hósdagur 12. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2009
15
T
að var áhugavert at síggja
myndirnar av øllum teimum
pensionistunum, sum í fleiri
umførum hava leitað sær inn í
løgtingið at mótmæla niður
skurðirnar av játtanum til
okkum pensionistar.
Ongin ivi er um, at tað er tor
ført at fáa fíggjarlógina at
hanga saman aftan á tann álvars
liga niðurskurðin av blokkinum
og tann búskaparpolitikk, sum
førdur er seinastu árini. Og
sjálvsagt kann ein altíð tosa
um, og hava ymiskar meiningar
um, tær av løgtinginum gjørdu
raðfestingar. Um tað er rímu
ligt, at Anfinn og hansara grann
ar fáa eitt nýtt berghol, soleiðis
at teir kunnu koyra gjøgnum
tvey ymisk berghol, alt meðan
pensionistarnir missa eina røð
av sjálvsøgdum rættindum.
Er tað ikki júst vit, pension
istar, sum hava skyldina?
Hyggjandi eftir hesum vøkru
føroysku pensionistunum á
áhoyraraplássunum á løgtingi
setti eg mær hendan spurningin.
Eru tað ikki júst vit, sum nú eru
pensionistar, sum hava ábyrgd
ina av, at tað er so torført at fáa
fíggjarlógina at hanga saman?
Eiga vit ikki at taka í egnan
barm?
Hava ikki meira enn tveir
triðingar av føroysku pension
istunum sett Javnaðar, Fólka
floks, Tjóðveldis og onnur
loysingarfólk inn á ting? Og
hava hesir løgtingslimir ikki
gjørt júst tað, sum teir lovaðu at
gera og støðugt hava gjørt – at
vaksa um útreiðslurnar og
minka um inntøkurnar á
fíggjarlógini?
Trúðu vit veruliga, at loysing
arflokkarnir megnaðu bæði at
vaksa um útreiðslurnar, við
yvirtøkum og nú eisini við
egnum uttanríkisráði við
»ambassadum«, egnum uni
versiteti oman á ein vónleysan
fólkaskúla o.s.fr. o.s.fr. og sam
stundis eisini at skera blokkin
næstan niður í helvt, uttan at
hetta kom at ganga út yvir
bæði pensionistar og aðrar
føroyingar?
T. d. hava hesir flokkarnir
eftir heilt fáum árum skolað
nærum tríggjar milliardir krón
ur – ella nærum trý túsind
milliónir krónur út gjøgnum
»lensiportrini«. Hetta er pen
ingur, sum okkara forfedrar
samráddu seg til, og tí mátti
sigast at vera fólksins ogn.
Tá ein hugsar um, at allir
føroyskir pensionistar ikki
kunnu fáa nakrar fáar krónur at
hugna sær við, og tá ein hugsar
sær til, at vit longu nú ikki hava
ráð til at »vaksinera« tær trett
an/fjúrtan ára gomlu smágent
urnar móti deyðiligari sjúku,
sum ivaleyst førir við sær, at
summar av teimum seinni
doyggja frá børnum og manni.
Tá høvdu trý túsind milliónir
krónur hjálpt eitt sindur.
Vóru tær trý túsind milli
ónirnar ikki betri farnar?
Kundu vit ikki heldur havt nýtt
hesar trý túsind milliónirnar til
m.a. at bøtt um heilsuverkið,
almannaøkið og skúlaøkið? Í
luftbornu fjølmiðlunum og í
bløðunum síggja, hoyra og lesa
vit dagliga um eina røð av álvars
ligum trupulleikum, sum vanligi
føroyingurin stríðist við. Bæði
raskir og sjúkir pensionistar liva
undir óvirðiligum umstøðum.
Heilsuverkinum tørvar bæði
manning, viðlíkahaldsarbeiði og
arbeiðsamboð. Tørvurin á
røktarheimsplássum er ovurstór
ur. Skúlanum tørvar skúlabøkur
og nógv annað. Í mínum upp
vøkstri var føroyski bygdaskúlin
betri enn tilsvarandi danskur
skúli. Karakterirnir á real
preliminer og studentaskúlanum
vóru sagdir at liggja hægri enn
teir donsku, mettir av somu
donsku próvdómarum. Í dag
liggja vit í botninum, borð um
borð við Mexico, meðan fleiri
og tríati lond liggja aftan fyri
danir, men framman fyri okkum.
Orsøkin er fyrst og fremst
tørvandi peningur.
Fullveldið førir sjálvsagt sakn
og líðingar við sær
Sjálvandi verða vit pensionistar
noyddir til at góðtaka tey sakn
og tær líðingar, sum fullveldið
má og skal føra við sær. Vit
hava sjálvir arbeitt okkum fram
til verandi støði.
Tá eg møti fólki, byrja tey,
sum vera man, ofta at tosa um
politikk. Nógv kenna trongd til
at siga mær, hvønn tey hava
valt, kannska serliga tey sum
ikki hava valt sum eg. Ofta havi
eg hoyrt pensionistar, eisini
onnur, siga: Eg havi altíð valt
og velji Javnaðarflokkin, men
eg eri hart ímóti loysing. Onnur
siga: Eg havi altíð valt og velji
Fólkaflokkin, men gangi slettis
ikki inn fyri loysing.
