Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 • 11. feb. 2009 MIÐvIkaN 25 dynamitti brúkt fyri at spreingja ísin sundur. Síðani blivu ísstykkini sleipað út úr víkini. Hetta arbeiðið tók hópin av tíð. Tá ið hetta var liðugt, var farið at rógva út, og fiskiskapurin var eisini góður ta fyrstu tíðina. Syrgiliga vanlukkan Um hálvan juni hendi ein syndarlig og óhugnalig vanlukka. Tað var soleiðis, at í víkini hjá okkum vóru trý konufólk, ið vóru kokkar. Við hinum báðum bátunum var ein víkagenta við hvørjum báti. Kona mín var við okkum. Hon hevði búð í Vík, har pápi hennara var lærari eitt skifti. Við tveimum víkabátum í sunnaru havn vóru eisini víkagentur kokkar, so tær fýra kendust væl. Ein av gentunum i sunnaru havnini, Diana Jacobsen, hevði ein dagin verið og vitjað í víkini hjá okkum, meðan bátarnir vóru á útróðri. Tað var av allar fínasta veðri, tað var eisini hásummar. Diana var farin avstað aftur um kvøldið. Tað vóru umleið 20 minuttir at ganga ímillum báðar havninar. Tað var gott at ganga. Tað var heldur ikki villingarsamt og helst ikki á veg til ta sunnaru havnina, hagar hon jú var farin. Har sóust skúrarnir hvørja ferð ein kom uppá ein heyggj. Í hinari víkini hjá okkum var eitt sindur øðrvísi. Her sóust skúrarnar ikki fyrr enn ein stóð uppi yvir teimum, tí at teir lógu aftur undir einum hamara. Umleið hálvgum ellivu á kvøldi, kom báturin, sum Diana var kokkur við, at spyrja eftir henni. Kona mín segði so sum var, at hon var farin frá okkum um fimmtíðina um kvøldið. Tað var so farið at leita. Ljóst var sum um dagin og fínasta veður. Tað bleiv leitað fyrst alla náttina, so í eina heila viku. Løgreglan úr Godthåb kom eisini uppí við hundum. Einki var at finna. Einasta spor var, at tað sást, at hon hevði gingið tvørtur um eina fonn. Tað var ein stór gáta, hvat ið kann hava verið hent gentuni. Sum leiðin lá millum víkirnar var tað roknað sum ósannlíkt, at hon var farin til sjós. Henda gátan er ikki svarað enn, og verður tað neyvan, nú so langt er fráliðið. Henda hending loypti eisini so stóran óhugna og ótrygd á okkum øll. Serliga var hetta á teir, sum høvdu kvinnur sum kokkar. Tær vóru jú eftir á landi, meðan vit sjálvir vóru á útróðri langar leiðir. Í mínum føri hevði eg konu og ein lítlan son við, so hetta var í tonkunum allan dagin. Vit vistu jú ikki, hvat ið var hent. Og eingin dugdi heldur at hugsa sær nakra rímuliga frágreiðing uppá tað, sum hent var. Fyri mítt viðkomandi gjørdi hetta, at eg royndi at koma aftur at landi, áðrenn myrkt var, hóast at hetta hendi í ljósum. Niels Jacob Nielsen av Strond­ um greiðir frá, at hann hendan lagnudagin lá sum skipari við Havfrúnni út fyri Fiskanesinum. Hann lurtar tilvildarliga á fiska­ bylgjuni og hoyrir Seagul rópa, um nakar hoyrir hann. Niels Jacob svarar aftur, og tá er trupulleikin, at Seagul sum siglir við fiski millum Gretufjørðin og Føroyingahavnina og lá inni í Gretugjørðinum, hevur roynt at koma í samband við løgregluna í Godthaab, men hetta var ikki eydnast. Niels Jacob fekk so fatur í Godthåb og politinum har. Teir vildu hava meira at vita um tað, sum var hent. Hetta endaði so við, at teir fingu eina rás, har teir kundu samskifta beinleiðis. Niels Jacob kendi Dianu, tey vóru trýmnenningar. Drongur hennara Gutti var við í Gretufjørðinum, og tey skuldu giftast, tá ið tey komu heim aftur. Sama dag sum Diana hvarv hevði mamma hennara lagt brúðar­ útstýrið á blik! Gutti er eisini deyð­ ur nú, og hann giftist ikki. Niels Jacob sigur sum onnur ið kendu Dianu, at hon var eitt deiligt menniskja. Heim um heystið komu vit við Nansy S. úr Svendborg. Við hetta summarið