hósdagur 12. februar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 30 - 12. februar 2009
Mótasýningin hjá
føroysku bARBARU
I gONGINI er ein
hin besta, sum
nakrantíð hevur
verið á Copen
hagen Fashion
Week. Hetta sigur
fyriskiparin av
vikuni, Anne
Christine Persson
Móti
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Lovorð og rósur drússa niður í vøkru
reyðu purlurnar hjá Barbaru í
Gongini í hesum døgum.
Fyrst í mánaðinum vísti hon, saman
við fremstu sniðgevunum í Danmark,
nýggjastu kollektiónina fyri
heimspressuni á Copenhagen
Fashion Week. Og sigast má, at
bARBARA I gONGINI veruliga
røkkur tindunum innan sítt øki beint
nú. Tað eru ikki hissini skáðsmál
hon fær úr mótaheiminum aftan á
framsýningina.
»Dryppandi originalitetur« skrivar
mótajournalisturin Charlotte Wendt
Jensen í Dansk Daily, sum er
almenna tíðarritið á mótamessuni.
– Ongin kann sáa iva um
originalitetin hjá bARBARA I
gONGINI. At fáa eina model í
flákrandi hvítum og svørtum tylli at
seta seg í eitt baðikar við vatni mitt
á pallinum í er ein hending, sum
ongin annar sniðgevi hevði megn
að hesa mótavikuna – ella nakran
tíð fyri tað. Eins og at ongin annar
sniðgevi hevur eina kollektión, sum
á ein so feitan hátt sameinir tað
listarliga við tað funktionella, sigur
Charlotte Wendt Jensen millum
annað.
Aftaná mótasýningina ynskti
fyriskiparin av Copenhagen Fashion
Week, Anne Christine Persson,
bARBARU I gONGINI tillukku við
sýningini við hesum orðum:
– Tillykke med et fantastisk flot show
under modeugen! Det var et af de
bedste shows, der nogensinde har
været under Copenhagen Fashion
Week – og jeg var simpelthen så
stolt over at kunne vise så flot et
show og så smuk en kollektion for
de internationale journalister, som vi
havde på besøg under modeugen.
Jeg håber og forventer inderligt, at I
holder show igen til august!
Bedste hilsner Anne Christine
Persson, Manager, Copenhagen
Fashion Week®…
bARBARA á toppinum
Í nýggjastu kollektiónini hevur bARBARA I gONGINI
spælt sær við fýrakantum og rundingum. Kollektiónin
er í stóran mun grafisk og í myrkum litum. Fjølbroytta
vali av tilfari gevur nakrar spennandi mótsetningar
millum heitt og kalt, vátt og turt. Í kataloginum The
Collection AW09-10 verður tað rópt: from functional
to the fantastical
Foto: Niclas Jessen
FOTO: Sacha Maric