Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2009 Ein summardag í fjør bjargaði 12 ára gamli Rógvi Joensen vinmanninum og javnaldranum, Áka Petersen, frá vissum druknideyða. Hesum bragdi hevur Reyði Krossur nú lønt við at heiðra Rógva sum Ársins Fyrstuhjálpara GERANDISHETJA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen »Accidental Hero« kallast filmur, har Dustin Hoff­ mann hevur høvuðsleiklutin sum meiri ella minni heimleysur bumsur. Hann heldur seg burtur frá øllum, sum bara líkist trupulleikum, men tá eitt flogfar dettur niður beint fyri nøsini á honum, bjargar hann eina maður øllum umborð úr brennandi flúgvaranum. Eftir hendingina vil hann ikki vita av allari miðla­ umrøðuni, og livir lívið sum áður, lítillátin. Og tá tú tosar við Rógva Joensen fær tú eina kenslu av, at hann vildi verið eins ónevndur og Dustin Hoff­ mann í filminum. ­ Nei, eg havi ikki hugsað so nógv um tað sum hendi. Bara tá onkur tosar við meg um tað, sigur Rógvi Joen­ sen, sum í dag helst vildi hildið seg í bakgrundini, tá vit vitjaðu í flokshølunum hjá 7. flokki í Sørvágs skúla. Í heila tikið tykist hend­ ingin, har Rógvi bjargaði vinmanninum, Áka Peter­ sen, ikki at hava sett nøkur varandi spor eftir seg í flokkinum, sjálvt um floks­ felagarnir kortini hildu at tað var cool, sum Rógvi hevur gjørt. Og einum øðrum vóru hini í flokkinum eisini samd um: Tey høvdu ikki havt klárað at gjørt tað, sum Rógvi Joensen gjørdi hendan summardagin, tá hann bjargaði Áka Petersen frá vissa druknideyðanum. Baywatch bjargingin Søgan er í stuttum hon, at ein summardag í mai í fjør vóru teir báðir vinmenninir, Áki Petersen og Rógvi Joensen, farnir oman í ánna at fiska síl. Hetta var beint innan fyri munnan á ánni, sum rennur á sjógv nakað áraka har, sum ovari endi á fótbóltsvøllinum er. Teir byrjaðu oman fyri brúnna um ánna á niðara vegi, men fluttu seg so oman um, har áarbakkin er stoyptur í einum keiskapilsi. Meðan teir so standa har varnast Rógvi, at vinmað­ urin líkasum fellur framyvir og út í ánna. At byrja við helt Rógvi, at vinmaðurin spældi hund, men tá Áki bleiv við at liggja í ánni við høvdunum niðureftir skilti hann, at okkurt var galið. Hann gjørdi tá skjótt av, leyp út í ánna og fekk høvdið á Áka upp úr ánni. Hóast Áki er væl størri og tyngri enn Rógvi, megnaði hann kortini at baksa Áka upp á turt. Síðani fór hann undir at geva honum fyrstuhjálp, og sanniliga eydnaðist tað Rógva at fáa lív í Áka aftur. Men hvussu bar tað so til, at Rógvi Joensen, hóast hann ongantíð áður hevði roynt fyrstuhjálp, kortini kundi fáa lív aftur í vinmannin? ­ Eg hevði sæð í sjón­ varpinum, hvussu teir gjørdu, og so royndi eg bara at gera tað sama, sigur Gerandishetja heiðrað Tað var her nærhendis ósan, at Áki Petersen knappliga misti vitið og datt í ánna, men tíbetur reageraði Rógvi Joensen (fremst á myndini) skjótt, og tað bjargaði lívinum á Áka Aðrir fyrstuhjálparar Í gjár bleiv Rógvi Joensen kosin ársins fyrstuhjálpari. Men tað var ikki bara hann, ið var í uppskotið til ársins fyrstuhjálpara. Fýra aðrar hendingar vóru nevniliga eisini. Ein var tá Egili Petersen bjargaði soni sínum. Hann gav nevniliga soninum, sum gavst at anda fyrstuhjálp, líka til Pauli Petersen kom undir læknahond. Næsta hendingin fór fram á eini útferð í Tindhólm. Ein persónur setti eitt petti av eini appelsin í hálsin, og fekk ikki anda. Magnus Magnussen gjørdi skjótt av og trýsti uppundir búkin á honum, so­ leiðis, at andirørið gjørdist opið aftur. Ein hending var eisini í svimjihyl­ inum í Vági, tá ein fekk andaneyð, og viðkomandi varð drigin móti kanti­ num, har viðkomandi fekk meira hjálp. Seinasta hendingin var tá nakrir menn fyribyrgdu vanlukku, tá eldur kom í Norðskálatunnilin. Tveir tiknir fyri eldáseting Avstralska løgreglan hevur tikið tveir menn, sum eru undir illgruna fyri at hava sett eld á skógarøki. Sambært løgregl­ uni vórðu teir báðir menninir tiknir í býnum Marysville í statinum Victoria, sum er serliga illa herjaður av skógareld­ um. Løgreglan sigur, at atferðin hjá monnunum elvdi til illgruna, men meiri vil hon ikki siga. Minst 181 fólk eru skrásett deyð í skógareldunum, men fleiri bera ótta fyri, at talið kann fara upp um 300, tí nógv fólk eru ikki komin afturíaftur og liggja helst innibrend í húsunum. Higartil eru bjargingarliðini ikki sloppin at kanna húsaleivdirnar, tí hitin er so nógvur.