Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. september 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 185 - 26. september 2001 19 Nr. 185 • mikudagur • 26. september 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Alt bendir á, at Óli Johannesen fer at seta nýtt landsliðsmet, tá føroyska liðið í broyttari útgávu fer at spæla í Slovenia LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Allan Mørkøre eigur metið í landsdystum. Hann hevur umboðað Føroyar 54 ferðir, men í ár hava greiðar ábendingar verið um, at Allan Simonsen ikki longur heldur, at navnin við Mør- køre eftirnavninum skal vera sjálvskrivaður á lands- liðnum. Undan ferðini til Jugo- slavia í august varð Allan Mørkøre ikki úttikin. Tá landsliðið spældi á heima- vølli ímóti Luksemborg og Russlandi, var Allan Mørk- øre aftur í hópinum, men hann kom ikki á vøllin. Og tá landsliðið nú skal niður aftur á Balkan, hevur venj- arin valt ikki at senda boð eftir HBaranum. Hví hevur Allan Mørkøre ikki fingið boð hesa ferð? – Tá Allan ikki fekk boð til dystin í Jugoslavia varð sagt, at hann var ikki mettur at vera so væl fyri, sum hann hevði verið. Hesa ferð hevur metingin verið tann sama, sigur Jógvan Martin Olsen, sum er hjálparvenj- ari hjá Allani Simonsen. Rógvi Jacobsen er einasti HB spælarin á landslið- num. Harvið kann sigast, at kreppan, sum HB hevur verið størsta partin av kappingarárinum, sæst aftur í landsliðsúttøkuni. Óli Johannesen er liðfor- maður á landsliðnum. Ímóti Russlandi var hann á lands- liðnum fyri 54. ferð, og um ikki okkurt heilt óvæntað kemur í vegin, so fer Hvid- ovre spælarin at seta nýtt met í Slovenia. Óli Jo- hannesen stendur til at verða fyrsti føroyski spælarin, sum fer at røkka 55 altjóða skrásettum landsdystum. Nýtt ættarlið Samstundis sum Óli Jo- hannesen fer at seta nýtt met, so bendir úttøkan av átjan manna liðnum, sum skal niður til Slovenia, á, at talan so smátt er um eitt ættarliðsskifti. Tað er møguleiki fyri, at hetta er síðsta ferðin, at Allan Simonsen velur teir átjan, sum skulu umboða Føroyar. Í hvussu so er verður sáttmálaskeiðið hjá honum og FSF liðugt, tá landsdysturin í Ljubljana verður liðugt spældur ann- að leygarkvøld. Men úttøkan kundi bent á, at landsliðsvenjarin og FSF fara at skriva undir nýggjan sáttmála. Fleiri í a–landsliðshøpi púra ó- royndir spælarar eru út- tiknir í staðin fyri meiri royndar spælarar. Óroyndu spælararnir eru Klæmint Matras, Jón Rói Jacobsen og Hjalgrím Elttør. Royndu menninir, sum ikki hava fingið boð hesa ferð, eru Allan Mørk- øre og so Jóhannis Joensen, sum síðstu vikurnar hevur verið leikbannaður í heim- ligu kappingini. Fýra aðrir spælarar, sum ivaleyst høvdu verið sjálv- sagdir í átjan manna hópin- um, eru ikki úttiknir av ymiskum orsøkum. Fróði Benjaminsen og Julian Jo- hnsson eru leikbannaðir, Sámal Joensen hevur verið skaddur síðani mitt í summar, og Pól Thorsteins- son hevur borið seg undan landsliðskjansinum. Ymisk lið Hjá Jógvani Martin Olsen, hjálparvenjaranum