Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 26 nr. 29 • 11. feb. 2009 gamli Bogi seldur, og vit byggja okkum hvør sín bát. Báturin hjá mær fær navnið Bogi og tann hjá pápa mínum far navnið Magnus Heinason. Hann rør so út við honum til og við summarið 1962. Samstundis hevur hann Fleyr summarið 1960 við aðrari manning, men selur hann í 1961 til ein danskara í Godthåb. Jacob Tindalíð úr Vági rekur nú Magnus Heinason summarið 1964, tí nú hevur pápi mín keypt Líðarenni úr Vági, sum Jaspur Tausen er komin yvir til Grønlands við. Hann var merktur líka undir 20 tons. Jaspur kom eisini yvir við Norðberg, sum fær navnið Sadelen. Hetta var eitt fjall á Godthåbs­ leiðini. Tað var fyrr brúkt sum ýti av skipum, sum sigldi upp á Godthåb. Fjallið var eisini ýti hjá bátum, sum róðu út í Føringahavnini. Harry Johannesen, beiggi Berint í Kollafjørði, keypti bátin og brúkti hann at sigla við frakt á vesturstrondini á Grønlandi. Norðberg var størri bátur enn Líðarenni, kanska eini 80 tons. Tað var við honum pápi var við, tá ið hann kom at rógva út við mær. Pápi selur nú Magnus Heinason um heystið í 1965 til Sofus Davidsen úr Æðuvík, og hann fær nú navnið Sjóblomstrið. Pápi mín var við Líðarenni til fiskiskap summarið 1963. Palle Nielsen, Palle hjá Mikkjal í Geil, var skipari. Um veturin í 1964 til hann um heystið í 1967 kemur heim, er hann í Grønlandi. Har siglir hann nakað við frakt um veturin fyri Grønlands Tekniske Organisation við olju, salti, og tílíkum frá Godthåb til Fiskanes. Um summarið fer hann at sigla fyri Nordafar við fiski frá bátunum í Grátufjørðinum norður til flakavirkið í Føroyingahavnina og við útgerð suður aftur, so sum bensin, proviant og annað. Hann siglir eisini somu rutu at byrja við summarið 1965, inntil sluppin Seagul tekur yvir. Tá var Líðarenni blivin ov lítil. Tað vóru blivnir fleiri bátar, sum róðu út. Ein sumbiarbátur hevði verið okkurt ár framman undan, tá vóru teir til saltfisk. Tað var í skúrinum hjá teimum, ið vit búðu summarið 1965. Hin báturin var víkabátur. Líðarenni er so til útróður restina av summarin­ um við pápa mínum sum formanni. Jóan Jakob Simonsen úr Sandavági var ein av manningini. Hann hevði árini framman undan verið eitt slag av umboðsmanni fyri útróðrarmennirnar í Føroyinga­ havnini. Hann var ógvuliga góður at heita á. Tá ið vit til dømis vóru seinir aftur um kvøldarnar og tørv­ aðu nakað, so fekk hann fatur á tí. Bakur kemur til hjálpar Um summarið í 1966 er Líðarenni eisini til fiskiskap við pápa mínum sum formanni, til hann einaferð í august mánað brýtur motorin. Teir vóru tá staddir nakað norðan fyri Grátufjørðin. Hetta er nakað seint á kvøldi og svart í mjørka. Teir flestu bátarnir vóru aftur­ komnir, men Bakur, sum John Dam førdi, hoyrdi tá ið Líðarenni kallaði og bað um hjálp. Teir vóru staddir á Fiskanesbankanum. Hetta var í seinastu løtu. Beint eftir, at teir høvdu havt samband, misti Líðarenni streymin. Bakur setti fulla ferð á eftir tí peiling, sum hann fekk, og tað gekk skjótt, til hann kom beint á teir. Men tá vóru teir eisini komnir tætt í land. Bakur sleipaði teir so norður í Føroyingahavnina til smiðuna har. Men tað vísti seg, at skaðin var so stórur á motorinum, at tað loysti seg ikki at gera motorin aftur hetta heystið. Hann bleiv so vetrarfortoyaður úti í Føroyingahavnini, í Spritt­ víkini, sum teir kalla. Men har fór ísurin við honum um veturin ella kanska um várið. Í 1967, frá onkuntíð um várið og til einaferð í augustmána, siglir pápi sum sagt við Sadelen, sum Harry Johannesen eigur og førir. Hann rør nú út við mær restina av summarinum. Í 1968 keypir hann frá Nordafar Nordafarbát nr 2, sum fær navnið Laksafoss. Hann er ein av teimum bátun­ um, sum Nordafar hevði latið byggja. Teir fyrstu Nordafarbátar­ nir vóru umbygdir nótabátar. Hesir bátar høvdu stýrihúsi har frammi, meðan teir, sum Nordafar lat byggja, høvdu stýrhúsið har afturi. Hesum bátinum róði hann nú út við um summari, og um veturin er hann aftur í Grønlandi og fiskar laks við honum, til hann um heysti kemur heim við Laksafossi. Hann rør nú út við honum til hann føstulávintsmánadag í 1975 í fínasta veðrið verður ásigldur út fyri Tvørafjørði. Pápi druknaði og hann kom tískil at enda sítt lív á sjónum. Hetta er so nakað av tí, sum eg minnist frá útróðrinum í Grønlandi. Tøkk til Anton Útróðurin í Grønlandi fer nú at halla. Í 1968 var seinasta árið hjá mongum havnum. Í 1969 og 1970 góvust teir í øðrum. Hildið var á til 1975 í Føroyingahavnini. Vit takka Anton fyri hesa frá­ søgn. Vit vita, at mong hava lisið hana við áhuga og hava verið fegin um hana. Tað er gott at vit hava menn sum Anton, sum minnist so væl til, og sum tí kann geva eitt slíkt íkast til okkara fiskimannasøgu. Himmelbjerget í Føroyingahavnini. Navnið kom nokk av hæddini. Handilin var í niðastu hædd í høvuðsbygninginum, skrivstovur vóru í endunum. Í erva vóri íbúðir til stjóra og skrivstovufólk Á molanum í Havn. Olaf Petersen, kendur lærari á Argjum, við abbadótrini í Súsannu hondini, og Oddvør við lítla Olaf á arminum. Hetta er frá eini heimkomu í 1965 ella 1966 Hetta er norðara havn í Grátufjørðinum. Tann ovasti skúrurin til vinstru er skúrurin hjá sumbinginum, sum vit vóru í tað fyrsta árið. Tann næsti er skúrurin hjá Grana. Fram við sjónum til vinstru er skúrurin sum eg innrættaði, og skúrurin hjá Ravni. Brúnna lat Nordafar gera Komandi partur Í komandi parti verður frásøgn frá sjómannalívinum hjá Tollakk Dam úr Kollafirði, sum eisini róði út í Føroyingahavnini. Eisini verður frásøgn hjá Malmberg Simonsen og øðrum Diana arbeiddi hjá Otto Reinert í Havn, tá ið hon var biðin um at koma til Grønlands. Henda vanlukku dagin hevði hon gjørt døgurðan kláran at seta útá. Hetta var kalvi. Hon hevði vaskað klæði og hevði hongt tey at turka. Hon hevði hongt kittilin uppá pláss, og var so farin yvir í hina víkina við stokkum. Tá ið menninir vóru væntaðir aftur segði hon Matheu farvæl og fór avstað at seta døgurðan útá. Hon sást ikki aftur