Tað sum undrar meg mest, er
at tey ikki annars bera brá av
Alzheimer ella demens av
øðrum slagi. Tey hava kannska
bara »fortrongt«, at Fólkaflokk
urin og Tjóðveldisflokkurin, við
vælsignilsi frá Javnaðarflokki
num, fyri stuttum upp á tað
nærmasta hertóku Keypmanna
havn fyri at fáa loysing og
fullveldi.
Aftan á sjálvskaptu fíggjar
kreppuna í hálvfemsunum
rýmdu umleið sjey túsind før
oyingar, nógv teir flestu høvdu
valt loysingarflokkarnar. Teir
rýmdu úr Føroyum undan polit
isku úrslitum loysingarmanna
at leita sær annað og betri skjól
– í Danmark av øllum londum.
Einstakir halda fram við, úr
teirra tryggu donsku holu, at
rópa upp um føroyskt fullveldi.
Men vit hava ikki nær til
fingið fullveldið enn
Vit eiga at minnast til, at vit
slettis ikki enn hava fingið tað
hálovaða fullveldið. Vit eru ikki
ein gang komin inn í forgarðin.
Meðan vit hava blakað burtur
tær nevndu trý túsind milliónir
nar, hava vit um somu tíð fing
ið nógv meira enn fýra túsind
milliónir krónur í blokkstuðuli.
At blokkurin enn kemur hvørt
ár við seks hundrað milliónum
krónum merkir, at hesin í ár
minkar hallið á fíggjarlógini
við somu seks hundrað
millónum, soleiðis at hallið í ár
vónandi bert verður einar sjey
til otta hundrað milliónir krónur
tá avtornar.
Hetta er støðan, áðrenn
fíggjarkreppan havur rakt
okkum. Tað eru bert tveir
mánaðir síðan, at landsbanka
stjórin helt, at fíggjarkreppan
ikki kom at ávirka okkum.
Vónandi hevur hann grein í
sínum máli. Eg havi hug at siga
sum norðmaðurin plagar at taka
til. »Den lurer jeg på«.
Um danir tóku okkara
loysingarmenn í álvara
Hugsa vit okkum, at danir fyri
fáum árum síðan vóru »ration
ellir«, »konsekventir« tá Anfinn
Kallsberg, Helena Dam á
Neystabø og Høgni Hoydal við
stórum fylgi, íroknað films
fotografar, lupu á Christians
borg. Um danir tóku tey í álvara
og søgdu: Nú tíma vit ikki at
hoyra meira grenj, møsn og
fleiri skuldsetingar frá føroysk
um loysingarmonnum í okkara
egna parlamenti. Tit fáa
loysingina.
So tosaðu vit ikki í dag um
mistar trý túsind milliónir
krónur, sum vit nú fáa alt meira
tørv á, men um sjey til otta
túsind mistar milliónir krónur.
Hvussu støðan so hevði verið í
dag hjá okkum, sum ikki høvdu
leitað okkum annað skjól, men
enn búleikaðust heima á landi,
tað er tað bert ein sum veit.
Er ongin vón?
Um tann flokkur, sum eg plagdi
at velja, ikki tey seinastu sjey ár
ini viljaleysur hevði »fylgt við
tíðini«, og tí er vorðin »topp
modernaður«, hevði eg verið
førur fyri at víst á eina »klokku
klára« loysn av trupuleikunum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Vit pensionistar
– Hondina á hjartað – Eiga vit
ikki at taka í egnan barm?
Tíðargreinin
tíðargreinin
Pauli Ellefsen
»Eru tað ikki júst vit, sum nú eru pensionistar, sum hava ábyrgdina av, at tað er so torført at fáa fíggjarlógina
at hanga saman? Hava ikki meira enn tveir triðingar av føroysku pensionistunum sett Javnaðar-, Fólkafloks-,
Tjóðveldis- og onnur loysingarfólk inn á ting«, spyr Pauli Ellefsen í tíðargrein í dag
”
Um tann flokkur, sum eg
plagdi at velja, ikki tey
seinastu sjey árini viljaleysur
hevði »fylgt við tíðini«, og tí er
vorðin »topp-modernaður«,
hevði eg verið førur fyri at víst
á eina »klokkuklára« loysn av
trupuleikunum
”
At blokkurin enn kemur
hvørt ár við seks hundrað
milliónum krónum merkir,
at hesin í ár minkar hallið á
fíggjarlógini við somu seks
hundrað millónum, soleiðis at
hallið í ár vónandi bert verður
einar sjey til otta hundrað
milliónir krónur tá avtornar
”
Trúðu vit veruliga, at loysing-
arflokkarnir megnaðu bæði
at vaksa um útreiðslurnar,
við yvirtøkum og nú eisini
við egnum uttanríkisráði
við »ambassadum«, egnum
universiteti oman á ein
vónleysan fólkaskúla o. s. fr.
og samstundis eisini at skera
blokkin næstan niður í helvt,
uttan at hetta kom at ganga
út yvir bæði pensionistar og
aðrar føroyingar?