Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 185 - 26. september 2001 Nr. 185 - 26. september 2001 11 Sunnudagin ella mánadagin varð borururin umborð á West Navion steðgað- ur eftir eina tveir mánaðar drúgva boring. -Hetta hevur tøkniliga sæð verið ein sera áhugaverdur brunnur er tað einasta vit fáa John Thorogood, bori- stjóra at siga. Olju- málstýrið fer helst í dag at kunngera úrslitið av BP- boringini. Og tað fer møguliga at líkjast úrslitinum av Statoilboringini tó nakað væl betur OLJULEITING Jan Müller BP er givið at bora á før- oyska landgrunninum á hesum sinni. John Thoro- good, boristjóri sigur við Sosialin, at teir góvust at bora fyri nøkrum døgum síðani. Nú gera teir seinastu mátingarnar í brunninum og seinni í vikuni verður so proppur settur í holið og farið verður frá hesum brunnimnum med alla. Hetta er vanliga manna- gongdin fyri alla slíka boring. Um so er at olja er funnin verður borað av nýggjum. Oljumálastýrið fer at koma við eini frágreiðing um boringina hjá BP í dag ella í morgin upplýsir Sú- sanna Sørensen, kunningar- stjóri. John Thorogood vil tí einki siga um úrslitið av boringini men sigur tó, at tøkniliga sæð er Svínoyar- brunnurin sera áhugaverd- ur. – Hesin brunnurin er ein áhugaverd søga fyri BP. Nú BP gavst at bora vóru gingnir júst tveir mánaðir, síðani sett varð á. Hetta er væl longuri enn ætlað, men kemst tað m.a. av, at tey umborð á West Navion hava havt fleiri tekniskar trupulleikar undir arbeiðin- um. Tað hevur ljóðað, hetta fáa vit tó hvørki váttað ella avsannað, at BP og Shell hava ikki gjørt nakað løn- andi oljufund á hesum sinni. Men tað ljóðar eisini, at boringin er meira væl- eydnað enn tann hjá Statoil, tí borurin á West Navion skal vera komin fram á fleiri góð oljuspor. Tey kunnu so bera boð um, at olja er í økinum. BP hevur bundið seg til at bora tveir brunnar aftrat í loyvunum teir hava í Gullhorninum. Nær hesir brunnar verða boraðir veldst sjálvandi um úrslitið av Svínoyarbrunn- inum, men eisini ein brunn- ur, sum verður boraður í bretskum øki í næstum kann fáa týdning fyri ta avgerðina. Eitt møguligt oljufund í bretskum øki tætt upp at markinum kann skunda undir hinar báðar boringarnar hjá BP í før- oyska økinum. Bora nýggjan brunn Nú riggað verður av á før- oyska landgrunninum verð- ur eisini gjørt klárt til eina nýggja boring í granna- lagnum, hesaferð á bretsk- um øki. BP og Shell skulu nevniliga til at bora ein brunn stutt frá markinum í teiginum 204/18. Talan er um Assynt brunnin, ið flestu eygleiðarar meta hoyra til eitt av teimum bestu loyvunum, sum vórðu latin í 19. umfarinum í bretska partinum av Hvíta økinum herfyri. Tað ljóðar, at BP og Shell hava bundið seg til at bora 2-3 brunnar fyri at fáa henda teigin, sum av summum verður mettur sum “diamanturin” í Hvíta økinum. John Thorogood sigur, at teirra metingar um 70% sannlíki fyri at gera eitt lønandi fund í Assynt- brunninum framvegis eru galdandi. Tvs. at tað verður hvørki minni ella størri, nú Svínoyarbrunninum er liðugt boraður. Jarðfrøði- liga sæð er talan um ein sera áhugaverdan brunn. Hann vónar, at West Na- vion verður klárt til at fara undir ta boringina fyrst í næstu