd upp fyri
at fáa játtanina at hanga
saman. Í útvarpinum leyg
ardagin segði landsstýris
kvinnan, at MMR hevði
valt at koyra nóg nógvan
pening uppá til lønir, ikki
tí at hetta skuldi gjaldast
sum lønir til starvsfólkini,
men tí at hendan upphædd
in skuldi nýtast til annan
rakstur hjá skúlanum. Var
hetta rætt skilt, er hetta ein
sera óheppin mannagongd,
sum MMR hevur valt.
Hetta gevur jú lóggevandi
valdinum eina heilt skeiva
og pyntaða mynd av, hvat
landsstýrið ætlar.
Higartil er skotið viðvíkj
andi sparingum á vinnu
háskúlanum vent móti fyrst
og fremst fíggjarnevndini
og harnæst løgtinginum,
men tað er mangt sum
bendir á, at hundurin liggur
grivin aðrastaðni í skipan
ini, og at tað er neyðugt at
finna hann, til tess at fáa
rætta møguligar villur.
Tí soljóðandi spurning:
Hví hava 3 til 4 fólk á
vinnuháskúlanum fingið
ætlanarskriv um uppsøgn,
tá ið skúlin hevur fingið 1,2
mió kr meira játtaða til løn
ir í ár enn brúkt var í 2008.
Í útvarpinum kom eisini
fram, at bachelor útbúgv
ingin mátti útsetast, tí játt
anin var skorin, og at man
ikki ætlaði at taka maskin
istar inn í ár, tí játtanin var
skorin í mun til tað sum
biðið var um. Men í við
merkingunum í álitinum
frá fíggjarnevndini stendur
at: “Landsstýrið hevur
boðað frá, at skúlin bert fer
at taka lesandi inn eina
ferð árliga, og ætlanin við
einum fyrireikingarflokki
til hægri lestur verður ikki
sett í verk í 2009 “ hetta
boðaði landsstýrið frá væl
áðrenn nøkur skerjing varð
framd og áðrenn álitið frá
fíggjarnevndini kom til 2.
viðgerð.
Tað vil siga, at um tekst
urin í viðmerkinugunum í
álitinum er rættur, var
ongantíð ætlanin hjá
MMR, at vinnuháskúlin
skuldi byrja bachelor
útbúgvingina í ár. So tað er
ikki har, at sparingin rakar.
Hóast hetta hevur verið
nýtt sum grundgeving!
Men so er tað maskin
istaútbúgvingin. Hon er
neyvan umfatað av orð
ingini um, at skúlin bert fer
at taka lesandi inn eina
ferð árliga. Tær viðmerk
ingarnar verða, sum eg
skilti tað, meintar við
maskinmeistaraútbúgving
ina og navigatørútbúgving
ina, sum vanliga tóku
næmingar inn tvær ferðir
árliga.
Tað vil siga, at skúlin,
sum vanliga tók maskin
istar inn á hvørjum ári,
hevur valt at sleppa hesi
útbúgvingini í ár orsakað
av sparingum. Verður sagt!
Tí soljóðandi spurningar
Hvussu nógv sparir skúlin
við ikki at taka ein maskin
istaflokk inn í ár.
Er ongin møguleiki fyri
at finna hendan pening á
verandi játtan, tá ið hugsað
verður um, at játtanin til
lønir er 1,2 mió kr hægri í
2009 enn í 2008?
Hesir fyrispurningar
verða settir Helenu Dam á
Neystabø í løgtinginum
mikudagin.
Vinnuháskúlin ein undir vangan!
AnnitA á
Fríðriksmørk
Henda rætt hava okra fólka
valdu og embætisverkið
langt síðan tryggjað teim
um við at hava samtykt, at
eisini Føroyar skulu vera
partur av tí norðurlendska
dubultskatta sáttmálanum.
Ein útlendsk fyritøka,
sum er sáttmálabundin til
eitt ávíst arbeiði í Føroy
um, er ikki skattskyldug í
Føroyum, um hon lúkar
treyturnar í norðurlendska
dupultskattasáttmálanum.
