Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. februar 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 11. februar 2009 27 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Bestur í Afrika Emmanuel Adebayor úr Togo, sum spælir við Arsenal, varð í gjár kosin ársins fótbóltsspælari í Afrika í 2008. Fýra ferðir á rað hevur Adebaoyr vunnið heitið sum besti spælarin í Togo, og tí var talan sjálvandi um heilt serliga løtu hjá Adabayor. Næstir honum í atkvøðu­ greiðsluni komu Moha­ med Aboutrika úr Egypta­ landi og Michael Essien úr Ghana. Sendast í skammi­ krók IFAB, sum er samstarvs­ felag millum bretsku fót­ bóltssambondini og FIFA, fer á komandi fundi sínum, sum verður tann 28. februar, at tosa um møguleikan at herða revsingina fyri gul kort. Hetta við at nýta tíðarav­ markaða útvísing, soleið­ is sum tað verður gjørt í eitt nú hondbólti. Um­ framt hetta fara limirnir í IFAB eisini at tosa um møguliekan at leingja hálvleikssteðgin og at hava fýra útskiftingar heldur enn tríggjar. Notod­ den vil hava Jónas Norska felagið Notodden er áhugað í gera sáttmála við føroyska landsliðs­ spælaran Jónas Tór Næss. Notodden er felagið, har Símun Samuelsen áð­ ur hevur roynt seg, og nú eru norðmenninir sinnaðir at fáa ein annan føroyskan spælara til felagið. Tað er Jónas Tór Næss, sum í fjør spældi fyri NSÍ. Jónas hevur áður roynt seg í donskum feløgum. ­ Vit hava verið í sam­ bandi við umboðsmannin hjá Jónas, men enn eru vit ikki komin til nakra niðurstøðu, sigur Kjetil Kvaale, dagligur leiðari í Notodden, við Tele­ marksavisa. Átta kvinnur og níggju menn tóku um vikuskiftið lut á B1- venjaraútbúgvingini hjá FSF Fótbóltur www.football.fo FSF hevði bjóðað til venj­ araskeið serliga fyri kvinnur, og 9 kvinnur kring landið tóku av tilboðnum um skeið­ ið, ið er tað fyrsta í venjara­ útbúgvingini hjá FSF. ­ Tað er ikki tí, at hetta skeiðið er øðrvísi enn hini B1 skeiðini, vit halda. Men vit hava valt at hava eitt serligt skeið fyri kvinnur, tí vit ynskja at fáa fleiri kvinn­ ur at taka á seg venjaraupp­ gávur í feløgunum, og roynd­ irnar vísa, at tað er lættari at fáa kvinnurat koma á skeið, um tær vita at aðrar kvinnur eru við eisini, sigur Virgar Hvidbro, sum er útbúgvingar­ samskipari hjá FSF. Við tað at eftirspurning­ urin at koma á venjaraskeið er rættiliga stórur, sluppu 8 mans á bíðilista eisini við til skeiðið, sum varð hildið farna vikuskifti. Komandi vikuskiftið verð­ ur aftur eitt B1 skeið, og tað hevur leingi verið fulltekn­ að. B1 venjaraskeiðið tekur útgangspunkt í venjing av smáum børnum. Evnið er grundleggjandi venjing og barnafótbóltur. Til praktisku venjingarnar á Niðara Vølli í Gundadali høvdu feløgini AB, B36 og HB funnið børn og ung, ið vóru sinnað at gera eftir boðunum hjá komandi B1­venjarunum. Mest sum javnstøða Skelkurin er stórur í Ungarn og Rum- enia, eftir at 26 ára gamli rumenski landsliðsspælarin, Marian Cozma varð myrdur í Ungarn. Tveir av liðfeløgum hansara vórðu eisini álvarsliga løstaðir av drápsmonnunum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hendingin fór fram í Vez­ prem, sum liggur sunnanfyri Budapest, mánakvøldið. Fleiri av spælarunum hjá MKB­Vezprem vóru farnir ein túr í býin, eftir at ein teirra hevði hildið barnaføð­ ingardag. Og tað var á ein­ um náttklubba, at róliga náttin gjørdist til eina óhugnaliga marru. Marian Cozma var á dansigólvinum saman við gentu síni, tá ein bólkur upp á 30 mans fór at gera um seg í náttklubbanum. ­ Eingin av okkara spælar­ um gjørdi nakað um seg, men brádliga varð Cozma álopin, sigur Akos Hunyad­ falvy, forseti í MKB­Vesz­ prem. Cozma varð knívstungin í hjartað fleiri ferðir, og hóast hann varð fluttur á sjúkrahús alt fyri eitt, máttu læknarnir staðfesta, at lívið stóð ikki til at bjarga. Við sínum 212 sentimetrum var Cozma ein spælari, sum fólk løgdu til merkis. Hann spældi við í HM­kappingini, sum varð spæld fyri tveim­ um vikum síðani, og eitt av feløgunum, sum nú royndi at fáa undirskrift hansara, var spanska Barcelona. Tveir av liðfeløgunum hjá Cozma vórðu eisini álv­ arsliga løstaðir í hendingini. Kroatiski málverjin, Ivan Pesic, varð lagdur undir skurð, og er annað nýra hjá honum tikið burtur. Og serbiski Zarko Sesum, sum varð sparkaður til óvit, breyt kjálkabeinið. Hendingin hevur sent ein skelk ígjøgnum alt ung­ verska samfelagið. Tibor Draskovics, lógarmálaráð­ harri, kallar hetta fyri eitt álop á samlaða ungverska samfelagið, og framman fyri høllina, har Veszprem spælir sínar heimadystir, savnaðust túsundtals áskoð­ arar í gjárkvøldið. Tað eru serliga tríggir mans, sum eru undir ill­ gruna fyri drápið. Tveir teirru eru nú handtiknir í Wien. Tá ítróttin verður gloymd Túsundtals fólk savnaðust á gøtuni í Vezprem at minnast Marian Cozma Mynd: Polfoto/AP