Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LÝSINGARTILFAR • Sosialurin 12. februar 2009 Fyri umleið einum ári síðani tóku tær tríggjar klaksvíkskvinnurnar Joan V. Baldvinsson, Jórun McCleod Jacobsen og Jóna Eydnugarð seg saman í sp/f Afrodite. Tær lótu frisørstovu upp í nýggjum og stórum hølum í miðbýnum í Klaksvík. Miðskeiðis í Klaksvík liggur ein bygningur, sum fyri stuttum bleiv gjørdur í stand og umbygdur. Hetta bleiv avgerandi fyri, at tríggjar kvinnur, tríggir frisørar, saman lótu upp frisørstovuna Afrodite. Talan er um eina nýggja og snotuliga salong, sum er sera rúmshátt. Í ljósu hølunum eru 12 stólar. Kundin kann leggja seg væl afturá í stólunum við hond­ vaski og fáa massasju, meðan hárið verður vaskað. Undirhald fæst í stóra flatskíggjanum, sum hongur beint oman fyri vaskini. Joan V. Baldvinsson tók stig til Afrodite í 2001, og stovan vaks við fúkandi ferð tey fyrstu árini. Hon setti næmingar við, og tað var júst saman við tveimum av sínum næmingum, Jóna og Jórun, at hon stovnaði smápartafelagið Afrodite og lat salongina upp í spildurnýggjum og umvældum hølum í apríl mánaði í fjør. Salong Afrodite er ein av teimum heilt vælumtóktu frisørstovunum í Klaksvík, og snotuligu hølini við fyrstafloks tænastu frá teimum seks starvsfólkunum hevur verið við til at varðveita góða umdømið. Heidi Dalsenni byrjaði sum sveinur í 2008. Heilsøla og luksusvøra Afrodite umboðar fimm sløg av ymsum vørum til hárviðgerð. Alterna, sum eru luksus­vørur til kvinnuna, sum vil rinda nakað meira fyri at pleyga hárið hjá sær, Mop, sum er vistfrøðiligar vørur, D­ Fi, sum er eitt merki til serliga ung, American Crew, sum umfatar alla røkt til menn, tað veri seg hár, krops og húðrøkt og so umboðar salongin eisini Revlon merkið. Revlon er serliga litirnir, og verður tað merkið dagliga nýtt í frisør­ stovuni. Øll hesi merkini umboðar fyritøkan og selur tey í heilsøluni, sum er knýtt at fyritøkuni. Afrodite – Frisørstova í nýggjum hami: Hár og kroppur verða forkelað