hjá All- ani Simonsen, er tað hugaligt at staðfesta, at hann í yngru landsliðunum hevur verið venjari hjá fleiri av teimum, sum nú skulu til Slovenia. Her verður hugsað um Klæmint Matras, Jón Róa Jacobsen, Jákup á Borg, Rógva Jacobsen, Christian Høgna Jacobsen, Súna Olsen og Hjalgrím Elttør. – Málið við yngru lands- liðunum er m. a. at búna nýggjar a–landsliðsspæl- arar. Tí hevur tað seinastu ferðirnar verið hugaligt at staðfest, at nýggju menn- inir vita, hvat tað snýr seg um og á ongan hátt lata seg taka av fótum, tá teir fyrstu ferð royna seg í a–lands- liðshøpi. Teir hava á ferðum við yngru landsliðunum royndir, so teir kenna dagligu gongdina í ven- jingarlegum, og tað er ein stórur fyrimunur, heldur Jógvan Martin Olsen, sum ikki kvígur fyri, at ungu menninir skulu detta full- komuliga burtur ímillum, um teir fáa møguleikan á vøllinum. Fara yngru menninir at síggjast aftur í byrjunar- uppstillingini? – Um allir teir føroysku spælararnir høvdu verið tøkir, so haldi eg, at vit høvdu havt eitt lið, sum kundi staðið mát við tað hjá Slovenia. Tá hugsi eg um Toda Jónsson, Pól Thor- steinsson, Julian Johnsson og Fróða Benjaminsen, sum heilt víst høvdu verið við at at mynda eitt sera spennandi lið. Men hesir eru ikki tøkir, og so mugu vit fáa nyttu burturúr ferð- ini á annan hátt. Tað valdast m. a. um hugburðin, tá vit fara at venja har niðri, men tað skuldi ikki undra meg, um vit fara at síggja onkrar spælarar á plássum, sum teir ikki hava spælt í áður á landsliðnum, og at møgu- leiki er fyri, at vit fara at síggja onkrar nýggjar spæl- arar ímillum teir fyrstu ellivu. Sjálvandi verður vónað, at royndu spælar- arnir eisini í framtíðini fara at bera landsliðnum uppi, men tað fara altíð at vera útskiftingar. Tá umstøður- nar hava lagað seg, sum tær hava, er tað nátúrligt, at dysturin í Slovenia verður høvið hjá nýggjum monn- um at royna seg, sigur Jógvan Martin Olsen. Í blaðnum í morgin verður myndafrásøgn frá Klaksvík, har KÍ kvinnurnar gjørdust meistarar Klaksvíkingar vunnu silvur, og EB/Streymur, sum mánakvøldið gav meistaraliðnum dygga mótstøðu, fór við bronsuni UNGLINGAR Jóannes Hansen Mánakvøldið varð tað endaliga greitt, sum hevur verið í ljósmála, síðani HB unglingarnir fyrr í hesum mánaðinum vunnu 5–0 á heimavølli ímóti KÍ. HB átti í síðsta umfar- inum mánakvøldið heima- vøll ímóti EB/Streymi. HB vann 3–1. Fyri at vinna meistaraskapin var neyðugt hjá HB í hvussu so er at greiða javnleik. HB hevur bara tapt ein landskapp- ingardyst. Hann var á útivølli ímóti steypavinnar- unum úr KÍ. Tað sást væl í Gundadali mánakvøldið, at EB/ Streymur, sum vann triðja plássið og eftir dystin fekk handað bronsumerkini, eigur eitt gott unglingalið. Teir góvu HB dygga mót- støðu, og fleiri ferðir noyddist Pól N. Joensen, HB liðformaðurin í málin- um, at vísa sítt kynstur. Tey trý HB málini vórðu øll skorað at spælarum, sum hava spælt nógv í 1. deild í ár: Jón Rói Jacobsen, Høgni M. Joensen og so Pól N. Joensen, sum stutt undan leikloki