Útlendsk arbeiðsmegi
sum kemur til Føroyar,
antin í starvi hjá t.d. TG
Verk ella í starvi hjá útlend
skari fyritøku, sum kemur
her, sum sáttmálabundin
undirarbeiðstakari hjá t. d.
TGVerk, er heldur ikki
skattskyldug í Føroyum,
um hesi arbeiðsfólk lúka
treyturnar í norðurlendska
dupultskattasáttmálanum.
Hesar fyritøkur skulu tí
ikki gjalda lønir gjøgnum
ta føroysku skattaskipan
ina. Tær gjalda lønir sum
vanligt gjøgnum skipanina,
sum er galdandi í tí landi,
har fyritøkan er skrásett.
Tað sum er skrivað oman
fyri kunna øll fáa staðfest
við at venda sær til TAKS
og biða um avrit av hesum
sáttmála.
Tað kundi tí verið eitt
uppskot at hesir fingið sær
eitt avrit Vinnumálaráðið
Løgtingslimir vinnu
húsið Arbeiðsmannafeløg
Fjølmiðlafólk. Setið
tykkum í samband við
TAKS og fái eitt avrit.
Tað almenna Føroyar, og
okur stuðla hesum, hevur
samtykt, at føroyingar
skula hjálpa til at fáa
grannan aftur á føtur.
Hesin liggur í løtuni.
Tí kann tað ikki vera
meiningin at seta lógir í
gildi, sum beinleiðis forða
hesum.
Sambart norðurlendskari
hugsan skal norðurlendsk
arbeiðsmegi og fyritøkur
kunna ferðast frítt millum
norðurlond.
Føroyar eru partur av
hesari hugsjón. Tí kunna
okur ikki fara at lóggeva
ímóti hesari hugsjón! Tað
ber ikki til.
Mín áheitan til okra
fólkavaldu vil tí vera, latið
vera við at gera annað enn
at biðja TAKS halda eftur
lit við at landsins skattalóg
ir vera hildnar, tá ið útlend
skar fyritøkur og arbeiðs
fólk koma hendavegin.
Hettar kan gerast við at
biðja um avrit av sáttmál
um v.m. allar útlendskar
fyritøkur skulu M.V.G.
skrásetast í Føroyum.
Um tær ikki hava sátt
mála, sum uppfyllur treyt
urnar í dupultskattasátt
málanum, eru tær skatt
skyldugar í Føroyum frá 1.
degi at rokna.
Hettar kann TAKS gera
teimum greitt og syrgja
fyri at hettar verður
yvirhildið.
Um útlendska fyritøkan
gerst skattskyldug í Før
oyum, skal øll lønin gjald
ast umvegis ta føroysku
skattaskipanina.
Tá skuldi verið møguligt
hjá politikkarum at kunna
staðfest, um tað eru lønar
viðurskiftini í t. d Íslandi,
sum gera at føroyskar
fyritøkur ikki longur
tykjast vera kappingarførar.
Mest sum yvir eina nátt.
Livst so spyrst.
Íslendskar byggifyritøkur og íslendskir handverkarar
eru møguliga ikki skattskyldigur í Føroyum
verkfrøðingur
tom silvurdAl
Hvalba er ein av vakrastu
bygdum í landi okkara.
Grønt, slætt og frítt er fyri,
bæði í eystur og vestur. Eitt
vakurt útsýni eystur í hav,
har Lítla Dímun við sínum
serstaka, vistfrøðiliga fen
aði, hevjar seg upp úr Suð
uroyarfirði. Bygdin eigur
eisini raskar, dugandi sjó
menn, ið hava dirvi og
áræði at taka stig og fara
undir virksemi, og sum
vága fyri at vinna. Tað vísa
eitt nú trolararnir, sum
bygdin beint nú hevur ogn
að sær, hóast búskaparlig
myrk skýggj á luftini.