viku. Úrslitið av tí boringini fer so at fyriliggja einaferð í november tvs. nakað um sama mundið sum tað hjá Amerada Hess á føroyska økinum. Ein partur av boriútgerðini til ta boringina er longu komin umborð umvegis Runavík. Fleiri spennandi boringar Økið hinumegin føroyska markið verður bæði av oljufeløgum og bretsku stjórnini sera høgt mett og prioriterað, tá tað um fram- tíðar oljufund ræður. Sam- bart oljublaðnum Upp- stream fer Amerada Hess at bora tveir brunnar næsta ár skamt frá føroyska markin- um. Og eisini Texaco, sum hevur fingið fleiri áhuga- verd loyvi í bretska partin- um av Hvíta økinum fer at bora skamt frá føroyska markinum, her serstakliga longur norðuri. Phillips Petroleum, sum somuleiðis fekk tillutað lisens sunnan fyri markið, fer helst at bora næsta ár. Tað er greitt, at allar hes- ar boringarnar, sum jú liggja heilt tætt upp at markinum og føroyskum øki, eiga at hava stóran týdning fyri framtíðar bor- ing og útbjóðingar í før- oyskum øki – eins væl og boringarnar á føroyska landgrunninum hava stóran áhuga og týdning fyri bretskar myndugleikar og oljufeløgini, sum skulu bora bresku megin markið. BP givið at bora John Thorogood, boristjóri hjá BP sigur, at tøkniliga er Svínoyarbrunnurin sera áhugaverdur Mynd Jan Á kortinum síggja vit (sirklar við krossi í) hvar BP hevur borað á føroyskum øki, og hvar nú verður farið at bora í bretskum øki, te. Assyntbrunnurin skamt frá markinum og skamt frá verandi oljufeltum. Longur vestari á kortinum síggja vit, hvar Statoil (sirkul) boraði og hvar Amerada Hess nú borar við markið (sirkul). Pílurin frá myndini av boriskipinum West Navion á bretskum øki vísir brunnin West Nave, ið Conoco boraði fyrr í ár og sum hevur “tight hole” status Alternativ vinna hevur eftir øllum at døma fingið fastatak í Føroyum. Ein av hesum alternativu fyritøkunum kallast Herbalife, og umboð fyri fyritøkuna vóru og kunnaðu føroy- ingar um virksemi seinasta vikuskiftið. Tó sigst fyritøkan longu nú at hava hópin av brúkarum í Føroyum HANDIL Heri á Rógvi Uppskriftin ljóðar rættiliga kend. Vinn hópin av peng- um og fá eitt sunt og betri lív. Nakað soleiðis kann tað vera sagt um fyritøkuna Herbalife, sum er kend víðahvar, og nú eisini royn- ir at gerast stór í Føroyum. Aðalsetningarnir eru greiðir og hugburðin hug- takandi vinarligur móti øllum. Sølukynstrini eru eisini framúr, so tað heila smidliga finnur ein hægri boðskap um betri lív og nógvar pengar. Modernaðu virðini sameind í einari og somu fyritøku. Herbalife byggir sín framferðarhátt á eitt slag av beinleiðis sølu og ”Multi Level Marketing”. Tílíkir framferðarháttir eru eisini kendir frá øðrum fyritøk- um. Tað eru óivað fleiri, sum kenna til fyritøkuna, og fordómarnir eru uttan iva eisini nógvir. Ì útlendskum fjølmiðlum er fyritøkan nakrar ferðir sett í samband við ólógligt virksemi. Fyri- tøkan kveistrar allar ákærur um ólógligt ella óregluligt virksemi til viks. Seinasta vikuskiftið var fundur á skránni og boð vórðu eisini send fjølmiðl- um at fylgja við. Rættiliga strangar reglar gera seg galdandi um, hvat kann verða sagt og skrivað um fyritøkuna, og umboðini kunnu ikki bara uttan víðari siga hvat og hvussu um