Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LÝSINGARTILFAR • Sosialurin 12. februar 2009 Tá ið tú skalt velja lampur, er sjálvt ljósið ikki einasta endamálið. Lampurnar skulu eisini taka seg væl út, tá ið tær eru sløktar - bæði í formi, materiali og stíli. Tann rætta lampan á tí rætta staðnum kann vera við til at samla rúmið og gera tað meiri hugnaligt. Tískil er tað eitt gott hugskot at hugsa seg væl um, hvør tørvur skal nøktast, áðrenn tú keypir tær ta nýggju lampuna. Spurningar so sum: Hvar skal lampan standa? Hvussu nógv skal hon lýsa? Í hvørjum stíli skal hon vera í? Eru alt góðir spurningar fyri at finna fram til tørvin. Tú kanst eisini hyggja inn á heimasíðuna www.el-in.fo ella fara inn á síðuni hjá www. boliglys.dk har tú sjálvur kanst “spæla tær við ljósinum” í teimum ymisku rúminum og fáa fleiri góð ráð. Til LIVA tiltakið verður møguleiki at síggja nakrar av lampunum, ið keypast kunnu hjá EL- IN. Hesar lampur vera settar ymsar staðir runt um í høllini. Leivur Ellingsgaard hevur í mong ár havt optik og urmsiðju, umframt smykkur og onnur prýði. Fyritøkan hevur nógv ár á baki og hevur í teimum snotligu handilishølinum á Klaksvíksvegi 40 eitt stórt og spennandi úrval av vørum, so sum hálsprýði, ringar, trúlovingarringar o. a. bæði úr gulli og silvuri. Valentine hevur verið ein siður arðastani í heiminum, og er hesin romantiski hátíðardagur eisini farin at seta sín dám á okkum. Tey eru ivalest mong, sum nýta høvi at vísa sín kærleika til unnustuna ella unnustan á hesum degi. Umframt vanligur smykkur hevur handilin eisini sera spennandi og vælumtókta Spinning Jewelry til sølu. Tað serstaka við Spinning Jewelry er, at kundin sjálvur fær møguleikan at sniðgeva sínar egnu smykkur. Á LIVA tiltakinum fáa øll vitjandi høvi til at gleða unnustu ella unnustan sína við vøkrum smykkum frá Leivi Ellingsgaard, har eisini nógvar vørur frá Spinning Jewelry verða sýndar fram. EL-IN vil LIVA Leivur Ellingsgaard á LIVA Áarvegur 12 Tórshavn · Tel 321706