Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 30 - 12. februar 2009 ið á Havsbrún - Hetta er besta tíð til svartkjaft, og hetta er sam- stundis tíðin, tá svart- kjafturin er bestur. Føroyska svartkjafta- kvotan er skerd niður í lítið og lætt, og tí royna skipini, sum í løtuni eru á hesi veiði, eisini at fáa sum mest burtur úr lítlu nøgdini, tey kunnu fiska. Hartvig veit at siga, at Finnur Fríði um dagarnar soleiðis hevur landað nøkur fá hundrað tons til matna í Peter Head. - Skipið hevði valið ímillum at landa lutfalsliga lítlu veiðina til matna fyri 1,86 krónur fyri kilo – ella at fylla skipið og landa veiðina til ídnað í Føroyum fyri eina góða krónu fyri kilo, nú fiskurin hevur so stórt fitiinnihald. Men tað er ikki lætt, tá tað treingist so ógvusliga saman um og samlaða kvotan av svartkjafti, sum skipini higartil hava fingið tillutaða, er so lítil. - Tá svartkjafturin seinni í vár kemur í føroyskan sjógv, hevur hann gýtt, og tá er hann munandi minni verdur, sigur Hartvig Joen- sen á Havsbrún. Havgøltur er nýggja fiskaslagið, sum er vorðið partur av ráfiskagrundarlagnum hjá Havsbrún. - Vit kunnu siga, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, og tað er betri at gera hesar royndir enn einki at gera. Sjálvandi eru vit spentir eftir at vita, hvussu langt vit kunnu røkka við hesum fiskaslagi, sigur Hartvig Joensen á Havsbrún Bøta um trygdina Norsku sjóferðslumyndugleikarnir halda tað vera neyðugt við fleiri tiltøkum sum avleiðing av vanlukkuni við veitingarskipinum Bourbon Dolphin nærhendis Hetlandi í apríl í 2007. Millum annað halda myndugleikarnir tað vera neyðugt við betri stabiliteti, betri spølum, fleiri bjargingarflakum og neyðsendarum. Harafturat verður skotið upp at fremja broytingar í arbeiðsgongdini umborð á slíkum skipum og at herða eftirlitið við trygdini umborð á veitingarskipum. Fyrsta lodnan landað Íslendsk skip hava nú landað ta fyrstu lodnuna hesa vertíðina. "Ásgrímur Halldórsson" kom á Hornafjørðin í gjárkvøldið við 730 tonsum, og um somu tíð kom "Kap" í Vestmannaoyggjarnar at landa. Morgunblaðið skrivar, at skipini fingu lodnuna tætt undir landi á Suðurlandinum nakað vestan fyri Ingolfshøvda. Skipini hava fingið loyvi at fiska 15.000 tons av lodnu sum rannsóknarkvotu, eftir at fiskifrøðingarnir mæltu frá at fara undir lodnuveiði enn, tí teir hildu ikki, at nóg nógv lodna var at síggja. + mynd lodnuskip Alt eftir, hvussu nógv skip koma at veiða tey stívliga 20.000 tonsini, sum fyribils­ býtið av svartkjafta­ kvotuni er, kemur kvotan hjá hvørjum skipi sær at snúgva seg um nøkur tons færri – ella nøkur tons fleiri ­ enn 3.000 tons, sum er ein túrur í part Svartkjaftur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá Sosialurin var ein túr í Fuglafirði seinasta leygar- dag, lógu fleiri stór skip við bryggju, sum annars plagdu at rokast á svartkjafti á leiðunum vestur úr Írlandi hesa tíðina av árinum. Millum skipini vóru eitt nú Næraberg, sum annars er lutfalsliga nýggjur í flota- num, Tróndur í Gøtu, Høga- berg og Fagraberg. Stóri trupulleikin hjá skipunum, nú hetta er besta tíð til svartkjaft, og fiskurin hesa tíðina av árinum eisini er feitastur og hevur besta prísin, er, at kvotan er so syndarliga lítil. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur higartil býtt helmingin av tillutaðu svartkjaftakvotuni upp á stívliga 40.000 tons út til skipini, sum plaga at fáa lut í hesi kvotu. Alt eftir, hvussu nógv skip koma at veiða hesi stív- liga 20.000 tons, kemur kvotan hjá hvørjum skipi sær at snúgva seg um nøkur tons færri – ella nøkur tons fleiri - enn 3.000 tons. Men líkamikið, hvussu nógv – ella fá – skip fara at fiska hesa fyribilskvotu, verður talan um sera smáar nøgdir í part til hvørt skip- ið. Taka vit eitt skip sum Fagraberg, fyrrverandi Krúnborg, so tekur skipið meira enn 3.000 tons av svartkjafti, sum saktans kunnu fiskast ein túr. Anfinn Olsen, reiðari á Fagrabergi og Høgabergi, hevur sagt, at Høgaberg fyribils verður lagdur, soleiðis at Fagraberg kann fiska av báðum kvotunum hjá felagnum. Men tá ið ræður um svart- kjaftin, munar hetta bara so lítið, tí í staðin fyri at fáa ein túr, svara fyribilskvotan hjá báðum skipunum til tveir túrar. Tá svartkjafturin stendur tættur, sum hann vanliga ger undir gýting, kann vera rættiliga skjótt at fylla skipini. Avreiða kvotur Vanliga hugsanin hjá fólki í vinnuni, bæði á sjógvi og á landi er, at føroyskir myndugleikar hava verið “óførir” at avreitt kvotur til aðrar, samstundis sum før- oyingar sjálvir sita eftir við lítlum og ongum. - Her svimur hópur av tilfeingi rundan um oyggjar okkara, men okkara fiski- floti sleppur bara ikki at fiska av hesum. Kelda úr vinnuni vísir á, at samstundis sum føroysku flakatrolararnir lógu í rok- fiskiskapi í gráu leiðini, avreiddu Føroyar ein stóran part av makrelinum til norð- menn – eftir, at Føroyar stutt frammanundan høvdu avreitt stóran part av nógv skerdu svartkjaftakvotuni til russar. - Ilt er at spáa um, hvussu vorðið verður við okkara fiskiveiði, um okkara myndugleikar ikki taka sær annað skinn um bak og geva sær far um, hvar virðis- økingin í vinnuni liggur, sigur keldan við Sosialin. Nótaskip eiga ein túr í part Stóru og dýru skipini liggja á Fuglafirði, tí svartkjaftakvotan er so lítil, at fyribilsbýtið røkkur bert til ein túr í part hjá teimum størstu skipunum Mynd: Vilmund Jacobsen