fyritøkuna. Eitt nú er tað ikki bara líkatil hjá einum umboði at nevna navnið á fyritøkuni í fjølmiðlunum. Vit sleppa tó innum fyri at vita, hvussu eitt tílíkt tiltak fer fram. Betri lív Herbalife hevur sín upp- runa í USA. Tað var amerikumaðurin Mark Hughes, ið setti fyritøkuna á stovn fyri umleið tjúgu árum síðani. Tað var eftir at mamma hansara gjørdist sjúk og endaði við at doyggja orsaka av klænk- ingartablettum á ungum aldri. Eftir sorgarleikin við mammuni, so setti hann sær fyri at hjálpa øðrum at klænka seg á tryggan og úrslitagóðan hátt. Hetta gav eftir øllum at døma tað úrslit, at Herbalife sá dag- sins ljós. Hann byrjaði at framleiða úrdráttur, sum skuldu betra um heilsuna á fólki og hjálpa fólki at klænka seg. Sjálvur hevði Mark Hughes onga útbúgving, men hann settist ikki aftur og ferðaist runt og seldi sínar úrdráttir. Lívið hjá Mark Hughes skuldi eisini vísa seg at enda í einum sorgarleiki. Ì fjør vár andaðist Mark Hughes. Amerikanskir fjøl- miðlar søgdu orsøkina vera eina yvirdosis av tablettum og rúsdrekka. Ì dag er fyritøkan eitt partafelag. Sjálvur átti Mark Hughes bróðurpartin av fyritøkuni, tá hann doyði, og somuleiðis stóð hann eisini á odda fyri fyritøkuni. Fyritøkan nýtir beinleiðis handil og ”Multi Level Marketing” (MLM) sum framferðar- og søluhátt. Skipanin byggir á, at fyritøkan ikki beinleiðis marknaðarførur sínar vørur, men heldur lønar sínum sølufólki. Hesi góðu sølufólk eru oftani vanlig sjálvstøðug fólk, sum virka sum sølufólk. Hesi sølufólk keypa vørur inn og skulu síðani selja vørurnar víðari. Sølufólki verður lønt eftir, hvussu nógv tey selja. Skipanin er eitt sindur fløkt, men fyri at gera tað einfalt, so kanst tú vera bæði seljari og brúkari innanfyri Herbalife. Tað eru seljarnir, sum hava møguleikan fyri at vinna pengar burturúr hesum. Fyri at gerast seljari skalt tú lata eitt byrjunarinnskot og afturfyri fært vørur, og tað eru hesar vørur, sum tú sum seljari skalt selja og harvið vinna pening í egnan lumma. Tey, sum koma uppí Herbalife fáa síðani avsláttur uppá síni innkeyp — alt eftir hvussu nógv verður keypt. Meira tú keypir, meira fært tú í avslátri sum seljari. Mesti avslátturin, ið tað ber til at fáa, er 50 %. Fyri at røkka hesum skalt tú keypa fyri einar 30.000 krónur. Tað ber eisini til at vera brúkari og fáa avsláttur, men ikki fáast við at selja vørurnar víðari. Tann einstaki seljarin kann so selja sínar vørur víðari og fáa nýggjar seljarar “undir seg“. Sølan og keypi hjá hesum geva síðani tí upprunaliga sølufólkinum eitt ávíst nýtslugjald. Tað ber til at fáa sær trý lið av seljarum, har tað upprunaliga liðið fær nýtslugjald. Tess fleiri keyparar og tess fleiri kundar tú fært, tess fleiri pengar vinnur tann ein- staki. Við at fáa 30 kundar ber longu til at vinna nógvan pening, varð sagt á fundinum. Tað er trupult at siga nakað beinleiðis tal, tá tað er alt eftir, hvussu nógv tínar kundar keypa og seljarnir undir tær selja. À fundinum leygardagin var víst á, at tað tað ber til at vinna óføran nógvan pening. Maðurin, sum legði fram segði seg vinnar einar 35.000 kr. um vikuna við at selja vørur frá Herbalife. Hann segði seg nýta einari 40 tímar um vikuna uppá