Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2009 Áki Petersen kann takka vinmanninum fyri, at hann er á lívi í dag. Men hvørgin teirra hugsar nakað serligt um tað, sum hendi Hóast floksfelagarnir ikki halda, at nakað er broytt eftir hendingina eru øll tó samd um, at tað, sum Rógvi, gjørdi var ordiliga cool, og at tey ikki høvdu klárað at gjørt tað sama Everyday Hero. Við ongari aðrari vitan um fyrstuhjálp enn hana, hann hevði sæð í Baywatch, bjargaði Rógvi Joensen vinmanninum, Áka Petersen, frá vissum druknideyða. Ein verulig gerandishetja Rógvi Joensen. Spurdur nærri, hvat tað vóru fyri filmar, hann hevði lært hetta frá svaraði Rógvi – um enn eitt sindur treyður: Baywatch. So hóast David Hasselhoff neyvan líður nakra materi­ ella neyð, so kann hann nú eisini frøast um, at raðsend­ ing hansara hevur bjargað einum dreingjalívið so langt burturi sum í Føroyum. Gerandishetja Tað verður ofta sagt, at fólk fáa óánað evnir og kreftir tá veruliga ástendur, og tað finnast eisini nógv dømi um hetta. Hvat tað er sum ger, at ein 12 ára gamal drongur hugsar so klárt og logiskt, sum Rógvi gjørdi hendan dagin, er ikki heilt til at siga. Og hvør veit. Hóast floks­ felagarnir hjá Rógva allir eru samdir um, at teir als ikki høvdu megnað at rea­ gera eins og Rógvi gjørdi, so er tað kortini ikki til at siga, hvat tey høvdu gjørt í einari líknandi støðu. Áki Petersen sjálvur minnist ikki so nógv til hendingina. Alt frá tí at hann misti vitið og datt í ánna, til hann vaknaði aftur í sjúkrabilinum, er strikað úr minninum. Men hóast annars traumatisku hend­ ingina, so hevur heldur ikki hann hugsað serliga nógv um tað, sum hendi – ella hvat kundi verið hent, um Rógvi Joensen ikki reageraði, sum hann gjørdi. ­ Eg fiski ikki meiri, men tað hevur einki at gera við hendingina. Eg tími bara ikki at fiska meir, sigur Áki Petersen í dag. Heldur ikki floksfelagar­ nir hava nýtt nógva tíð upp á at hugsa um, hvat kundi verið hent, var tað ikki fyri Rógva Joensen. Og sambært Rógva sjálvum er hetta heldur ikki ein hending, sum hevur upptikið sørv­ ingar sum so serliga nógv. ­ Tað verður ikki mett nógv øðrvísið enn tá SÍ spælir móti MB, sigur Rógvi Joensen. Men hóast eingin í 7. flokki vil siga tað hart, so merkist tað, at tey innast inni eru stolt av floksfelag­ num, sum av sonnum kann kallast ein gerandishetja. Hendingin sambært Reyða Krossi Áðrenn Rógvi Joensen varð kosin ársins fyrstuhjálpari 2008 segði Súni Vinther, leiðari hjá Reyða Krossi í Føroyum, nøkur orð um hendingina. ­ Hin 6. mei 2008 datt ein drongur, Áki, 12 ára gamal so meint í ánni við fótbóltsvøllin í Sørvági, at hann smekkaði høvdið í hellu og fall í óvit, høvdið fór undir, og har lá hann, um ikki vinmaður hansara, hin javngamli Rógvi ikki leyp til og hálaði hann upp og byrjaði at geva honum fyrstuhjálp, samstundis sum hann rópti um hjálp. Onki lív var í Áka tá hann kom upp á turt. ­ Knappliga kom vatn úr munninum á Áka, og hann raknaði spakuliga við. Hetta var lisið úr uppskotinum til at kjósa Rógva til ársins fyrstuhjálpara. Eisini greiddi Súni Vinther frá, hvussu ein løgreglumaður hevði sæð hendingina. ­ Sá eg, at ein ungur drongur sat á áarbakkanum við einum dreingi í føvninginum, skrivaði løgreglumaðurin. ­ Tá fekk eg tár í eyguni, slíkt er sálarlig fyrstahjálp av besta slag, segði Súni Vinther. eij. Grundgevingar Tað eru fýra høvuðsreglur í fyrstuhjálp. 1. Steðga vanlukkuni 2. Lívbjargandi fyrstahjálp 3. Boðsend neyðug hjálp 4. Veit vanliga fyrstuhjálp Útfrá hesum varð Rógvi Joensen valdur til ársins fyrstuhjálpara. Men Súni Vinther vísti í gjár eisini á, at hini, sum vóru í uppskotið eisini hava gjørt eitt megnartak. eij. Fáa útgerð ígjøgnum Russland Russiski uttanríkisráðharrin, Sergey Lavrov, segði í gjár, at Russland er sinnað at hjálpa amerikanarum og NATO at flyta útgerð til herdeildirnar í Afghanistan ígjøgnum Russland. Lavrov segði, at Russland er sinnað at styðja hermenninar úr USA og NATO í stríðnum við Taliban og al­Qaeda. Myndugleikarnir í Moskva samtyktu herfyri, at USA og NATO kunnu flyta hermonnunum í Afghanistan útgerð, men ikki vápn. Eygleiðarar siga, at orðingin hjá Sergey Lavrov eru so rund, at tey kunnu umfata vápnaflutning. Forseti skal handtakast Altjóða Revsidómstólurin í Haag hevur givið boð um, at forsetin í Sudan, Omar Hassan al­Bashir, skal handtakast, skrivar New York Times. Eru tíðindini røtt, er tað fyrstu ferð, at dómstólurin gevur boð um, at ein virkandi ríkisleiðari skal takast. Sambært blaðnum hava fleiri lond í Evropa og Afrika roynt at steðga boðunum, tí tey stúra fyri, at boðini gera tað enn truplari at fáa frið í landspartinum Darfur. Tað er júst gongdin í Darfur, sum hevur fingið Altjóða Revsidómstólin at geva boð um at taka Bashir.