hósdagur 12. februar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 30 - 12. februar 2009
Í fjør tók Havsbrún
ímóti sløkum
11.000 tonsum av
fiskaslagnum hav
gølti, sum er rættiliga
nýtt í framleiðsluni
á virkinum. Enn
er trupult at siga,
hvønn týdning
nýggja fiskaslagið
kann koma at fáa fyri
ráfiskagrundarlagið
hjá virkinum, sum
alsamt er minkandi
við nógv skerdari
svartkjaftakvotu
hjá føroysku nóta
skipunum
Havsbrún
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyri nøkrum árum síðan
tók Havsbrún í Fuglafirði
ímóti fyrstu nøgdunum av
einum “nýggjum” fiska
slagi, sum á enskum kallast
boarfish. Føroyska navnið
á hesum fiski er havgøltur.
Fyrstu fiskarnir av hesum
slagi, sum Hartvig Joensen
á Havsbrún veit um at siga,
fekk nótaskipið Christian í
Grótinum, tá teir royndu
eftir rossamakreli í Ensku
Kanalini. Tá hevði nótaskip
ið, sum ikki er í føroyska
fiskiskipaflotanum meira,
eina íblanding av havgølti,
sum teir landaðu í Fugla
firði.
Smáur fiskur
Í fjør keypti Havsbrún út
við 11.000 tons av havgølti,
og higartil í ár hevur virkið
eisini keypt onkra last.
Tað eru írsku systirskipini,
Father McKee og Brendelen,
sum serliga hava fiskað hav
gølt á leiðunum sunnanfyri
Írland og niðri móti Ensku
Kanalini. Skipini hava roynt
at funnið keyparar ymsa
staðni, og Havsbrún í Fugla
fiðri hevur víst fiskaslag
num áhuga.
Havgøltur
er
smáur
fiskur. Eg slagið gott, liggur
støddin millum 10 og 13
cm., men er fiskurin smáur,
er longdin einar 56 cm.
Fiskurin minnir um konga
fisk í skræðuni; hann er
nakað hvassur, og tí er hann
eisini ringur at fáa upp úr
skipinum. Neyðugt er at
brúka nógv vatn, tá hav
gøltur verður landaður.
Hartvig sigur, at tá írsku
skipini hava landað hetta
fiskaslag á Havsbrún, hevur
hetta verið rein veiða við
ongari íblanding.
Áðrenn vit gera meira
burtur úr havgølti, kunnu
vit upplýsa, at hesi somu
írsku skipini í vikuni hava
landað
tilsamans
2200
2300 tons av sild til Havs
brún.
Á royndarstigi
Enn er trupult at siga nakað
við vissu um hvønn týdning
hetta nýggja fiskaslagið,
sum enn er á royndarstigi í
framleiðlsuni, kann koma
at fáa fyri ráfiskagrundar
lagið hjá Havsbrún.
Nú svartkjaftakvotan hjá
føroysku nótaskipunum er
vorðin so nógv skerd, er
ráfiskagrundarlagið undir
Havsbrún eisini viknað.
Vit kunnu siga, at neyð
lærir
nakna
kvinnu
at
spinna, og tað er betri at
gera hesar royndir enn einki
at gera. Sjálvandi eru vit
spentir eftir at vita, hvussu
langt vit kunnu røkka við
hesum
fiskaslagi,
sigur
Hartvig.
Hann vísir á, at enn er
langt á mál við havgølti og
framleiðslu úr hesum fiska
slagi.
Men soleiðis var eisini
við svartkjafti, tá líkinda
søluvøra skuldi fáast burtur
úr honum.
Hartvig sigur, at tað
verður trupult at fáa somu
dygd burtur úr havgølti sum
úr øðrum fiskasløgum, sum
Havsbrún brúkar í síni
framleiðslu.
Vit hava gjørt royndir at
virka fiskin til mjøl og
partvís til lýsi, tí okkurt
tíðarskeið er fiskurin hampi
liga feitur og ber nokso fitt
av lýsi. Men enn er hav
gøltur ikki vorðin ein bein
leiðis partur av fóðurfram
leiðsluni hjá virkinum.
Hann sigur, at Havsbrún
hevur
gjørt
innleiðandi
kanningar við sýrum og øðr
um, men slíkt arbeiði tekur
langa tíð.
Tað er í hvussu er einki
í okkara kanningum, sum
bendir á, at fiskurin ikki
kann
brúkast.
Hinvegin
klárar fiskaslagið ikki krøv
ini um eitt nú proteinir, og
innihaldið av salti er ein
annar trupulleiki.
Hartvig Joensen vísir á,
at fiskamjøl í síni heild
kann brúkast til so mong
ymisk endamál, og eitt nú
hevur virkið roynt at selt
mjøl úr havgølti til Rus
lands.
Vit eru í øllum førum
noyddir at royna nýggjar
leiðir, nú ráfiskagrundar
lagið er vorðið so skert,
sigur hann.
14.000 tons
Higartil í ár hevur Havsbrún
tikið ímóti stívliga 14.000
tonsum av ráfiski, og tað er
ikki meira enn ein hampilig
vika kundi geva hesa tíðina
av árinum fyri fáum árum
síðan.
Havgøltur nýggja fiskaslagi
Higartil í ár hevur Havsbrún í Fuglafirði tikið ímóti
sløkum 14.000 tonsum av ráfiski. Tað er ikki meira enn
ein vika gav í nøgd, tá føroysku svartkjaftaskipini hesa
tíðina av árinum kundu fiskað, sum tey vildu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kongafiskaveiða í Irmingarhavinum
Londini í NEAFC eru vorðin samd um kongafiskaveiðuna í Irmingahavinum. Støðan hjá kongafiskastovninum er so
vánalig, at nakað má gerast, men at semjast um nakað skilagott sær út til at vera vónleyst. Tað skrivar Føroya
Reiðarafelag á síni heimasíðu. Felagið vísir á, at sjálvandi vilja allir fiska so nógv sum gjørligt, tó eru londini noydd at
vísa skynsemi, tá hini londini eru samd um at minka veiðina. Í einum kassa á gýtingarleiðini hevur veiðan verið
avmarkað, og nú samdust londini um at minka fiskiskapin úr 30% niður í 15 % í tíðarskeiðinum 1. apríl til 10. mai.
Hetta er besta fiskitíðin, og tað er við ringum tannabiti, vit góðtaka hetta. Loyvt verður at fiska 597 tons ímóti 722
tonsum, sum vóru veidd í fjør í sama øki sama tíðarskeið. Felagið vísir á, at annars var semja í NEAFC um at økja
veiðina úr 65% uppí 70% av 3.980 tonsum í sama kassa, men í áðurnevnda tíðarskeiði verður bert talan um 15% veiði
á hesi leið. Tá liðugt var, segði Emanuel Rosing fyri Grønland, at nú vóru allir glaðir , ”undtagen rødfisken”. Hetta
er sannleikin, tá hugsað verður um støðuna í stovninum, sigur Føroya Reiðarafelag.