hósdagur 12. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 30 - 12. februar 2009
Bjarni Djurholm
vil hava at vita um
hansara egni lands
stýrismaður, Jacob
Vestergaard, bara
er úti eftir at fiska
atkvøður, hóast vandi
er fyri, at almennir
stovnar fara í knús
RationaliseRing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað vakti miklan ans í Løg
tinginum tá ið Sosialurin
mánadagin visti at siga, at
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum kannar møgu
leikarnar fyri at leggja rakst
urin av skipunum hjá Vaktar
og Bjargingartænastuni og
fiskirannsóknarskipinum,
Magnusi Heinasyni, saman
við Strandferðsluni í Suð
uroy, so at øll almenn skip
verða umsitin á sama stað.
Hann metir, at hetta kann
geva stórrakstrarfyrimunir
í sambandi við mongdarav
sláttur, tá ið vørur og tænast
ur av ymsum slagi skulu
keypast og tá ið tilboð skulu
fáast frá undirveitarum av
ymsum slagi. Tað skal eisini
gera tað lættari hjá mann
ingum at skifta ímillum
skipini.
Atkvøðufiskarí, ella...
Bjarni Djurholm, tingmaður
og floksfelagi hjá landsstýr
ismanninum, er ein av teim
um, sum er ørkymlaður av
ætlanini.
Hann reisti málið í Løg
tinginum í gjár, har hann
vildi hava landsstýrismannin
at greiða frá, hví hann
arbeiðir við at flyta vaktar
skipini og Magnus Heinason
til Suðuroyar?
Hann vildi hava at vita,
um talan er um eitt ynski
um at rationalisera ella um
tað bara er fyri at flyta virk
semi
úr
Tórshavn
í
útjaðaran.
Hann fór enntá so langt,
sum til at spyrja, um hetta
bara er fyrsta stigi av fleiri,
ella um hetta bara er fyri at
vinna sær atkvøður, hóast
tað kann syndra stovnar
sum annars virka.
Bjarni Djurholm heldur,
at grundgevingin lítið um
grundgevingina.
Tað
má
merkja,
at
manningarnar skulu í mesta
mun vera úr sama øki og at
provianteringin somuleiðis
skal fyriskipast av veitarum
í ávísum øki.
Hetta er politikkur, sum
annars varð lagdur á hyllina
fyri fleiri árum síðani, sigur
Bjarni Djurholm.
Hann heldur tí, at sakliga
grundgevingin er tunn og
ber mest brá av at vera upp
funnin fyri at hava eina
grundgeving, heldur enn at
byggja á haldgóðan botn.
Rationalisering
Jacob Vestergaard sigur, at
hann hugsar hvønn dag um,
hvussu almenni raksturin
kann rationaliserast og, um,
hvussu vit fáa sum mest
burtur úr skattaborgarans
pengum.
Ein partur av hesum er at
lúka dupultfunktiónir burt
ur, har tað ber til og tað kann
vera ein fyrimunur at hava
eitt alment reiðarí, heldur
enn trý, sum vit hava nú.
Hann sigur, at tey hava
tosað leyðsliga um møgu
leikan at hava eitt alment
reiðarí, so at allur almennur
skiparakstur er undir sama
stovni.
Men hann legði dent á, at
enn hevur málið ikki verið
til veruliga viðgerð.
Hann vildi ikki svara upp
á, um hetta bara var
atkvøðufiskarí.
Landsstýrið fiskar ikki
eftir atkvøðum og landsstýr
ið syndrar ikki almennar
stovnar, segði landsstýris
maðurin.
Men hann leggur afturat,
at onki verður gjørt, fyrrenn
tað er viðgjørt væl og virði
liga.
Krevur greitt svar frá partamanninum
Politikarar í sam
gongu og andstøðu
taka kaldliga
ímóti ætlanini hjá
Jacobi Vestergaard,
landsstýrismanni, um
at kanna møguleikar
nar fyri at leggja øll
skipini í eitt felags
reiðarí í Suðuroy
Bygdamenning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Soðið hjá Jacob Vester
gaard er óluksáliga tunt.
Tað halda fleiri politik
arar, bæði í samgonguni og
í andstøðuni.
Serliga nógvar meiningar
hevur hansara egna flokkur,
Fólkaflokkurin.
Í hinari greinini her á síð
uni reisir Bjarni Djurholm,
tingmaður, iva um ætlanina
hjá sínum egna landsstýris
manni og spyr, um talan er
um atkvøðufiskarí.
Ein annar floksfelagi,
Poul Michelsen, staðfesti,
at sporini við Strandferðsluni
ræða og hann vildi hava
landsstýrismannin at veita
trygd fyri, at onki verður
gjørt í óðum verkum.
Vit mugu hava eina
vissa civilisatión í hesum.
Argumentatiónin má vera
trygg og hon má hava polit
iskt kjølfesti.
Ein triði floksfelagi, Heð
in Zachariasen heldur, at
hetta eigur at verða viðgjørt
nærri.
Annars heldur hann, at
Strandferðslan er eitt dømi
um ein almennan stovn sum
nú virkar betri enn hann
kanska
nakrantíð
hevur
gjørt, eftir at hann er fluttur
út á bygd.
