hósdagur 12. februar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
LÝSINGARTILFAR • Sosialurin 12. februar 2009
Sirri er ein føroysk fyritøka, ið
sniðgevur pløgg av 100%
føroyskari ull og er einasta
fyritøka, ið endurnýtur
føroysku ullina akkurát sum
hon er frá natúrunar hond
Sirri varð sett á stovn í 1999 av
Árna og Karini Brattaberg.
Hugtakið var at skapa móta úr
føroysku ullini, ið tá vanliga bleiv
brend runt Føroya land.
Hjúnini Brattaberg fóru so undur
at samla ull inn frá fólki runt um í
Føroyum og lótu aftur fyri ein ávísan
kg prís.
Nógv Ull kom inn, og tey fóru
undir at virka ullina til tógv og
pløgg.
Hugskotið aftan fyri Sirri er at
gangnýta tað tilfengi, sum er í
Føroyum.
Ullin skal nýtast, og úr henni skal
ein vøra gerast, sum er nakað
serstakt, og sum fær ein serligan
týdning fyri brúkaran.
Fyrsti Sirri handil kom í Tórshavn í
2000 og lá á Áarvegnum.
Í dag finnist Sirri kring allan heim,
so sum Føroyum, Danmark, Svøríki,
Noregi, Íslandi, Grønlandi,
Týsklandi, Ruslandi, Japan, USA
osv.
Sirri vøran er vistfrøðilig og
verður skapað úr føroyskari ull, ið
tann føroyski seyðurin kastar av sær
um várið.
Sum nú er hava vit fleiri enn 150
ymisk pløgg at velja ímillum, og tey
eru at finnna í einum ella fleiri av
teimum fimm grundlitunum, ið
føroysku seyðirnir hava. Hettar
merkir, at hvørki ullin, tógvið ella
pløggini verða litað.
Í oktober 2007 sluppu David
Nordendal og Óluva á Lofti uppí
part.
Sirri handilin í Tórshavn fekk
annan dám. Sum nakað nýtt komu
aðrir føroyskir sniðgevar inn, so sum
Malan á Lofti, Barbara í Gongini
og Jóhanna av Steinum.
Hettar var nakað nýtt og
annarleiðis - »alt tað føroyska á
einum stað«.
Sirri fer í famtíðini at leggja sera
stóran dent á design og sjálvandi
góðsku. Vit hava tvær árligar
kollektiónir, eina summarkollektión
og eina vetrakollektión. Eisini er
týdningarmikið hjá okkum at fáa
fram, at øll pløgg framleidd av Sirri
eru vistfrøðislig.
Í tiltakinum LIVA, ið verður í
Klaksvík, er Sirri eisini við í. Har
verður dentur lagdur á framtíðar
móta, vælveru og heilsu. Nakað, ið
Sirri setur sera høgt á sínum skala.
So at verða við í tiltakinum LIVA
er sera hókandi fyri Sirri, ið leggur
stóran dent á júst tað, ið tiltakið
setur fokus á MÓTA,VÆLVERU og
HEILSU.
Skapa móta
úr føroysku
ullini
www.monroe.fo
Hárviðgerðir Andlitsviðgerðir Mýking & Spa Make-Up
Tel. 42 27 44
Tel. 45 96 00 / 22 20 90