staðfesti sigurin úr ellivu metrum. Tað hevur verið spælt um FM í unglingadeildini síð- ani 1967. Meistaraheitið í ár er tað 16. hjá HB. Ítrótt- arsosialurin ynskir HB hjartaliga tillukku við meistaraheitinum. Silvurkrónurnar endaðu í Klaksvík. KÍ spældi síðsta dystin ímóti B68 á Svangaskarði mánakvøld- ið. Klaksvíkingar vunnu 3–0. Hjalgrím Elttør skor- aði tvey av KÍ málunum. Allan Mørkøre hevur aftur mist kjansin Hóast fleiri avboð eru á miðvøllinum, so er Allan Mørkøre ikki við á ferðini, tá landsliðið um eina viku fer til Slovenia HB unglingarnir meistarar Unglingarnir hjá HB hava nú endaliga tryggjað sær FM Mynd: www.hb.fo Tað er torført at sleppa framat í Es- bjerg, men føroyski álopsmaðurin sigur seg hava gott tol ÚTISETAR Jóannes Hansen Millum teir 3.672 áskoðar- arnar, sum mánakvøldið sóu Esbjerg sýna fínt fótbóltsspæl og við sann- førandi sigri á AGF leggja seg á triðja plássið í super- liguni, var Christian Høgni Jacobsen. Fyrrverandi NSÍ spælar- in hevur síðani í summar verið í Esbjerg. Hann hevur spælt við næstbesta liðnum. Inntil í síðstu viku var talan um fyribils spæliloyvi, men nú eru viðurskiftini millum NSÍ og Esbjerg komin upp á pláss, og so kann Christ- ian Høgni fult og heilt savna seg um fótbóltin. Í bíðistøðu Higartil hevur Christian Høgni Jacobsen ongantíð verið á besta liðnum hjá Es- bjerg í landskappingardysti. Men hann venur við besta liðnum, og føroyski landsliðsmaðurin bæði vónar og roknar við, at hann fer at fáa møguleikan í hesum kappingarárinum: – Eg venji hvønn dag saman við besta liðnum. Vit eru bara 21 spælarar, og eg kenni tað sum um eg fái nógv burturúr venjingini. Nær roknar tú við at fáa møguleikan? – Tað dugi eg ikki at siga. Men Viggo Jensen, venjarin, vil fegin hava, at eg verði eitt sindur betri fyri. Eg var skaddur fyrstu tíðina, meðan eg var her, og tað kostaði ikki so lítið, men eg haldi, at tað gongur rætta vegin. Eg eri inn- stillaður upp á at bíða, og so ræður um at vera klárur, tá møguleikin verður har. Vandamiklir harrar Tað er ikki sum at siga tað hjá Christian Høgna at koma framat. Hann kappast fyrst og fremst við liðfor- mannin, Jess Thorup, og Henrik Nielsen, sum var valdur til dagsins spælara bæði ímóti AGF og í næstsíðsta landskappingar- dystinum. Mánakvøldið skoraðu teir báðir tvey mál í part. Umframt hesar báðar hevur Viggo Jensen brúkt ein annan álopsspælara tær síðstu ferðirnar. Tað er Jacob Bymer, sum varð skiftur inn mánakvøldið. – Í summar keypti Es- bjerg ein svenskan álops- spælara, sum eitur Erik Valsted. Men hann hevur venjarin umskúla til høgra vongverja, greiðir Christian Høgni Jacobsen frá. Luturin hjá Christian Høgna er fyrst og fremst á næstbesta liðnum at skora mál og harvið at prógva, at tað er dugur í honum. Sunnudagin var hann á danmarksseriuliðnum hjá Esbjerg, sum á útivølli í Køge tapti 1–0. Týskvøldið í síðstu viku spældi Christ- ian Høgni á heimavølli venjingardyst ímóti einum týskum liði úr næstbestu deildini. Á Esbjerg liðnum vóru eykaspælarar