mikudagur 26. september 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 185 - 26. september 2001
Nr. 185 - 26. september 2001
13
Fullsett flogfar hjá
Atlantsflog fór í
gjáramorgunin til
Trollhätten í Svøríki
við 85 føroyingum,
sum har skulu síggja
0-hugsjónina – dygga
svenska ferðslu-
trygdararbeiðið – í
verki
FERÐSLYTRYGD
Eirikur Lindenskov
– Eingin dripin og eingin
álvarsliga skaddur í ferðsl-
uni.
Hetta er aðalmálið í 0-
hugsjónini – hugsjónini, ið
Ferðslytrygd
roynir
at
vinna ljóð fyri í Føroyum.
Í 0-hugsjónini verður
ásannað, at vit sleppa ong-
antíð heilt undan, at menn-
iskju gera mistøk – hóast
ferðsluútbúgvingin alsamt
verður betrað. Tí má sam-
felagið gera viðurskiftini í
ferðsluni so trygg, at
menniskjalig mistøk ikki
verða revsað við deyða ella
lívlongum avlamni.
Av tí at tað í ár vóru 25 ár
síðani,
at
Ráðið
fyri
Ferðslutrygd varð sett á
stovn, gjørdi starvsnevndin
av at gera okkurt serligt
átak, ferðsluni at frama.
Sum ein liður í hesum
hevur Ferðslutrygd skipað
fyri eini kunningarferð til
Trollhättan í Svøríki.
Í gjáramorgunin fór full-
sett flogfar hjá Atlatnsflog
avstað við løgtingsmonn-
um, kommunalpolitikarum,
fólki í kommunalu umsit-
ingini, fólki frá Lands-
verksfrøðinginum, umboð-
um fyri Vinnumálsatýrið,
Bileftirlitið,
løgregluna,
koyrilærarar, Strandferðsl-
una, tryggingarfeløg, bila-
sølufólki o. ø. sum hava við
ferðsluna at gera – og um
boðum fyri fjølmiðlarnar.
Luttakararnir komu aftur til
landið í gjárkvøldið.
Endamálið hjá Ferðslu-
trygd er stutt og greitt at fáa
landsins evstu myndug-
leikar at samtykkja ein
langtíðar ferðslutrygdar-
politikk, sum er grundaður
á Null-hugsjónina.
Kendur fyri
trygdararbeiði
Í Trollhättan, sum er kendur
fyri stóru slúsurnar, sum
føra niðan til Väneren,
størsta vatnið í Svøríki, fyri
Saab-verksmiðjuna og fyri
filmsvirksemi, skuldu før-
oyingarnir síggja – og
royna at koyra á – eini
serligari breyt, sum er gjørd
fyri at vísa, hvussu til ber at
betra um ferðslutrygdina.
Seinastu tvey árini er
býurin Trollhättan vorðin
kendur í sambandi við
ferðslutrygdararbeiði. Tað
kemst av, at í einuim býar-
part er sett í verk eitt roynd-
artiltak, nevnt »Demo-
slingen«,
ella
»Noll-
visiondslingen«. Hetta er
liður í arbeiðinum at fremja
Null-hugsjónina,
sum
svenski Ríkisdagurin hevur
samtykt at seta í vert. Har
eru meira enn 100 milliónir
svenskar krónur nýttar at
broyta eitt 40 km langt
vegastrekki soleiðis, at tað
verður so trygt, sum til ber.
Har eru rundkoyringar,
ymisk sløg av ferðtálmum,
tað veri seg bungur, trong-
ar, ymiskt vegtilfar, t. d.
brúgvasteinar í ymiskum
litum o. s. fr.
Tað sum serliga hevur
vakt ans er, at vitjandi fáa
høvi at koyra ígjøgnum
hetta økið við serútgjørdum
bilum. Teir eru m. a. út-
gjørdir við mátara, sum við
signalum frá sendarum í
vegnum kunnu boða bil-
føraranum
frá,
hvussu
skjótt tað er loyvt at koyra í
einum ávísum øki. Mát-
ararnir hava harumframt
samband við seerliga skip-
an í spitaranum, sum ger, at
fert tú upp um loyvda ferð-
markið, verður spitarin
trekur, og tú verður noydd-
ur at trýsta serliga hart á
hann fyri at seta meiri ferð
á.
Royndartiltakið í Troll-
hättan hevur til endam áls
at geva fólki høvi í verki at
gera sínar egnu metingar
um arbeiðið við Null-hug-
sjónini.
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
Higartil eru 230 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum.
