hósdagur 12. februar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 30 - 12. februar 2009
Lat meg viðganga beinan
vegin, at eg nú eri um
miðjan aldur, so at siga
javngomul við Útvarp
Føroya. Eitt tað fyrsta
útvarpsminnið hjá mær er
eitt spennandi hoyrispæl í
barnaútvarpinum um
Loyndarmálið, sum Sú,
Rók og Dávid funnu útav.
Tá vóru ikki nógvar før
oyskar barnabøkur, so tað
var sera forkunnugt at
hoyra eina góða søgu sum
hesa. Annars sendi útvarp
ið ikki so leingi tá, fyrst í
sekstiárunum. Har var ein
tími um morgunin og ein á
middegi, og so eitt sindur
longri um kvøldið. Týs
kvøld var barnasending;
men umframt hana minnist
eg væl tey frálíku hoyri
spølini, sum ofta vóru á
skránni leygarkvøld. Hetta
var, áðrenn ungdómsment
anin hevði breitt seg út
yvir alt – tey ungu, sum
vildu hoyra nútímans tón
leik, máttu klára seg við
radio Luxemburg.
Men fólk vóru sum heild
góð við útvarpið, bæði
lurtarar og tey, sum gjørdu
sendingar. Hetta, sum eg
nú sigi, kann eg sjálvsagt
ikki prógva, men eg haldi
ikki, at eg fari skeiv, um eg
sigi, at tað heldur var eld
hugur enn peningalig løn,
sum fingu fólk uttan fyri
stovnin at vera við í send
ingum. Fólk mintust,
hvussu tað var ikki at hava
nakað føroyskt útvarp.
Heldur ikki vóru so nógvir
aðrir miðlar, hvørki sjón
varp ella alnót. Tá ið Út
varp Føroya ikki sendi,
stóð sum oftast á norð
manninum ella Tórshavnar
Radio.
Vit skulu ikki venda
aftur til fortíðina; og eitt
nú sjálvboðið arbeiði er
nakað, sum eyðkennir ta
fyrstu tíðina í nógvum
nýstovnaðum feløgum,
tiltøkum og stovnum –
seinni hava professionalis
man og tað lønta arbeiðið
meira at siga; og soleiðis
eigur tað helst at vera.
Hetta nevni eg, fyri at vit
kunnu hava í huga, at tað
eru hesi fólkini, sum vóru
við til at taka undir við tí
fyrstu byrjanini av Útvarpi
Føroya, sum nú eru teir
gomlu lurtararnir. Hesa
kenslu av at vera góð við
Útvarpið kunnu tey ungu
av góðum grundum ikki
kenna – hjá teimum er
Útvarpið ein sjálvfylgja og
bert eitt av mongum til
boðum bæði í radio, sjón
varpi og á alnótini. Og tað
tykist, sum er støðan sum
kappingarneyti tikin fram
um støðuna sum tað al
menna útvarpið í huga
heiminum hjá teimum,
sum nú avgera innihaldið í
Útvarpi Føroya.
Eitt alment útvarp má
vera fyri allar lurtarar,
hvussu fjølbroytt vit enn
eru. Eisini fyri allar aldurs
bólkar. Og tað er serliga
her, at Útvarp Føroya við
síni núverandi manning og
skrá fullkomiliga tykist at
hava gloymt, at tað eisini
eru gomul og tilkomin fólk
í lurtaraskaranum.
Nú hevur mest verið at
hoyrt um endursendingina
av morgunlestrinum –
nakað, sum er rættiliga
óviðkomandi fyri yngru
ættarliðini, sum annað
hvørt kunnu lurta tíðliga
um morgunin, fara á
alnótina ella als ikki lurta.
Tey gomlu harafturímóti
hava kent endursendingina
av morgunlestrinum sum
sína sending og hava
trúliga lurtað og sitið við
sálmabókini og sungið við
– ikki bara á ellis og
røktarheimum, men eisini
heima við hús.