á besta liðnum og so nakrir av næstbesta liðnum. Úrslitið var 2–2, og Christian Høgni skoraði annað málið hjá Esbjerg. Klæmint Matras hevur fyri fyrstu ferð fingið landsliðsboð, og Arnbjørn Daniel- sen er boðsendur aftur, eftir at hann hevur verið burturfrá í trý ár LANDSLIÐ Jóannes Hansen Ein lítil helmingur av meistaraliðnum hjá B36 sleppur ikki í vetrarfrí, tá landskappingardysturin í Vági komandi leygardag er liðugur, og tá teir á meistaraliðnum hava fingið handað steypið frá Føroya Bjór og hava fingið gull- krónurnar um hálsin. Allan Simonsen hevur úttikið teir átjan spælarar- nar, sum í komandi viku skulu við landsliðnum nið- ur til Slovenia, og venjarin hevur gjørt av at senda boð eftir ikki færri enn seks av B36 monnunum. Hetta er størsta umboðanin í átjan manna hópinum, sum eitt felag nakrantíð hevur havt í einum og sama dysti. Tá landsliðið um mán- aðarskiftið spældi ímóti Luksemborg og Russlandi, vóru fýra B36 spælarar í hópinum: Jens Kristian Hansen, John Petersen, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni. Nú hevur Allan Simon- sen gjørt av eisini at geva Arnbirni Danielsen og Klæminti Matras landsliðs- boð. Arnbjørn Danielsen, sum er skrásettur fyri tríggjar landsdystir, hevur ikki verið í landsliðsferða- lagnum í trý ár. Hann sat á beinkinum allar 90 mi- nuttirnar, tá Kekkia 6. september í 1998 vann 1–0 á Svangaskarði. Klæmint Matras er spild- urnýggjur á a–landsliðnum. 20 ára gamli miðvallarin er sera raskur og sterkur, og hann hevur eisini dygdir sum bóltspælari. Liðið Í landsliðsferðalagnum eru seks útisetar og tólv spælar- ar úr heimligu feløgunum. Jákup Mikkelsen úr Molde og Jens Martin Knudsen úr NSÍ eru málverjar. Útispæl- ararnir eru Óli Johannesen, Hvidovre, Jens Kristian Hansen, B36, Hans Fróði Hansen, B68, Johan B. Hansen, OB, Arnbjørn Danielsen, B36, Jón Rói Jacobsen, HB, Øssur Han- sen, B93, Jákup á Borg, B36, Klæmint Matras, B36, John Petersen, B36, Rógvi Jacobsen, HB, Heðin á Lakjuni, B36, Súni Olsen, FC Zwolle, Hjalgrím Elt- tør, KÍ, Christian Høgni Jacobsen, Esbjerg og Kurt Mørkøre, KÍ. Støðan, danska superligan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Brøndby 9 7 - 1 - 1 26 3 23 22 2 AaB 9 6 - 1 - 2 16 11 5 19 3 Esbjerg 9 5 - 1 - 3 14 14 0 16 4 AB 9 3 - 4 - 2 13 10 3 13 5 FCM 9 3 - 4 - 2 7 6 1 13 6 FCK 9 3 - 3 - 3 11 10 1 12 7 Lyngby 9 2 - 6 - 1 11 10 1 12 8 Viborg 9 2 - 4 - 3 9 10 -1 10 9 Vejle 9 2 - 4 - 3 12 16 -4 10 10 OB 9 2 - 3 - 4 9 14 -5 9 11 AGF 9 1 - 3 - 5 6 15 -9 6 12 Silkeborg 9 0 - 2 - 7 3 18 -15 2 Felagið hjá Christian Høgna Jacobsen er nú komið upp á triðja plássið SUPERLIGA Jóannes Hansen Tað gongur við fúkandi ferð í Esbjerg. Fyrr í summar fluttu teir upp í superliguna, eftir at teir høvdu verið eitt ár í næstbestu deildini. Og í fyrrakvøldið komu teir upp á triðja plássið. Fyri tey flestu er hetta púra óvæntað, men tað er meiri enn so komið fyri áður, at eitt nýtt lið í bestu deildini leingi hevur staðið seg heilt væl. Síðsta dømið um hetta er