Herbalife. Eg tapti Leygardagin varð skipað fyri einum sonevndum Q.S.T. fundi. Á hesum fundi greiddu nøkur av teimum meira garvaðu innan Herbalife frá um fyritøkuna og hvussu søla og annað fer fram. Eisini var ein løta sett til tey garvaðu at fundast um, hvussu Herbalife kann seljast betri. Hesi hava øll tað til felags, at tey eru á hægsta stiði í avsláttar- skipanini, t.e. 50%. Uppmøtingin var heldur góð henda leygarmorgunin. Eini 40 fólk vóru til staðar, bróðurparturin kvinnur. Fyri at vera við so skuldi tú gjalda atgongugjald. Hvør luttakari var boðin við av onkrum av seljarun- um hjá Herbalife. Til at freista gestirnar meira vóru nøkur fólk komin úr Danmørkini. Hesi skuldu so hvør í sínum lagi greiða frá um virksemi hjá Herba- life. Eisini vóru føroyingar búsitandi í Danmørkini komnir til Føroya. Eftir at hol varð sett á, so var tað ein dani, sum kallast fyri John, ið legði fram. Hann greiddi frá, hvussu hann eftir at hann var vorðin arbeiðsleysur fór at arbeiða við Herbalife, tá hann varnaðist, at hansara lív gjørdist nógv betri or- saka av teirra vørum. Hann greiddi frá um, hvussu søluarbeiðið fer fram og eitt sindur um, hvørjar vørur Herbalife hevur at bjóða uppá. Fyri at freista skaran vísti hann eitt úrval av ”áðrenn og aftaná” myndum, bæði av sær sjálvum og øðrum. Tað hoyrdist eisini, at summir av áhoyrarunum gjørdust heldur bergtiknir av vørunum, sum vórðu lagdar fram. Heldur fløkta avsláttar- og gjaldskipanin hjá Herbalife greiddi hann eisini frá, men hann var væl stuðlaður av einum av hinum gestunum úr Dan- mørkini, sum hvørja ferð steðga varð á sá okkurt skemtiligt við framløguni. Eftir hesa framløguna fingu luttakararnir høvi at kunna seg eitt sindur meira um tær einstøku vørurnar. Fyrireikararnir søgdu seg vera væl nøgdar við til- takið, har endamálið ikki so nógv var at fáa nýggjar kundar, men heldur at kunna um, søgdu tey. Góðkent Tá vørur verða selda á ein tílíkan hátt, so eru tað oftani nógvir fordómar og nógv, sum eru illgrunar- som. Á fundinum leygar- dagin vísti nøkur av um- boðunum á, at allar vør- urnar eru góðkendar av myndugleikunum og allur peningur fer gjøgnum skattavaldið. Seljarnir, sum selja mest, eru allir MVG- skrásettir, siga tey. Allar ákærur um pyramidu virk- semi ella annað ólógligt virksemi verða afturvístar. Herbalife prísar sær sjálv- um fyri at nýta rein náttúru- evni, sum á ongum hátt skaða hvørki menniskju ella náttúru. Herbalife er rættiliga um- fatandi og kent kring allan heim. Árligi umsetningurin var í 1999 17 mia. og tað eru serliga amerikumenn, sum nýta Herbalife. Dan- mark liggur sum nummar 31 á nýtslustiðjanum hjá Herbalife. Ì USA er Herbalife nakr- ar ferðir sett í samband við ólógligt virksemi. Í áttatiár- unum noyddist fyritøkan at gjalda eina bót til ameri- konsku myndugleikarnar. Eisini hesi seinastu árini hevur Herbalife vakt ans í USA. Í 1998 vórðu úr- dráttir hjá Herbalife settar í samband við deyðan hjá einari konu. Somuleiðis vakti tað eisini ans, tá stovnarin av fyritøkuni doyði av einari yvirdosis. Leiðslan í Herbalife vísir á, at fyritøkan ikki kann verða sett í samband við hetta slag av ólógligum virksemi. Grøðandi urtir C M Y K 11 10