Tað hevur verið nevnt, at
grundin til, at endursend
ingin av morgunlestrinum
mátti strikast, var at halda
fast við lurtararnar allan
fyrrapartin, so teir ikki
skiftu til aðra rás. Her
verður sjálvsagt fyrst og
fremst hugsað um lurtarar í
yngru ættarliðunum. Men
hvussu er støðan hjá teim
um gomlu og stórum parti
av teimum tilkomnu? Tað
kann gott vera onkur send
ing í Útvarpinum, sum
hevur áhuga, men ímillum
innsløgini verður spældur
tónleikur, sum í oyrunum á
flestøllum gomlum og
nógvum tilkomnum ljóðar
so andskræmiliga, at tey
skunda sær at sløkkja – og
hoyra so ikki restina av
sendingini, ið kanska ann
ars var áhugaverd. Hvør
munur er á at missa lurt
arar á henda hátt, og so av,
at onkur skiftir rás vegna
eina endursending av morg
unlestri? Kanska tann, at
hinar rásirnar spæla sama
slag av tónleiki, so at radio
verður sløkt, í staðin fyri at
skift verður til aðra rás?
Sum gamal ella tilkomin
lurtari situr tú eftir við
teirri kenslu, at tey, sum
leggja skránna, hugsa sum
so: Vit leggja einki í, um
tey gomlu og tey tilkomnu
“skrúva av” útvarpinum, tí
tey fara ikki yvir til hinar
rásirnar, men tey yngru
skifta til Rás 2, og tað má
ikki henda.
Hyggja vit at, hvørjar
tónleikasendingar eru
horvnar úr skránni, so eru
har lutfalsliga nógvar
sendingar, ið hava havt
lurtarar millum tilkomin og
gomul: Tónleikasending
arnar hjá Ova Olsen,
Leygarmorgun í studio 5
við Arna Thomsen, Har
monikutónarnir hjá Flóvin
Jacobsen og Menuettin við
Jóannes S. Hansen. Saknur
er í teimum! Ein lítil send
ing við klassiskum tónleiki
er komin í staðin, men við
so ringari senditíð, at tað
næstan kann gera tað sama.
Men fyri ikki bert at
finnast at, fari eg at takka
Útvarpinum fyri, at Jónleif
Johannesen er sloppin at
gera sendingar um føroysk
an dans. Tað var tíð uppá,
at kvøðing og dansur aftur
fingu rúm í almenna
mentanarberanum!
Eitt heilt annað fyri
brigdi, sum stuðlar fatanini
av Útvarpinum sum Ung
dómsútvarp, er mátin, sum
ensk tala verður send í eitt
nú tíðindasendingum. Er
ein samrøða við ein per
són, sum tosar enskt, eitt
nú ein íslending, so verður
hetta sent beinleiðis í tíð
indunum, uttan at verða
týtt til føroyskt.
Hjá teimum yngru ættar
liðunum er tað púra sjálv
sagt at skilja og tosa enskt.
Men hjá fólki oman fyri
eini 45 ár er hetta ikki so.
Kanska lærdu vit eitt
sindur av enskum í skúla
num, men enskt var ikki
fyrsta fremmandamál og
varð als ikki nýtt í ger
andisdegnum. Ein rættiliga
stórur partur av tilkomnum
og gomlum føroyingum
skilja ikki nóg væl enskt til
at fáa nakað sum helst
burturúr einari enskari
samrøðu í eini tíðinda
sending! Eftir situr tú bara
við einari kenslu av, at nú
var tað aftur “Ungdóms
útvarp Føroya”, sum sendi.
Ungdómsútvarp Føroya?
Elin
HEnriksEn
Byggivinnan má metast
sum ein serføroysk vinna.
Allar tær føroysku fyri
tøkurnar hava næstan allan
sín umsetning frá heima
marknaðinum.
Hettar kann tykjast løg
ið, men um ein hyggur
nærri at hesum fyribrygdi,
er tað kanska ikki so løgið
kortini.