felagsliðið hjá Ikast og Herning. Í fjør royndi FCM seg fyrstu ferð í bestu deildini, og tá vóru teir leingi ímill- um oddaliðini. Hyggja niðureftir Í fýra teimum seinastu dystunum hevur Esbjerg fingið fulla úrtøku – tólv stig. Teir hava í alt sekstan stig. Tað er trý færri enn AaB, sum er næstfremst, og seks færri enn Brøndby, sum er fremst. Men hóast teir eru heili tíggju stig oman- fyri niðurflytingar strik- una, so eru jydarnir ikki tiknir av fótum. Teir siga seg hava eyguni meiri fest á niðurflytingar strikuna, enn teir hava tey fest á møguleikan fyri altjóða fótbólti. – Nú fegnast við í ein hálvan tíma um sigurin í kvøld, og so fara vit at fyrireika okkum til landskappingardystin komandi vikuskifti, segði venjarin, Viggo Jensen, eftir 4–1 sigurin á AGF. Komandi viku- skifti skal Esbjerg spæla á útivølli ímóti AB. Vandamikið álopspar Esbjerg sýndi frágera gott fótbóltsspæl mána- kvøldið. Teir vunnu 4–1, men teir høvdu møgu- leikar at vinna 7–1 og kanska eisini 8–1 og 9–1. Serliga var tað álops- parið, liðformaðurin Jess Thorup, sum áður hevur spælt í AaB í mong ár, og 30 ára gamli Henrik Nielsen, sum gjørdu um seg. Teir skoraðu tvey mál í part. Tað fyrsta fekk Esbjerg í 8. minutti. Bo Nielsen javnaði fyri AGF í 21. minutti, men hóast teir høvdu javnað, so vóru teir í AGF ongantíð vandamiklir. Tað stendur ikki væl til hjá AGF. Sunnudagin verður talan um sannan lagnudyst, tá teir í Århus fáa vitjan av Silkeborg, sum er aftast í super- liguni. Esbjerg kom á odda aftur í 33. minutti, og eftir steðgin skoraðu teir í 52. og 53. minutti. Síðsta hálva tíman høvdu teir í Esbjerg hondbremsuna eitt sind- ur uppi, men kortini var eingin ivi um, hvat var so nógv tað betra liðið. Tað røkist ikki fyri, at Jákup Mikkelsen framyvir verður fremsta valið í Molde- málinum Norska felagið hjá Jákup Mikkelsen, Molde, hevur nú boðað frá, at teir frá komandi kappingarári at rokna hava gjørt sáttmála við 24 ára gamla svian, Eddie Gustafson. Hóast unga aldurin, so hevur Gustafsson longu spælt úti við100 dystum í bestu svensku røðini, og hann hevur leingi verið mettur sum eitt hitt størsta málverjatalentið í svensk- um fótbólti. Nakað sum eisini hevur kastað tveir A- landsdystir av sær. Sjálvur sigur Gustafsson, at ætlaninar hjá Molde um europeiskan fótbólt sam- svara væl við egnu ætlan- inar, og at hann ætlar sær at gera sítt til, at hetta kann røkkast. Sáttmálin hjá Jákupi Mikkelsen við Molde renn- ur út á nýggjárinum, og við keypinum av Gustafsson er helst ivingarsamt, hvar framtíðin hjá føroyska mál- verjanum fer at verða. -jm Esbjerg er flúgvandi Molde keypur málverja B36 eigur nú triðingin av landsliðnum Christian Høgni bíðar eftir møguleikanum Eg var skaddur fyrstu tíðina, meðan eg var her, og tað kostaði ikki so lítið, men eg haldi, at tað gongur rætta vegin, sigur runavíkingurin um vónirnar at fáa spælitíð í Esbjerg Stríðsmaðurin á B36-mið- vøllinum, Klæmint Matras, hevur fyri fyrstu ferð fingið landsliðsboð frá Allani Simonsen C M Y K 19 18