mikudagur 26. september 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 26. september 2001
15
15
Í dag letur Sita Rajani
upp nýggjan handil í
SMS. Handilin skal
serliga selja indiskar
gávulutir
Mikumorguin kl. 9.00 letur
nýggjur gávuhandilin upp í
SMS. Tað er Sita Rajani,
sum eigur og rekur nýggjan
og snotiliga handilin, sum
hevur
fingið
navnið
Mango.
Mangi er ein vælsmakk-
andi eksotisk frukt, sum
veksur í India, og tað er
ikki av tilvild, at hetta
navnið verður brúkt til
handilin. Nógvir av teim-
um gávulutunum, sum Sita
fer at selja, eru indiskir og
gjørdir úr mangotræi.
Í nýggja handlinum fer
Sita at selja vørur, sum hon
sjálv flytir inn úr India.
Nevndast kann millum
annað dúkar, seingjarteppi,
møblar og silvur.
– Eg havi verið tvær
ferðir og keypt vørur í
India í ár, og eg havi sostatt
nógv áhugavert og for-
kunnugt. Umframt hetta
verða gávulutir ig vørur,
sum eru keypt í Europa,
eisini at fáa frá mær, sigur
Sita.
Hetta er fyrstu ferð, at
Sita, sum er útbúgvin sum
sjúkrasystur, roynir seg
sum handilsánara. Kortini
hevur hon royndir við sølu,
og í fjør var hon á Torg-
inum í SMS við gávulut-
um.
Eisini hevur hon verið
við á onkrum sølustevnum.
Millum annað í Klaksvikar,
har hon fekk fyrstu virðis-
løn fyri vakrasta básin á
stevnuni.
Nýggi handilin heldur til
á svalanum norðureftir, har
Klivin eisini er.
Sita nýggjan
handil í SMS
Mango fer at serliga at selja
gávulutir, sum eru gjørdir í
India, men annað veðrur
eisini at fáa
Sita Rajani letur nú handil upp í SMS
14
Nr. 185 - 26. september 2001
At starar eru hvítir,
sonevndir albino ella
litloysingar, er sera
sjáldsamt, tí hesir liva
vanliga ikki longi. Ein
slíkur hvítur stari er
tó sæddur síðstu
mánaðirnar, men
sambært serkønum
eru vónirnar um eitt
langt lív smáar hjá
slíkum fugli
FUGLALÍV
Dagfinn Olsen
Í Vági hava fólk lagt til
merkis, at ein hvítur stari
ferðast millum hinar van-
ligu, myskulittu stararnar.
Talan er um ein albino, lit-
loysing.
Hesir eru sera sjáldsamir,
tí stari er eitt fongdýr. Sagt
øðrvísi merkir hetta, at
starin er í vandabólki, tí so
mong eru eftir honum. Til-
tikin er jú smyril í stara-
flokki.
Hevur ongan
møguleika
Jens-Kjeld Jensen, fuglaút-
stappari, sigur, at tað er
sjáldsamt at síggja stara, ið
er albino, tí hesir yvirliva
ikki longi. Annars er fyri-
brigdið albino vanligt, bæði
hjá djórum og fólkum. Ein
100% albino er eyðkendur
við, at lithinnan (iris) í
eygunum er reyð.
Jens-Kjeld Jensen sigur,
at vanligari er at síggja
lunda og onnur fuglasløg,
ið eru albino, tí hesi hava
størri møguleika at klára
seg. Tá smyril t.d. veiðir í
staraflokki, so velur hann
ein at leggja eftir. Tá er
lættast at velja út tann, ið er
hvítur, og sum harvið er so
sera ólíkur hinum í flokk-
inum.
Av tí, at starin verður
veiddur av so mongum,
hevur hann lítlan og ongan
møguleika at klára seg.
Jens-Kjeld Jensen er tí
bilsin at hoyra aftur um
hetta nú, tí hann hevur
hoyrt um hetta fyri nøkrum
mánaðum síðani. Tá úr
Runavík. Og sannlíkt er, at
talan er um sama stara.
Starin er sera styggur og
tí eisini ringur at avmynda.
Men kanska eigur júst
hesin eginleikin eisini lívið
í albino staranum.
Men fuglaútstapparin í
Nólsoy gevur ikki staranum
stórar møguleikar, nú vet-
urin nærkast. Fjararnir hjá
albino fuglinum eru nevni-
liga av verri góðsku, enn
hjá øðrum fugli, og bjálv-
ingin er ikki eins góð.
Jens-Kjeld Jensen sigur,
at í Nólsoy eru t.d. fleiri
starar, ið hava nakrar hvítar
fjarar, men at síggja ein
100% albino stara er sjáld-
samt.
Um 14 dagar fer
Ragnar í Vík til
USA, har hann skal
taka upp sangir til
sína næstu fløgu.
Og upptøkuhølið
er sjálvsagt nær-
hendis country-
miðstøðini Nash-
ville
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Ragnar í Vík sást síðst á
palli, tá hann til Lista-
stevnu Føroya sang sam-
an við Kathy Chiavola,
country songstjørnu úr
Nashville.
Fyri nøkrum árum
síðani gav Ragnar í Vík
út fløgu, ið setti hann á
Føroyakortið, sum ein
hin fremsta innan coun-
trytónleikin. Men minst
líka væl gekk úti í heimi,
og Hank Williams tulk-
ingarnar hjá Ragnari
ruku upp eftir fleiri
topp-listum úti í stóru
verð.
Til USA
Og nú roynir Ragnar seg
aftur. Um 14 dagar seta
Ragnar, og konan Alis,
kós ímóti Nashville í
Tennesee.
Ragnar hevur í hesum
døgum lagt síðstu hond
á eina skrá við 14 sang-
um, ið hann ætlar at taka
upp á ferðini í USA. Har
eru nýggj og eldri løg,
umframt heimagjørt til-
far. Og talan er sjálvsagt
um countrytónleik.
Upptøkuhølið,
har
Ragnar skal taka upp,
liggur nakað uttanfyri
countr ymiðstøðina
Nashville. Okkurt um
tveir og ein hálvan tíma
við bili burtur frá Nash-
ville.
Tað er Mike Headrick,
ið skal standa fyri upp-
tøkuni. Hann er kendur
upptøkumaður og so-
nevndur
promotor.
Ragnar hoyrdi um hann
sum óføran tøkning og
countryfjeppara. Ragnar
skrivaði tí Mike eitt
bræv, har hann legði
fløgu sína við. Síðani
hava teir báðir samskift
við telduposti.
Og tann 5. oktober
fara Ragnar og Alis úr
Vík og seta kós yvir hav
og til Nashville, har ætl-
anin er at fáa 14 country
løg klár til eina nýggja
útgávu við Ragnari í
Vík. Lesið meira um
hetta seinni í vikuni.
Sjáldsamur hvítur stari
Ein stari, ið er albino, er sjáldsamur, tí hann sæst sera væl,
men í Vági hevur ein hildið til síðstu mánaðirnar. Hann er
styggur,og tískil ringur at avmynda, men kanska eigur júst
hesin eginleikin lívið í honum
Ragnar til
Nashville
at taka upp
C
M
Y
K
14