Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2009 Fýra listafólk hava seinastu vikuna sett romantiskt føroyskt ævintýr upp sum leik á føroysku skúlunum. Leikurin er partur av Listaleypinum, sum Norðurlandahúsið samskipar. Valentines dag verður leikurin sýndur fyri almenninginum Sjónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tey fýra Dánjal á Neystabø, Kristina Sørensen, Gunnvá Zachariasen og Christopher Hammond eru farin í eitt fjøllistarligt samstarv, og eru tey í løtuni í holt við skúlasýningar av leikinum, Vakurleikin og Beistið. Leikurin er tilboð í Listaleypinum, sum Norð­ urlandahúsið skipar fyri, og samskipar við skúlar og kommunur kring landið. Hugskotið at seta upp føroyskt ævintýr sum leik, er ikki nýtt. Kristina Søren­ sen og Dánjal á Neystabø hava fyrr samstarvað, og í eitt ár hava tey arbeitt við hugskotinum til leikin. ­ Eg søkti um at vera við í Listaleypinum, og eg havi so biðið um at fingið hesi trý við. Dánjali á Neystabø havi eg fyrr arbeitt saman við, Gunnvá Zachariasen er ein góður sjónleikari, sum eg altíð havi viljað arbeitt saman við, og Christopher Hammond kenni eg frá skúlanum í London, sigur Kristina Sørensen, sum er stigtakarin til samstarvið. Sjálv er Kristina Sørensen dansari, Dánjal á Neystabø er tónleikari, og Gunnvá Zachariasen og Christopher Hammond eru bæði sjón­ leikarar. Við at blanda hesar listagreinarnar, fáa tey eina góða breidd í uppsetingina, meta tey sjálvi. ­ Eg haldi, at serliga tað at Kristina hevur gingið á dansiskúla, og hevur arbeitt nógv við rørslum, gevur leikinum nógv. Tí fleiri brot í leikinum eru sokallað stum­ teatur, har til kemur tónleik­ urin og rørslurnar við mar­ kantum temposkifti, greiðir Dánjal á Neystabø frá. Orsøkin til at leikbólkurin – sum ikki hevur annað navn enn Fjør mítt – hevur valt at seta upp Fjørið mítt, ið er bygt á ævintýrið um Vakurleikan og Beistið, er tann, at tað skuldi vera okkurt upprunaføroyskt. Hartil er tað av týdningi tá leikararnir skulu ferðast við leikinum, at leikurin ikki er bundin at stórum palli, at tað ikki eru alt ov nógvir persónar, at tað í leikinum eru fá støð og í heila tikið at hann ikki er ov fløkjas­ ligur. ­ Nú hava vit sýnt leikin fyri fleiri flokkum millum 1.­7. flokk kring landið, og tað vísir seg at tey hava tik­ ið væl ímóti leikinum. Tey trúgva, at har er eitt slott, hóast vit ikki hava nakað slott við okkum, greiðir Kristina Sørensen frá. ­ Ein leikur sum hesin, verður ofta rættiliga eks­ perimenterandi. Men nú er tað altso talan um ungar áskoðarar, og tí skal tað vera ítøkiligt og lætt hjá teimum at viðgera. Her verður tað abstrakta kon­ kret, og tað ger leikin sterk­ an. Vit nýta einfaldar rekvi­ sittir, og geva teimum møgu­ leikan at nýta sítt egna hugflog, sigur Dánjal á Neystabø. Tilsamans vera 15 sýning­ ar av leikinum um Vakur­ leikan og Beistið. Einasti møguleiki hjá almenning­ inum at síggja leikin, er leygardagin. Tá er Valen­ tines, og hóskandi verður Vakurleikin og Beistið sýndur hendan dagin í nýggja kommunuskúla­ bygninginum. Egi Dam leikstjórnar leikinum, ið er á leið ein tíma til longdar. Romantiskt ævintýr á Valentines Løgreglustjóri drápsmaður Løgreglustjórin í meksikanska býnum Cancún, Francisco Velasco Delgado, er tikin og fluttur til høvuðsstaðin Mexico City, har hann er settur í húsavarðhald. Samstundis hevur hann mist starvið. Orsøk­ in er sambært CNN, at løgreglan hevur illgruna um, at Delgado var við til at beina fyri generalinum Mauro Enrique Tello Quinonez, sum løgreglan hevði sent til Cancún at steðga áganginum hjá rús­ evnaharkaliðunum í býnum. Generalurin fekk minni enn eitt samdøgur í starvinum. So bleiv hann myrdur. Sildaskip ásiglt við bryggju Hetlendska sildaskipið "Research" sleppur ikki aftur til fiskiskap fyrr enn um ein ella tveir mánaðir. Orssøkin er, at skipið bleiv ásiglt, meðan tað lá við bryggju í Aalesund í Noregi fyrramorgunin. "Research" hevði landað sild og lá við bryggju, tá eitt norskt sildaskip sigldi á tað við tí úrslitið, at hol kom á hetlendska skipið oman fyri vatngangin, skrivar Shetland News. Øll manningin var umborð á hetlendska skipinum, tá óhappið hendi, men eingin fekk skaða. F.v. Dánjal á Neystabø, Kristina Sørensen, Christopher Hammond og Gunnvá Zachariasen seta leikin upp um Vakurleikan og Beistið Partar av leikinum er stumteatur. Tey leikandi hava ymiskar bakgrundir úr tónleiki, sjónleiki og dansi, sum gevur leikinum eina ávísa breidd Vakurleikin og Beistið er romantiskt ævintýr, og upprunasøgan til teknifilmin hjá Walt Disney. Føroyska útgávan kann upplivast í nýggja kommunuskúlabygninginum leygardagin