Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LÝSINGARTILFAR • Sosialurin 12. februar 2009 Føroya Keypssamtøka er kend fyri tey mongu sløgini av vørum, ið so ella so lúka ávísar treytir fyri at vera heilsugóðar/heilsubetri og fyri at fara betri við umhvørvinum enn aðrar líknandi vørur. Her kunnu vit nevna tær mongu vistfrøðiligu vørurnar frá Urtekram, umframt vist­ frøðiligu, heilsubetri og umhvørvis­ góðu vørurnar frá Änglamark. Stórt úrval av hesum vørum verður sýnt fram á LIVA, og høvi verður at smakka og keypa tær vistfrøðiligu vørurnar frá Urtekram, eitt nú mandlur, Biotta frukt­ og grøntdrykk, súreplakips, turkaðar aprikosur o.a.m. Harumframt verða vistfrøðilig frukt og grønmeti, sum fæst til keyps í handlunum hjá FK kring landið, at síggja á LIVA. FK hevur í mong ár selt vistfrøði­ ligar matvørur frá Urtekram, og har er úrvalið vorðið meiri og meiri. Vørurnar frá Urtekram fevna um matvørur og reingerðar­ vørur. Nýliga er djóra­ matur eisini komin við á skránna hjá Urtekram. Í prísi liggja hesar vørur væl fyri, tó ikki millum tær bíligastu, men dygdin er alla tíðina í hásæti. Afturat úrval­ inum av Urte­ kramvørum er komið eitt stórt úrval av vørum frá Änglamark, sum er tað fyrrverandi Minirisk og Bluecare. Frá Änglamark fáa vit bæði matvørur, eitt nú mjøl, grýn, pasta, mússli, matolju, hunang og tomatir í blikkum, og reingerðar­ vørur, so sum sápu, sjampo, deodorant, kropslotion, hárspray, uppvask, sápu til klædnavask og skolievni. Eisini her er talan um meira dygd fyri pengarnar, umframt at hugsað hevur verið um umhvørv­ ið, tá ið vørurnar verða framleiddar. Ein stórur partur av vørunum hava Fair Trade merki. Hetta eru vørur, ið koma úr menningarlondum, og galdandi fyri Fair Trade er at hetta eru úrvaldar dygdarvørur, har framleiðarin er við í gjøgnum alla sølugongdina eisini, og at talan er um rættvísan handil. Reingerðarvørurnar eru gjørdar soleiðis, at tær skulu fara so væl um likam og umhvørvi, sum til ber. Eingi litevni og heldur eingi óneyð­ ug innihaldsevni eru sett til hesar vørur. Tær eru tí við til at minka um møguleikarnar fyri ovurviðkvæmi. FK er saman við hinum norður­ lendsku samtøkufelagsskapunum farið undir eitt serstakt kunningar tiltak, sum hevur til endamáls at hjálpa fólki at finna tær »heilsubetri matvørurnar«, sum tikið verður til í einum faldara, sum FK gevur út í sambandi við LIVA­tiltakið leygar­ dagin 14. februar. Her snýr tað seg um at greiða frá føðsluinnihaldinum í vørunum, serliga tað, ið viðvíkur feitt­, sukur­, salt­ og tægrainni­ haldinum. Hesar vørur verða undir einum nevndar Lyklarholsvørur, og kunningartiltakið verður tí nevnt Lyklarholið. Sum ein umhvørvis­ og heilsumedvitandi brúkari skalt tú hava tað lættari við at finna hesar vørur. Rokoko móta­ sýning á Liva Rokoko er ein etablerað fyritøka við 20 árum á baki og við heimstaðið í Gøtu. Handilin byrjaði í Syðrugøtu, men er síðani fluttur til størri høli í Norðragøtu. – Hetta var ein stór avgerð at taka, men hevur samstundis givið okkum møguleika til at víðka um okkara vørur og málbólk, sigur Kristianna Ennigarð, eigari og stjóri. Rokoko miðar ímóti, at allur klædnatørvur til familjuna kann gerast á einum staði, tískil hevur handilin stórt úrval til allar mál­ bólkar, bæði børn, kvinnur og menn, ung sum eldri. Gallakjólar Mótahandilin í Norðragøtu hevur gjørt rættiliga nógv við innkeypi av gallakjólum, og verður eisini ein mótasýning av teirra stóra úrvali av gallakjólum á LIVA stevnuni. – Fólk koma frá øllum landinum til okkum fyri at keypa sær ein galla­ kjóla, so tað frættist skjótt, at vit hava nógv úrval. Mentanin í Føroyum er eisini broytt, soleiðis at tørvurin av gallakjólum er vaksin seinastu árini, sigur Kristianna. Í løtuni hevur Rokoko útsølu, og er øll útsøluvøran enntá koyrd niður í heili 70%. Samstundis er hópin av nýggjum vørum komnar heim og væntandi koma fleiri komandi vikunar. Á LIVA verður tað serstakliga gallakjólar, ið verða sýndir fram. FK við á LIVA