Fyrsta ferðsluvanlukkan, ið kravdi mannalív, hendi á
Varmakeldueiði 2. september í 1928. Tá fór ein
lastbilur við trimum monnum út av vegnum, og
førarin doyði.
At hava eina null-hugsjón – at eingin skal doyggja
ella koma illa til skaða í ferðsluni – er eitt sera høgt
mál at seta sær, og mangan verður spurningurin
settur, um til ber at røkka hesum høga máli
Men hinvegin kunnu vit seta spurningin:
– Hvør skal tann næsti verða, sum doyr í
ferðsluni? Skal tað vera eg? Ella tú? Ella onkur
annar…???
Føroyar er einasta
Norðurland, sum als
ongan ferðslutrygdar-
politikk hevur
FERÐSLUTRYGD
Eirikur Lindenskov
– Vit vóru so bláoygd at
halda, at Føroyar kundu
gerast fyrsta landið aftan á
Svøríki í 1995 at samtykkja
ein ferðslutrygdarpolitikk,
sum byggir á Null-hug-
sjónina. Men vit mugu við
skomm ásanna, at Føroyar í
dag er einasta Norðurland-
ið, sum als ongan ferðslu-
trygdarpolitikk hevur, sigur
Petur Jákup Sigvardsen,
formaður í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd.
Petur Jákup Sigvardsen
sigur, at besta gávan, sum
Ferðslutrygd kann fáa í 25
ára
føðingardagsgávu,
hevði verið, at Føroya Løg-
ting samtykti ein ferðslu-
trygdarpolitikk, so vit á
ferðslutrygdarøkinum
høvdu okkurt at hildið okk-
um til. Hann vísir á, at
ferðsluvanlukkurnar
eru
ein
stórur
fólkaheilsu-
trupulleiki.
– Á hvørjum øðrum
fólkaheilsuøki høvdu vit
bara latið staðið til? Hví
góðtaka vit, at so nógv fólk
– oftast ung fólk – á hvørj-
um ári skulu doyggja ella
gerast álvarsliga sjúk av
ferðsluvanlukkum?
spyr
formaðurin í stýrinum fyri
Ferðslutrygd.
Lægri ferð
Málsetningurin
í
Null-
hugsjónini er, at eingin skal
lata lív, og eingin skal fáa
álvarsligan
skaða
av
ferðsluvanlukkum, og at
ferðslan og ferðsluum-
hvørvið skal verða lagað
eftir hesum málsetningi.
Vit mugu alsamt betra
um ferðsluumhvørvið, so at
menniskjalig mistøk ikki
enda við vanlukku, har
onkur má lata lív ella koma
álvarsliga til skaða.
Ein av aðaltáttunum í
Null-hugsjónini er, at 30
km/t verður sett sum al-
ment galdandi ferðmark í
øllum økjum, har tað ikki
ber til at skilja fólk til
gongu og á súkklu burtur
frá bilferðslu
Sambært Null-hugsjónini
eru tað teir álvarsligu
fólkaskaðarnir, sum skulu
fáast burtur. Harvið verður
ikki sagt, at tað ber til at
sleppa undan øllum óhapp-
um og øllum vanlukkum.
Siðfrøðisliga útgangsstøðið
er, at tey mistøk sum vit
menniskju gera, og altíð
koma at gera í ferðsluni,
ikki skulu føra við sær, at
onkur má lata lív ella koma
álvarsliga til skaða.
Ferðsluumhvørvið
má
verða soleiðis skipað, at
menniskjanslig mistøk ikki
enda við vanlukku.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
hevur í fleiri ár í talu og
skrift og á annan hátt roynt
at fáa landsins evstu mynd-
ugleikar at samtykkja ein
langtíðar ferðslutrygdar-
politikk, sum er grundaður
á hugsanirnar í Null-hug-
sjónini, og er skeiði í Troll-
hättan í gjár ein liður í
hesum upplýsingararbeiði.
Skulu vit góðtaka
ferðsludeyðan?
85 føroyingar til Svøríkis
á ferðslutrygdarskeið
Endamálið hjá Ferðslutrygd er stutt og greitt at fáa landsins evstu myndugleikar at samtykkja
ein langtíðar ferðslutrygdarpolitikk, sum er grundaður á Null-hugsjónina. Tað merkir, at eingin
skal lata lív í ferðsluni
Føroyar eftirbátur á ferðslutrygdarøkinum
– Vit mugu við skomm ásanna, at Føroyar í dag er einasta
Norðurlandið, sum als ongan ferðslutrygdarpolitikk hevur,
sigur Petur Jákup Sigvardsen, formaður í Ráðnum fyri
Ferðslutrygd
C
M
Y
K
13
12