Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LÝSINGARTILFAR • Sosialurin 12. februar 2009 LIVA …eitt sindur øðrvísi Øll, ið leita sær niðan í Badmintonhøllina í Klaksvík leygardagin 14. februar, fáa ein upplivingarríkan dag. Á pallinum verður m.a. Anja Nielsen, ið kemur at hava ein fyrilestur um, hvussu vit kunnu broyta lívsstíl, um jaliga tankagongd og at fáa meiri yvirskot í gerandisdegnum. Harafturat fer hon eisini at greiða frá, hvussu vit við at hugsa, eta og venja á rættan hátt, tapa okkum uttan at skula á klænkiskeið. Onnur stórsligin tiltøk leygardagin: Stórt dansishow, tvær spennandi mótasýningar, Hans Fróði Hansen, íverkseti, tosar um ’At hvíla í sær sjálvum’, Laura Joensen framførir ein stuttan leik við heitinum ’Valentine’, og Lydia Petersen kemur at halda fyrilestur um lit- og stíl-samanseting. Eisini trína kend føroysk tónleikanøvn á pallin, her er talan um Jens Marna Hansen, Lenu Andersen og Boys In A Band. Í LIVA Live Studio verða áhugaverdar og upplýsandi samrøður um yoga, gestalt terapi, sexologi og parlag, kostvegleiðing og styling, sum tú hevur møguleika at hoyra og síggja beinleiðis. Í vælprýddu og innbjóðandi høllini hevur tú møguleika at njóta tær mongu verkstovurnar, sum umfata alt frá heilsu, vælveru, upplivingar og móta, og væl umtókti tatovørurin, Fjølnir, úr Íslandi fer at vísa sínar dygdir í verki. Øll fáa vælkomudrykk og nakrar brellbita, og høvi verður at keypa forkunnugan tailendskan mat við víni afturvið. Á LIVA torginum Á torginum verður høvi at seta seg niður, í friði og náðum at njóta ein kopp av serstøkum kaffi, bryggjað av nýmalnum kaffibønum. Tú hevur møguleika at royna heili níggju sløg av kaffi, og ein søtur biti verður eisini at fáa afturvið. Í barrini ber sjálvandi til at keypa kaldar øl, og allan dagin er søla av reinum appilsindjúsi og smooties, ið er ektað fruktsaft. Og til ein njótingarfrekan leygardag fæst eisini gott vín afturvið freistandi matarskránni. Ein forkunnug LIVA verkstova Á LIVA verkstovuni í Badmintonhøllini leygardagin verður millum annað høvi at hitta ein gestaltterapeut, hjarta-, coach-, kyn- og parráðgeva, yoga instruktør, kostráðgeva, make-up artist, AcuGraph og akupunktur serfrøðing, umframt ráðgevar innan stíl og litsamanseting. LIVA lívið Ein njótingarfrekur leygardagur, har sansirnir verða stimbraðir, og alskyns vælvera er í hásæti, er bert byrjanin. Lívsjáttandi tiltakið í Klaksvík 14. februar skal geva fólki positiva orku, og eina góða kenslu av lívinum frameftir. - Lívið skal livast alt lívið. Og okkara vælverudagur skal geva øllum vitjandi ein góðan smakk uppá eitt ríkt, spennandi og heilsugott lív, sigur Annika Steintórsdóttir, sum saman við øðrum bjóðar kvinnum og monnum eina heilt øðrvísi uppliving. Alt byrjaði við at nakrar kvinnur í heyst hittust við Gjógv á einum skeiði um nýskapan og íblástur. Við morgunmatarborðið byrjaði eitt nýtt hugskot at taka skap av meira enn bara orðum og dreymum. - Eg haldi, at vit trúðu, at tiltakið kundi førast út í lívið, sigur Annika Steintórsdóttir, sum fegin minnist aftur á løtuna í oktober, har hon og hini lótu hugskotið sleppa at liva. Okkara greiða mál hevur frá byrjan verið at finna uppá nakað, har serliga kvinnur, men sjálvandi eisini menn, skulu forkela seg sjálvan og njóta lívið uppá ein lívsjáttandi og sunnan máta. Eg veit, at hetta ljóðar eitt sindur sveimandi og stórt, men vit vóna at raka ein góðan lívsstíl og fjølbroytni í tíðini, sigur Annika Steintórsdóttir. Tað fyrsta LIVA tiltakið ber eisini boð um, at allir sansir verða stimbraðir. Fyriskipararnir síggja fyri sær, at hópur av lívsglaðum fólki koma vælklødd og við tí í huga at njóta og verða kveikt gjøgnum ein góðan og spenn- andi leygardag, í eini væl angandi og prýði- ligari høll, sum bjóðar upp á hugtakandi og minniligar upplivingar. - Fólk eru í dag rættiliga tilvitað um tað góða lívið. Tey flestu vilja hava eitt innihaldsríkt lív, og hóast tíðirnar ivaleyst eru eitt sindur versn- aðar, so vilja tey flestu unna sær sjálvum tað allarbesta. Tí hvílir ein stór og spennandi avbjóðing á okkum, sigur Annika Steintórs- dóttir, sum heldur at LIVA bjóðar eina fantast- iska fjølbroytta og livandi skrá. - Fult hús? Jú, vónandi, smílist Annika, sum sigur, at stórur áhugi er millum fólk, og at atgongumerkjasølan gongur skjótt. Annika leggur afturat, at forsølan endar fríggjakvøldið. Um atgongumerki eru eftir tá, selja vit rest við dyrnar. Litprik á LIVA Professionellur tatovørur kemur til Føroya um vikuskiftið í samband við LIVA tiltakið. Fjølnir, sum maðurin eitur, hevur arbeitt fulla tíð sum tatovørur í 14 ár, og starvast í løtuni í vælumtóktu tatovørverkstovuni Húðflúrstofan, sum veteran tatovørurin Jón Páll eigur og rekur. Húðflúrstofan, við Jón Páll á odda, hevur vunnið fleiri virðislønir fyri avrik teirra. Øll sniðini, sum Fjölnir ger, eru listarliga hondgjørd, og serliga gjørd til hvønn einstakan kunda. Her verður góðska og reinligheit høgt raðfest. Kreftirnar handan LIVA frá vinstru: Jóngerð Biskopstø, Annika Steintórsdóttir, Barbara Biskopstø og Olga Biskopstø