Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 185 - 26. september 2001 Nr. 185 - 26. september 2001 17 Praktikantar á Sosi- alinum hava verið og vitjað tveir aðrar praktikantar, sum seinastu 10 dagar hava roynt seg í barnagarði PRAKTIKANTAR Jytta Drangastein Rannvá Danielsen Mánadagin fóru 9. flokk- arnir í Argja skúla í starvs- venjing. Vit hava tosa við Duritu Sloan Jørgensen og Rudi Rasmussen, sum báðar valdu at fara í barnagarð. Vit spurdu, hvussu teimum dámar í barnagarðinum, og hvat tær gera í frítíðini. Væl móttikin Rudi Rasmussen, 14 ár. Hon er í starvsvenjing í Barnagarðinum við Velba- stavegin. Hon valdi at fara í starvsvenjing í einum barnagarði, tí henni dámar væl børn. Hon trívist væl har og hon varð væl mót- tikin. Saman ganga tey túr, spæla uttanfyri og syngja. Um hon ikki hevði sloppið í barnagarð, hevði hon farið í klædnahandilin Deres í SMS. Í frítíðini spælir hon fót- bólt við HB og er saman við vinum. Tey hugna sær, ganga runt í býnum, shoppa og annað. Tá ið hon lurtar eftir tón- leiki, lurtar hon eftir før- oyskum tónleiki, men tó eisini eftir Backstreet Boys og Westlife. Ikki júst sum væntað Durita Sloan Jørgensen, 15 ár. Hon er í starvsvenjing í Barnagarðinum á Argjum. Orsøkin til at hon valdi at fara í barnagarð, er, at henni dámar væl børn og hon vildi royna okkurt nýtt. Tað er ikki heilt sum hon hevði vænta, tí hon helt at tað fór at verða strævnari. Men øll eru fitt og blíð, og henni dámar væl. Tey ganga túr við børn- unum, spæla uttanfyri, tekna og syngja og annað. Um hon ikki hevði sloppið í barnagarð, hevði hon farið í Røktina, tí henni kundi gott hugsa sær at lært eitt sindur um húðrøkt. Í frítíðini spælir hon fót- bólt við AB, gongur til jazzballet, spælir tvørfloytu og syngur við einum Ten Sing kórið, ið eitur Sound of Glory. Hon er ofta saman við vinum. Tey ganga runt í býnum og shoppa, hugna sær, fara í biograf og annað. Trívast væl millum barnagarðsbørn -Í fjør var avstralski gospelbólkurin Youth Alive Band í Føroy- um. Adore Music stendur aftanfyri tiltakið, og vænta teir góða undirtøku. TÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Tey eru 14 í tali og ferðast runt í heiminum alt árið runt og hava konsertir. Tey vóru í Føroyum í fjør, og dámdu teimum ógvuliga væl. Tí eru tey komin aftur til Føroya í ár. Konsertin verður týs- kvøldið 23. oktober, klokk- an 20.00 í ítróttarhøllini í Runavík. At konsertin verð- ur eitt týskvøld kemst av, at Youth Alive Band er ein ógvuliga væl umtóktur bólkur, sum hevur nógv at gera. Í vikuskiftinum áðrenn tey koma til Føroya, verða tey í Keypmannahavn, og koma hendan vegin mána- dag. Mánakvøldið er ætl- anin, at tey skulu hava møti í Kelduni í Skálafirði. Okk- urt tiltakið verður eisini á studentaskúlanum á Kambsdali. 170 krónur kostar at- gongumerkini til konsert- ina, og kunnu tey keypast í forsølu í Statoil støðunum á Argjum, Strondum, í Saltangará og í Klaksvík. Adore Music fingið Youth Alive Band aftur til Føroya C M Y K 17 16