Prosentvís eiga teir flestu
trolarar í landinum, sum
eisini eru av bestu fiski
skipum. Tí eigur ein slík
bygd at fáa bestu sømdir,
so at virksemi og trivnaður
mennast.
Men projektið við einum
eftirskúla, sum ætlanin er
at byggja í bygdini, er
oyðslaður peningur. At
tveita 90 milliónir niður í
ein eftirskúla í Hvalba ella
hvar hann nú skuldi staðið
í landinum, er ikki serliga
skilagott. Vit hava roynt
føroyskar eftirskúlar í
Danmark, enntá tveir, fyrst
í Genner í Suðurjúttlandi,
síðani var flutt til Hygum í
Vesturjúttlandi, har undir
vísingin helt uppat á heysti
1999, tá skúlin læt aftur, tí
næmingatalið var fallið so
nógv, at fíggjarligt grund
arlag var ikki at halda fram
við virkseminum. Báðir
skúlarnir eru sostatt dottnir
niðurfyri. Aðrar orsøkir
fyri at skúlin ikki gekk,
skulu vit ikki koma inn á.
Men fryktast kann fyri, at
tað sama hendir við einum
slíkum skúla í Føroyum,
um hann so stendur í
Hvalba, Sandavági, Leir
vík, ja, ella í Havn. Vit
skulu hava í huga, hvat tað
er fyri aldursbólkur, sum
skal heimanífrá og ikki
sleppur til hús aftur í eina
viku. Nøkur føroysk ung
fólk velja kanska at taka
eina 9. ella l0. floksroynd á
donskum eftirskúla, men er
hetta talið ikki minimalt?
Og hvussu mong fara í
hesum tíðum at leita sær til
onkra ávísa bygd í Føroy
um at ganga í skúla? Sum
er, eru trupulleikar, bara
grannabygdir leggja skúlar
saman, tí frástøðan frá
heiminum gerst ov long.
Skal farast undir ein
slíkan veldigan skúla
bygning, átti í hvussu so er
í fyrsta umfari verið gjørd
ein royndartíð, um grund
arlag og áhugi er fyri hon
um. Tað hevði møguliga
borið til at brúkt part av
bygdarskúlanum, ella
leigaði hølir, t.d. er ein stór
ítróttarhøll í bygdini, sum í
eitt skiftið kundi verið inn
rættað til endamálið. Tí
verri standa eisini nógv
sethús tóm í Suðuroynni.
Tað hevði borðið til at leig
að okkurt av hesum til
næmingar hvussu mangir
teir nú verða, ið koma
aðrastaðni frá úr landinum.
Hetta hevði so kosta nógv
ar tíggjutals milliónir
minni. Tað hevur so altíð
verið hildið skilagott at
royna seg fram og at
byggja seg upp frá grund
ini. At gera skorsteinin
fyrst, er ikki so klókt.
Gerst skúlin tann succes,
ið onkur møguliga heldur,
ja, so kundi verið farið
víðari. Tó kann væntast, at
ein slíkur skúli verður bara
eitt upplop, síðani kemur
bygningurin at standa sum
eitt av teimum nógvu ræð
andi minnismerkinum
kring landið ið standa,
ella liggja og minna á
skeivar millióna íløgur.
Tær 90 milliónirnar
høvdu nokk komið til
størri nyttu í Hvalba, um
tær vóru brúktar til eitt nýtt
berghol, at bøtt um havna
lagið, og aðrar skapandi
íløgur í bygdini. Hvalba
fekk fyrsta tunnil í Føroy
um fyri skjótt 50 árum
síðani. Hann er als ikki
tíðarhóskandi, tí hann er
ikki gjørdur til ta ferðslu
og til tað flutningsmynstur
sum í einogtjúgundu øld
fer fram uppi á landi.
Hvalbingar fara nokk at
klára seg so leingi nakað er
at taka upp úr havinum.
Men ein eftirskúli fer ikki
at menna bygdina, so mik
ið eru tíðir broyttar síðani
háskúlatíðina "i de gode
grundtvigske dage".
Eftirskúli í Føroyum?
John s.
myllhAmAr