vóru umframt meg og Matea, Símun Joensen og Elias Antoniusen av Tvøroyri og eisini Egede Motsfeldt av Fiskanesi. Aftur í Føroyingahavnini Í 1967 eri eg aftur í Føringahavn­ ini. Eg seldi skúrin hjá mær í Grátufjørðinum til tveir sumbing­ ar. Teir áttu ein bát, sum æt Brúnaberg. Teir vóru í sunnaru havn summarið fyri. Eg flutti so aftur í Føroyinga­ havnina. Har dámdi mær eisini betur, tá ið saman um kom. Eg var betur kendur har, og har var høgligari í allar mátar. Eg hevði jú verið so nógv ár í Føroyinga­ havnini. Hetta summarið var lítil manning við. Eg fór einsamallur úr Føroyum yvir til Grønlands. Pápi mín var farin at sigla við einum báti, sum sigldi við frakt har uppi. Hetta var fyrrverandi Norðberg, sum nú kallaðist Sadelen. Martha og Arne, móður og sonur, úr Fiskanesi vóru í skúrin­ um, sum pápi mín átti í Dagmars­ vík, og sum hann var vanur við at brúka, tá ið hann róði út. Eg var so í hesum skúrinum hetta summarið. Arne kom at rógva út við mær og Martha var kokkur. Arne var bara 15 ár tá. Hann var so við mær nakað út á summarið. So bleiv hann sjúkur í hondini og mátti gevast. Arne og Martha komu til Føroyar at búgva. Martha doyði fyri nøkrum árum síðani. Nú lá tað so væl fyri, at pápi mín beint tá var farin av bátinum, sum hann sigldi við. Hann kom so at rógva út við mær. Vit róðu so út tveir einir tíðini, sum eftir var. Hetta summarið róði eg fyri tað mesta út á Fiskanesbankan. Har var so lagaligt at liggja og reka. Teir fiskarnir, vit fingu, vóru yvirhøvur stórir, so tað hildnaðist væl, um man nabbaði eitt sindur. Fiskað var hampuligt í mun til manningina. Vit vóru jú bara tveir menn fyri alt summarið. Vit fingu 56.415 kg í ráfiski. Tað gav til samans 28.207,50. kr. Útreiðsl­ urnar blivu sjálvandi størri pr mann, tá ið vit vóru so fámentir. Hevði tað verið sum heima í Føroyum nú, so hevði inntøkan verið stór. Hetta summarið vóru vit um­ framt meg sjálvan Arne Stefani, Fiskanes, Jens Kristian Petersen, Froðba og Martha Stefani, kokkur, Fiskanes. Seinasta árið í Grønlandi Í 1968 var eg eisini í Føroyinga­ havnini, og hetta var eisini seinasta árið, eg var í Grønlandi. Vit vóru tríggir menn. Tað var hampuliga góður fiskiskapur at byrja við. Men hetta summarið bleiv eitt ísár. Ísurin kom einaferð í juni mánað, og hann stongdi alla Føroyingahavnina. Tað vóru nakrir bátar, sum troðkaðu seg ígjøgnum ísin og fiskaðu út frá Godthåb. Men hetta vóru mest Nordafarbátar. Teir høvdu dekk, stýrihús og lugar og vóru sostatt liviligari at liggja úti við. Men hetta hevði eg ongan hug til, og hetta var saman umtikið eitt miseydnað ár. Við vóru umframt meg sjálvan Óli A. Stakslíð, Tjørnuvík og Johannes Johannesen, Kollafjørð. Strævin men góð tíð Sum áður sagt frá, var eg við pápa mínum til og við summarið 1957. Í 1958 keypir hann bátin Fleyr frá Niels Juel Mortensen á Tvøroyri. Pápi mín rør so út við Fleyr summarið 1958, og eg fari so at rógva út við gamla Boga. Um heystið, tá ið vit fara heim, verður ➘ Her eru vit við at draga tilfarið inn til skúrin. Til vinstru Jens Kristian, eg sjálvur aftast til vinstru, og tríggir grønlendingar, sum vóru við Líðarenni Líðarenni bleiv vetrarfortoyaður, tá ið hann hevði brotið motorin í Sprittvíkini. Her er hann innifrystur. Arne stendur og vísir einum báti, hvussu hann skal leggja at Laksáfossur á veg til Fiskanes. Í stýrihúsinum Árni í stýriborð og Jacob Poulsen í bakborð. Frammanfyri í bakborð kona Jacob. Longri frammi í stýriborð Dánial Jacob Petersen, og í bakborð, frammanfyri, Jens Kristian við einum kaffikrússi. Árið er 1969 Hetta kortið vísir tey flestu av teimum plássum, sum Anton umrøður