Fyri at kunna reka eina
byggifyritøku í dag krevst
útbúgving sum t. d. verkfrøð
ingur, byggifrøðingur o.l.
Fyri at nema hesar út
búgvingar mugu okur av
landinum. Til Danmarkar,
gongur leiðin vanliga.
Sum øllum kunnugt
koma mong av hesum aldr
in heimaftur. Men tey sum
koma, hava øll eina vón
um, at nú skulu tey endiliga
heim til Føroyar at seta
búgv, stifta familju og ann
ars gera sítt til, at menning
in av okra kæra heimlandi,
kann halda áfram.
Hesa vón hevði/hava eis
ini okur sum fingið útbúgv
ing innan byggivinnuna.
Hugurin var innstillaður
upp á at skapa eitt lív sam
an við familjuni í Føroyum.
Tí er tað mín persónliga
áskoðan, at orsøkin til, at
tann føroyska byggivinnan
er ein serføroysk vinna
burturav, skal finnast í
teirri mentalu innstillingini
hjá okkum føroyingum.
Okur eru mentalt komnir
heim fyri at vera. Okur vilja
ikki burtur frá Føroyum,
men ynskja bert at liva og
virka her. Tað er her broyt
ing má koma í, um føroysk
ar byggifyritøkur skulu
halda áfram, at mennast.
Føroysk byggileiðsla
hevur nomið sær útbúgving
í Danmark.
Donsk byggifeløg hava
allan heimin sum marknað.
So tað kann ikki sigast, at
okur her heima ikki hava
nomið okkum tann rætta
førleikan fyri at kunna gera
okkum galdandi á tí
útlendska marknaðinum.
Hettar hava danir prógv
að fyri okkum, hvat ið ein
donsk útbúgving kann
nýtast til.
Fíggjarkreppan og
byggivinnan
Seint á heystið 2008 kom
henda kreppa til Norður
lond, og harvið eisini til
Føroyar.
Í Føroyum hevur henda
kreppa viðført, at nógv
fólk innan byggivinnuna
eru vorðin arbeiðsleys.
Byggiharrar sum t. d.
Tórshavnar Kommuna,
hava fingið fíggjarligar
trupulleikar, orsakað av
teirra nógvu byggiverk
ætlanunum.
Stór byggiætlan sum t.d
Skúlin á Argjum, er ikki
veruliga byrjaður enn.
Sáttmáli hevur bíðað
eftir undirskrift í fleri
mánaðir. Orsøkin sigst
vera væntandi fígging.
Hetta er ikki nakað
eindømi í dag, men tey
fíggjarligu útlitini fyri
Føroyar, eru vorðin meira
døpur, og tað er skylda hjá
okra fólkavaldu, at endur
skoða framtíðarætlanir.
Hettar kemur et merkja
afturgongd fyri byggivinn
una, og fer arbeiðsloysi
óiva at vaksa nógv í 2009.
Fyri at tolma hesari aftur
gongd, hava okra granna
lond (undantikið Ísland )
ætlanir um at seta sokallað
ar Vakstrarpakkar í umfar.
Noreg hevur longu framt
ein vakstrarpakka fyri áleið
20 mia.nkr.
Danmark fer væntandi
seinni í vár at samtykja ein
pakka á umleið16 mia.d.kr.
Hvat gera føroyskir
politikkarir
Fer ætlanin hjá fíggjar
nevndini at seta pening í
umfar, javnt kring landið,
at hjálpa til, at halda føroy
ingar í arbeiði í 2009?
Kann tað at skriva ein
sáttmála við íslendska
byggifyritøku uppá 27 mio.
kr, sigast at vera við til, at
halda føroyingar á arbeiðs
marknaðinum?
Kann ætlanin, um at
skriva ein sáttmála áðrenn
1. mars við TGVerk, um
ger av Ellis og røktarheim
ið og Økisdepli fyri sinnis
veik í Vági, á umleið 57
mio. kr, metast at vera við
til at halda føroyingar á
arbeiðsmarknaðinum?
