Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2009 At fíggjarkreppa hevur herjað síðan heyst merkist á nøgd­ ini av burturkasti á brennistøðunum. Fólk ansa betur eftir, hvat tey tveita burtur, og seinasta ársfjórðing í fjør minkaði nøgdin av burturkasti við 8 til 10 prosentum hjá IRF Vælstandur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tá kreppa er, ella tá tosað verður um kreppu, verða fólk meira varin við, hvat peningurin verður nýttur til. Fólk ansa betri eftir, um tað, tey hava goldið fyri, verður gagnnýtt sum best, ella um tað bara verður tveitt í ruskspannina, fyri síðan at keypa nýtt. Tað sama er eisini gald­ andi nú fíggjarkreppa hevur herjað Heimin síðan heyst, og síðan tosið byrjaði um fíggjarkreppu, kassarnir hjá bankunum smekkaðu í móti ovurnýtslu og uppsagnir komu undan kavi, hava bæði brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti og brennistøði á Hjalla merkt eina minking í mongdini á ruski. Minkað við 10 prosentum Á brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík hava tey merkt eina støðuga minking síðan tosið um fíggjarkreppu tók seg upp. Stjórin í IRF, Poul Andrias Joensen, greiðir frá, at minkingin er millum átta og tíggju pro­ sent seinastu tríggjar mánað­ irnar í 2008, í mun til sein­ astu tríggjar mánaðirnar í 2007. Tilsamans brendi brenni­ støðin á Hagaleiti 17.830 tons í 2007 og 17.280 tons í 2008, also ein minking á góð 550 tons. Eisini á kommunalu brennistøðini á Hjalla merk­ tu tey eina minking á góð 500 tons í 2008 í mun til 2007, frá góðum 16.000 tonsum til 15.500 tons. Týðulig tendensbroyting Um vit hyggja eftir ovara grafinum til høgru, sum vísir mánaðarligu brenning­ ina hjá brennistøðini á Hjalla, síggja vit, at grafar­ nir fylgjast væl og líkjast nógv fyrra hálvárið í 2007 og 2008. Síðan sæst ein tendensbroyting eftir juli mánað, har væl minni verð­ ur brent restina av árinum í 2008. Juli mánaður var eisini mánaðin, har olju­ prísurin var hægstur, og tá tað líður út á heystið byrjar fíggjarkreppan at herja. Hinvegin er seinasti mánaðin í hesum grafinum nakað misvísandi, tá brenni­ støðin ikki brennur um jólni og nýggjárið. Tískil er tað ógvusliga fallið har mest orsakaða av, at brennistøðin liggur still fleiri dagar seinast í desember, hevur Bárður Mikkelsen, stjóri í Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, greitt okkum frá. Tó er ein tendensur at hóma, sum vísir, at minni verður tveitt burtur seinna hálvári 2008 í mun til árið fyri. Á niðara grafinum sæst eisini, at samlaða mongdin av brendum ruski minkaði í 2008 í mun til 2007. Vanligur januar Sambært stjóranum í IRF, Poul Andrias Joensen, hev­ ur innsavningin í januar mánaði í ár verið vanlig, og er mongdin nakað tað sama, sum fyri einum ári síðan. Um hetta er orsakað av, at bankapakkar og onnur tiltøk at stimbra marknaðin við, hava fingið meira ró á marknaðin aftur, er enn alt ov tíðliga at spáa um. Tó kann bara staðfestast, at tað týðuliga merktist hjá brennistøðunum, at fólk ansaðu betri eftir, hvussu pengarnir vóru nýttir, og at minni varð tveitt burtur seinasta ársfjórðing 2008 enn seinasta ársfjórðing 2007, og at samlaðu mongd­ irnar av brendum ruski eisini minkaðu í 2008 enn í 2007. Brennistøðirnar brendu minni rusk í 2008 enn í 2007, og seinasta ársfjórðing varð minkingin um 8 til 10 prosent á brennistøðini á Hagaleiti Fíggjarkreppa minkar um nýtsluna Rusk úr Tórshavnar Kommunu 2007-2008 Rusk tilsamans 2006-2008 Merkel hartar Sarkozy Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, er als ikki fegin um ætlanina hjá franska forsetanum, Nicolas Sarkozy, at veita franska bilídnaðinum almennan stuðul burtur úr kreppuni. Sarkozy hevur sagt, at stjórnin í París fer at stuðla bilídnaðin við átta milliardum evrum. Tað hóvar ikki Angelu Merkel, tí eftir hennara tykki er tað óheppið fyri kappingina í ES, at bilídnaðurin í summum limalondum fær stuðul. Angela Merkel er serliga hørm um, at franski forsetin dyrgir eftir at fáa bilaverksmiðjur í øðrum ES­londum at flyta til Fraklands. Úr Guantanamo til Litava Stjórnin í Litava er til reiðar at tingast við amerikonsku myndugleikarnar um at taka ímóti nøkrum av fangunum í Guantanamo­leguni, tá hon verður latin aftur. Uttanríkisráðharrin, Vygaudas Usackas, sigur við fjølmiðlarnar, at hann hevur fingið heimild frá stjórnini at tingast við amerikanararnar um tey teknisku og løgfrøðiligu viðurskiftini í málinum. USA hevur spurt fleiri lond í Evropa, um tey vilja taka ímóti fangum úr Guantanamo, men bara nøkur fá hava játtað at viðgera spurningin. Danmark hevur sagt nei.