hósdagur 12. februar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
LÝSINGARTILFAR • Sosialurin 12. februar 2009
»BEAUTY IS AS BEAUTY DOES«
Vit hava ivaleyst øll hoyrt um væl
verustovuna Monroe við Norðskála
og Hárlist í Klaksvík. Hesar báðar
fyritøkurnar hava tikið upp samstarv
og eru í felag umboðaðar á LIVA
tiltakinum.
Fyritøkurnar hava eina sera
breiða tænastu innan vælveru, hár
viðgerðir, andlitsviðgerðir, makeup,
mýking og spa. Umframt hetta kann
vælverustovan Monroe eisini veita
eksotiska hotsthone massagu við
forkunnugum malagróti frá Elduvík.
Serstakt fyri Monroe og Hárlist er,
at tær báðar reka vælveru og hár
fríðkanarstovu eftir einum umhvøvis
vinarligum konsepti og nýta tískil
einans vistfrøðiligar vørur frá heims
kenda merkinum Aveda.
Um Aveda kann stutt nevnast, at
vørurnar eru evnað úr reinum blóm
um og plantum. Fyritøkan hevur
heimstað í Minnesota í Amerika og
er heimskent fyri teirra umsorgan fyri
umhvørvið. Til dømis nýtir fyritøkan
einans vindorku til at framleiða vør
urnar og knýta tessvegna umhvørv
ið, vakurleika og vælveru saman í
eina størri eind til gagns fyri bæði
umhvørvið og brukaran, greiða
Hansa Vest og Elisabeth M. Daniel
sen frá, sum báðar eiga vælumtóktu
harfríðkanar og vælverustovurnar í
Klaksvík og við Norðskála. Slogan
hjá fyritøkuni er: Beauty is as
beauty does. Umsett til føroyskt,
merkir hetta; Vakurleiki er sum vakur
leiki ger. Hetta sæst aftur í heildini
av teirra konsepti, sum hevur verið
á heimsmarknaðinum í 30 ár, er
væl umtókt, og er nú eisini tøkt í Før
oyum, bæði við Norðskála, í Klaks
vík og komandi vikuskiftið á LIVA.
Sum áður sagt, so hava fyritøk
urnar báðar eina sera breiða
tænastu innan vælveru, harímillum
er vælumtøkta andlitsviðgerðin, sum
eg fekk í boðið at royna og vil
deila hesa ókendu, men sera væl
lukkaðu uppliving við tykkum.
Kosemtikkarin, Guðrið Leth
Ingolvsdóttir, tók ímóti mær í væl
verustovuni Monroe og vísti mær til
eitt hugnaligt rúm, dekorera í svørt
um og hvítum, sum var gjøgnum
gangandi í vælverustovuni. Í rúmin
um vóru livandi ljós tendraði og
friðarligur new age tónleikur ljóm
aði í bakgrundini.
Beinanvegin sum ein steig inn í
rúmið, gjørdist ein meira avslapp
aður og varð ikki sørt spentur upp á
viðgerðina. Eftir at eg var komin
upp á briksuna at liggja, byrjaði
Guðrið við at analysera húðina og
greiddi mær frá hvussu hon kundi
gerast betur.
Andlitsviðgerin byrjaði við at
húðin bleiv reinsað, og skin tonic
bleiv koyrt á. Síðani fekk húðin ein
umgang av peeling, sum eg lá við í
10 minuttir, samstundis sum eg nýtti
stillu løtuni, við góðum anga og
tónleiki.
Hetta bleiv spakuliga maserað
inn í húðina, áðrenn tað bleiv
vaskað av við lunkaðum vatni. Eftir
hetta gjørdi kosmetikkarin eina
útreisning av húðini, millum annað
við at kroysta døkkormar.
Síðani fekk eg eina sera hart
tiltrongda og væl givna andlits
massagu. Ein fuktigheitsmaska bleiv
løgd á, eftirfylgjandi av skin tonic,
egnakrem og dagkrem, sum pass
aði júst til mína húð. Tilsamans tók
viðgerðin ein góðan tíma og er
avgjørt eitt upplivilsi, ið eg vóni at
allar kvinnur hava roynt ella fáa
møguleika at royna og sum eg
avgjørt ætli aftur til um ikki alt ov
langa tíð.
Monroe og Hárlist
Carl Fabergé
Klaksvíksvegur 4 - 700 Klaksvík - Tel. 455164 - www.arge.fo - magnus@arge.fo
Vit eru við í LIVA
Leygardagin 14.feb í Badmintonhøllini
Georg Jensen l te l kaffi l smúkkur til hennara og hansara l ljós l serviettar l stakar l dópsgávur
krúss l dúkar l pútur l steyp og heiðursmerki l alskyns graveringar l kryddaríir l bestikk l o.m.a.
Vit hava frískar, vælsmakkandi,
eksotiskar kaffibønir til sølu.
Umframt spennandi útgerð og tilhoyr
at bryggja sær ein góðan kaffimunn.