Men tað skal viðgerast í
samgonguni og grundgeving
arnar skulu vera haldgóðar.
Flytast til Klaksvíkar
Fjórði
fólkafloksmaðurin,
Jákup Mikkelsen, vísti á, at í
nógv ár hevur verið tosað um
at leggja Vaktar og Bjarg
ingartænastuna í ein sjó
vinnudepil í Klaksvík og tað
kundi eisini verið ein loysn
Rodmund
Nielsen
úr
Fólkaflokkinum, helt, at
grundgevingin er tunn, men
hann tekur undir við tankan
um um at effektivisera.
Kári á Rógvi úr Sjálv
stýrisflokkinum, heldur, at
vit mugu ikki forsøma eina
skilagóða samanlegging og
eitt skilagott bygdarmenn
ingartiltak, bara tí at tað
passar
embætisverkinum
best og bara tí at topparnir
helst vilja búgva í Havn.
Høgni Hoydal úr Tjóð
veldinum, heldur, at tað er
átaluvert at málið kemur
fram uttan nakra viðgerð.
Og hann vissaði Løgtingið
um, at Jacob Vestergaard ger
álvara av ætlanini tá ið valið
nærkast aftur, sama, hvat
onnur í samgonguni siga.
Tórbjørn
Jacobsen
úr
Tjóðveldinum helt lítið um
ætlanina hjá landsstýris
manninum um at nøkur
skip nú skulu keypa “møtr
ikkar og skrúvubløð sam
an”, sum hann tók til.
Og hann kallaði hetta lok
alpolitikk av ringasta slag
Ein annar tjóðveldismað
ur, Heini O. Heinesen, held
ur, at hetta er heilt hol í
høvdið, tí tað var ov langt hjá
skipunum at sigla av Norð
havinum til Suðuroy. Annars
vísti eisini hann til ætlanina
um at flyta fiskivinnu
umsitingina til Klaksvíkar.
Flytast í Eysturoy
Alfred Olsen staðfestir, at
málið er ikki viðgjørt polit
iskt og hann helt, at vit hava
ringar royndir av at saman
leggja stovnar.
Annars heldur hann, at
mest natúrliga staðið í Før
oyum at flyta Vaktar og
Bjargingartænastuna, er inn
í Eysturoy. Men hann kom
ikki nærri inn á, hví hann
helt tað.
Bill Justinussen og Karst
en Hansen úr Miðflokkinum
siga at royndirnar av saman
leggingum hava verið iva
samar og Bill nevndi Kring
varpið og Vinnuháskúlin
sum tvey eru ræðandi dømi.
Kortini heldur hann at tað
er skilagott at flyta alment
virksemi runt í landinum,
har tað er skilagott.
Tað kann vera, at okkurt
talar fyri, at tað er skilagott í
hesum føri. Karsten Hansen
sigur, at tað ber væl til at
keypa í felag ber væl til, utt
an at leggja stovnar saman
Einasta javnaðarfólk, ið
tók orðið, var Katrin Dahl
Jacobsen og hon helt, at
soðið er øgiliga tunt, tí hetta
snýr seg bara um at hvør
dregur til sítt øki.
Ætlanin hjá Jacob Vestergaard at leggja tey trý almennu reiðaríini, Vaktar- og Bjargingatæn-
astuna, Magnus Heinason og Strandferðsluna saman fyri at fáa bíligan rakstur, hevur fingið
politikarar upp úr stólinum og nú er kampur um at fáa Vaktar- og Bjargingartænastuna til
Klaksvíkar ella til Eysturoynna. Her ligga Tjaldrið og magnus Heinason lið við lið
Jacob Vestergaard fekk kalda móttøku
Grønlandsbanken avlop
Grønlandsbanken slapp væl burtur úr kreppuárinum 2008.
Úrslitið fyri skatt var 71,8 milliónir krónur, sum kortini er
væl minni enn metárið 2007, tá bankin hevði góðar 112
milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Stjórin, Martin
Kviesgaard, sigur við blaðið Sermitsiaq, at hann er væl
nøgdur við úrslitið, og at bankin bæði kann og vil veita lán.
Martin Kviesgaard sigur, at tann vanligi bankaraksturin gav
væl av sær í 2008, men at luttøkan í bankapakkanum frá
danska statinum var dýr.
Trygdarlendu tvær ferðir
Eitt flogfar hjá danska flogfelagnum Cim
ber Air trygdarlendi ikki minni enn tvær
ferðir í Kastrup í gjárkvøldið. Flogfarið
skuldi til Luksenburg við 35 ferðafólkum.
Stutt eftir at tað var farið á flog, vístu
trygdarljósini brek við lendingarútgerðini,
og flogskiparin valdi at venda aftur. Ein
tíma seinni fór flogfarið aftur á flog, men
nú vóru trupulleikar við úthurðini, og enn
eina ferð mátti flogfarið venda aftur til Kastrup. Cimber Air sigur tilburðin vera heilt óvanligan, men at
ferðafólkini vóru ongantíð í lívsvanda.