hósdagur 12. februar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
LÝSINGARTILFAR • Sosialurin 12. februar 2009
Verkstovur – ikki básar
Thorbjörg
til Føroya
Anti-age
vikuskifti
15.-17. mai í
Føroyum
Ein av mætastu serfrøðingunum í Dan-
mark innan heilsu og føðslu, kemur til
Føroya í mai mánaði.
Thorbjörg Hafsteinsdottir, sum í 22 ár
hevur arbeitt innan fyri sítt yrki, kemur til
Føroya miðskeiðis í mai. Thorbjörg er
serkøn innan »Anti-ageing«, sum er
tálming av aldursgongdini, so fólk á tann
hátt kunnu fáa longri og sunnari lív.
Heilsa, vakurleiki og lívsgleði skal vara
leingi. At nærkast 50 merkir ikki, at tú
skalt veittra mjúkari húð, vøkrum kroppi
ella flirtandi smíli frá mannfólki farvæl.
Legg orku í at fáa ein sunnan og frískan
kropp frá fyrsta degi. Hetta er boðskap-
urin frá 47 ára gomlu Thorbjörg
Hafsteinsdottir, sum er eitt livandi prógv
um at hetta ber til. Íslendska kvinnan,
sum býr í Danmark, strálar av yvirskoti
og lívsgleði, og er ein fyrimynd hjá
nógvum kvinnum í dag.
LIVA slóðar nú fyri, at føroyingar eisini
kunnu fáa íblástur frá Thorbjörg
Hafsteinsdottir, og verður at hoyra og
síggja í Føroyum vikuskiftið 15.-17 mai.
Skeiðið og fyrilesturin hjá norður-
lendsku anti-age kvinnuni,
verður millum annað
grundaður á, hvussu fólk
varðveita sítt yndi við
árunum. At gerast tíggju ár
yngri uppá tíggju vikur er
ein realistisk umvending,
sambært Thorbjörg
Hafsteinsdottir, sum í
sínum bókum og
fyrilestrum hevur
skrivað og røtt um
hvussu kroppurin
umskapast av nátúr-
ligum evnum, røttum
hugburði, sunnum
kosti og dagligari
rørslu.
Atgongumerki
kunnu keypast í
fyrstu atløgu á
LIVA 14. februar.
Oy og Eu
gera tai mat
Tailendskur matur er bæði spennandi og heilsugóður. Leygardagin fært tú høvi at royna
uppruna tailendskan mat. Tað eru tailendsku Oy og Eu, ið standa fyri matinum. Ein partur av
rávøruni er enntá fingin til vega úr Tailandi, so gleðið tykkum til spennandi eksotiskar rættir.
Í tailendskum mati er vanliga rís, nudlir, grønt og urtir av alskyns slag, fiskur og skeljadjór,
høsnarungar og frukt at finna, og er tai maturin serliga kendur fyri mátan, hann verður settur
saman. Súrt, søtt og sterkt blandað á ein hátt, ið fær tann serstaka dám, ið eyðkennir
tailendskan mat. Harafturat er hesin nøktandi fyri allar sansir, og ein tailendsk buffet er ein
symfoni av litum, anga og smakki.
Verð umskapað/ur
Á heimasíðuni hjá LIVA hevur seinastu dagarnar, verið høvi at luttaka í eini kapping um at vinna eina umskapan -
eisini rópt make-over - til ársins LIVA tiltak leygardagin.
Talan er um vakra umskapan, við nýtslu av vistfrøðiligum vørum og fólki, ið duga sítt handverk. Tað verða
Elisabeth M. Danielsen og Hansa Vest, sum í felag eiga vælveru- og hárfríðkanarstovurnar Monroe og Hárlist, ið
saman við Anniku Johansen og Unu Jacobsen, stílistum, sum fara at standa fyri umskapanini.
Elisabeth er úbúgvin hárfríðkari og seinni sum make-up artistur í Reykjavík 2004. Hansa Vest er hárfríðkari.
Stylistarnir, Annika Johansen og Una Jacobsen eru báðar útbúnar Style Coach í Keypmannahavn hjá Tinu Owild í
2008.
Tann hepna/hepni, ið vinnur hesa umskapan verður sjálvandi at síggja á pallinum leygardagin.
Miss fitness
til Føroya
Anja Nielsen er høvuðsrøðari á LIVA tiltakinum. Kvinnan
hevur drúgvar royndir innan fitness, og hevur gjørt tað
bragd tvær ferðir at vinna tann stóra heiður at verða skýrd
»Miss fitness« í Danmark. Anja Nielsen hevur í fleiri ár
arbeitt aktivt innan heilsu og sunnan lívsstíl, og hevur hon
verið virkin sum coach og vegleiðari. Eisini hevur hon verið
sjónlig á fleiri kendum og væl vitjaðum heimasíðum, eitt nú
www.guldbageren.dk og www.oestrogen.dk
Í Føroyum kemur Anja at røða um, hvussu vit fáa broytt
okkara lívsstíl, soleiðis at vit fáa meiri yvirskot í
gerandisdegnum, jaliga tankagongd og betri stundir.
Harafturat fer hon eisini at greiða frá, hvussu vit við at
hugsa, eta og venja á rættan hátt, tapa okkum uttan at skula
á klænkiskeið.
Talan er um eina landsumfatandi umboðan av fyritøkum og
handlum á LIVA tiltakinum leygardagin. Liva hevur valt at brúka
hugtakið »verkstovur« í staðin fyri básar. Hetta kemur av, at
fyritøkurnar ikki bert eru sølubúðir henda dagin, men eisini vísa
tað, ið fyritøkan stendur fyri millum annað við atliti til tænastu,
arbeiðshátt, handverk, góðsku og stíl.
Tað eru nakrar fyritøkur, ið umboða móta og tilhoyr, meðan
aðrar umboða hárfríðkan, húðrøkt, vælveru, lívsstíl og annað. Tí er
umboðanin breið.
Hóast fyrireikararnir hava valt góðsku fram um mongd, hava tey
eitt breitt úrval. Valið er, at talið á verkstovum ikki er so stórt,
soleiðis at fólk skulu hava stundir at fordjúpa seg. Ein skal veruliga
hava møguleika til at seta seg inn í tað, ein hevur hug til hendan
leygardagin. Avmarkaða talið av verkstovum, er eisini hugsað í
eini heild, fyri á henda hátt at skapa eitt samspæl millum handil
og vinnu, upplivingar á pallinum og njótilsi, so sum mat, drekka
og undirhald.
Tær fyritøkur, ið luttaka á LIVA tiltakinum vera: Monroe, Hárlist,
Afrodite, Vælvera, Viva, Fonnflog, Yndi Fitness, FK, Kurvin.fo,
Sportmaster, Rokoko, Júnikk, Alfa, Summardáin, Leivur
Ellingsgaard, Eilif Arge, Kósabúðin, Vera Klipt, Dreymar, Cheap,
Intersport, Sirri, J.A.P, Harmony, Lit og Stíl, 2U, Effingo, Trendfloor.
Eisini eru serkøn á staðnum innan yoga, gestalt terapi,sexologi
og parlag, kostvegleiðing og styling.