hósdagur 12. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
LÝSINGARTILFAR • Sosialurin 12. februar 2009
Norðragøta · Tel. 441039
Vit vera við á mótasýningini við
okkara flottu gallakjólum
Tað er ivaleyst trupult hjá teimum
flestu at finna røttu gávuna til ein,
tey veruliga vilja gleða.
Ofta eru gávubúðir ógvuliga
feminimar, einki ringt um tað, men
har kann tað vera trupult at finna
eina gávu til mannin, sonin ella
sjeikin.
Í gávubúðini hjá Eilif Arge í
Klaksvík kanst tú skjóta í mál hvørja
ferð, tí her finnur tú gávur til
mannfólk og konufólk. Úrvalið er
breitt, umframt gávur úr silvuri og
gulli, stáli og glasi, so fært tú eisini
sett eina gávu saman
burtur úr leskiligum kaffi
og tilhoyri. Tí hjá Eilif
Arge fært tú nemliga
eisini serligt kaffi í allar
bestu góðsku.
Fyritøkan hevur eitt
sera breitt úrval av
kaffibønum, ið eru serliga
útvaldar av einum
norskum samstarvfelaga
’Black Cat Kaffe og
Tehus’.
Øll sløgini eru
vistfrøðilig og eru
heystað á burðardyggan hátt, so
kemur tú á LIVA leygardagin, hevur
tú møguleika til at smakka tey
ymisku sløgini av kaffi. Hvør veit,
kanska tú eisini finnur tín favorit -
sigur Magnus Arge, stjóri á Eilif
Arge Gávubúð.
Umframt serstakt kaffi bjóðar Eilif
Arge eisini alt tilhoyr, so sum
espressokannur, stemilkannur,
kvarnir, kaffigløs í fleiri støddum.
Tað er enntá møguligt at fáa kaffi
sirup frá ’1883 Philibert Routin’,
umframt mangt annað gott.
Eilif Arge
Gávubúð
– tann rætta gávan