Hetta eru arbeiði fyri 84
mio.kr, sum tað almenna
Føroyar sendir av landinum,
longu við ársbyrjan 2009.
Hvussu man restin av
árinum fara at hilnast?
Væntandi aðrar 200300
mio.kr sendar av landinum
seinni í 2009?
Almennu Føroyar, land
og kommunur, siga seg
spara pening á henda hátt.
Álvaratos, hevur almennu
Føroyar ongan samfelags
búskaparfrøðing í starvi?
At almennu Føroyar flyta
84 mio. kr beinleiðis av
landinum, kemur at svara til,
at okur hava góðtikið, tað
samfelagsliga nógv dýrasta
tilboðið fyri Føroyar.
Hetta má Sigurd Poul
sen, ella Herman Oskar
son, kunna staðfesta, um
okkurt fjølmiðlafólk tímir,
at spyrja teir!
Hvussu sær handilsjavn
vágin millum Føroyar og
Ísland út, anno 2009.
Hvussu munna útlitini
verða næstu árini?
Væntandi eitt stórt undir
skot fyri Føroyar, á handils
javnvágini við Ísland.
Kann Føroyar klára hett
ar handilsundirskot, uttan
at arbeiðsloysi fer at vaksa,
í Føroyum?
Føroyar hava samtykt at
hjálpa okra granna. Men fer
Føroya Landstýri at hjálpa
sínum egnu borgarum, sum
fara at gerast arbeiðsleysir,
orsakað av tí førda politikki
her heima???
Ella skal tað verða, sum
í 1992, hvør man klára seg
sjálvan sum frægast?
Tað er eitt sterkt land,
sum megnar at hjálpa borg
arum í einum øðrum landi,
men tað er samstundis eitt
vánaligt land, sum ikki
klárar, at útvega arbeiði til
sínar egnu borgarar og
fyritøkur.
Tað er upptil okra fólka
valdu at skapa karmar fyri,
hvat slag av samfelag, okur
skulu hava í Føroyum.
Skal ein ávísur vinnu
bólkur, gjalda rokningina
fyri, at Føroyar skulu
hjálpa grannalandinum,
ella vil Føroya Landstýri
skipa fyri at smíða karmar,
sum kunna tryggja at før
oyskar fyritøkur og føroy
ingar, kunnu sleppa undan
hesi rokning arbeiðsloysi
og húsagangi.
Føroysk byggivinna á
einum vegamóti.
Tíðin er komin til, at
føroyskar byggifyritøkur
mugu fáa etablerað virk
semi í okra grannalondum.
Hetta mugu tær hava hjálp
til, frá Vinnumálaráðnum,
fíggjarveitarum, íløgu
feløgum, Framtaksgrunn
inum, Vinnuhúsinum v.m.
Løtan tykist vera tann
rætta at gera hettar, nú í
okur síggja niðurgongd
herheima. Samstundis sum
okra grannalond, sam
tykkja Vakstrarpakkar fyri
milliardir av krónum.
Vónandi er onkur lesari
av hesi grein, sum kann
taka stig til, at fremja mína
áheitan í verki.
Um ongin tykist vera, vil
eg hervið heita á Føroya
Løgmann, um at taka stig
til ætlanina.
Ein vinna má hava vón
og áræði, umframt fram
skygni. Sum altíð má
borga fyri teirri gleði til
skapan, sum tað at kunna
byggja altíð vil vera.
Verandi vinna tykist vón
leys, stuttskygd og uttan
evnini til at finna eina kós,
burturúr verandi støðu.
Henda kann ikki halda
fram, og hettar kann Før
oyar ikki liva við.
Við vón um broyting,
Føroya landi og føroyskari
byggivinnu at frama.
Føroysk byggivinna komin til eina rundkoyring ella eitt vegamót?
Tann mentala blokeringin
verkfrøðingur
Tom silvurdal
viðmerkingar