hósdagur 12. februar 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2009
29
Í mínari viðmerking til
Norðlýsið um skeiðið í
Íslandi fyri býráðslimir,
segði eg, at hesi eru bæði
áhugaverd og mennandi,
men umstøðurnar í
Klaksvíkar Kommunu
eru serligar í løtuni
Tað skal ein góður vilji til
at misskilja mína stuttu
viðmerking til Norðlýsið,
tá ið blaðið herfyri spurdi,
hví Klaksvíkar Kommuna
ikki verður við í skeiðnum
í Íslandi, sum KSF skipar
fyri í mars mánaði.
Evnið í nevndu grein hjá
Norðlýsinum var luttøkan
hjá Klaksvíkar Kommunu
og ikki skeiðið sum heild.
Eg varð spurd av blaðn
um, hví Klaksvíkar Komm
una hesaferð hevur valt at
lata vera við at luttaka í
hesum skeiðnum, og so
greiddi eg stutt frá
orsøkini.
Samstundis legði eg dent
á – sitat: ”at skeiðini eru
sera áhugaverd og serliga
mennandi fyri tey sum eru
nývald, og eisini føli eg, at
vit hava fingið nógv gott
burtur úr – sum m.a. sam
anhald og samstarv millum
kommunustýrislimir í
ymiskum kommunum”.
Tí skilji eg ikki útlegg
ingina og reaktiónina hjá
Heðini Mortensen, for
manni í Kommunusam
skipan Føroya, men hinv
egin eri eg fegin um, at
hann ger vart við seg, so
leiðis at eg fái høvi at
afturvísa møguligar
misskiljingar.
Serligar umstøður
Sum heild í Føroyum og
ikki minst her í Klaksvíkar
Kommunu eru tær vinnu
ligu umstøðurnar heilt
serligar í løtuni, og tí letur
tað seg ikki gera hjá okk
um at taka lut í øllum, sum
vit áður hava gjørt. Eisini
noyðast vit at takka nei til
skilagóð tiltøk sum eitt nú
hetta skeiðið, og orsøkin er
snøgt sagt, at vit í løtuni
hava ikki fíggjarligar
umstøður.
Umleið 95% av útflutn
ingsvirði Føroya stava frá
fiskvinnuni, og tað er øll
um kunnugt, at høvuðs
vinna okkara í løtuni er
sera illa fyri. Tað hevur
fyrr víst seg, at kreppur í
vinnuni raka Klaksvík
skjótt, og soleiðis er eisini
hesaferð.
Í løtuni eru partar av
fiskivinnuni illa fyri. Eitt
nú er Kósavirkið her í
kommununi framvegis
afturlatið, arbeiðsloysið er
vaksandi, og fiskiskipini
eru fleiri í tungum sjógvi.
Býráðið hevur umrøtt
hetta málið, og er avgerð
tikin um, at vit sjálvi taka
stig til eina røð av styttri
skeiðum fyri býráðslimir.
Sjálvandi skulu býráðslimir útbúgva seg – men í løtuni eru umstøðurnar serligar
borgarstjóri
Gunvá við
Keldu
Felagið Peningastovnar
villleiðir um uppskot hjá
Tjóðveldi, ið skal rætta
ein óneyðugan skatta
fyrimun til spekulasjón
Felagið Peningastovnar er
nú farin í hernað mótvegis
einum uppskoti hjá Tjóð
veldi um at taka av ein
serligan skattafyrimun til
tey, ið læna sær pening at
keypa partabrøv fyri. Upp
skotið leggur dent á, at
hetta verður gjørt frameftir
virkandi, tí vit halda, at
fólk eru lokkað av politik
arum og peningastovnum
at seta seg í óneyðuga
skuld.
Tað er ikki óvanligt, at
peningastovnar og stór
fyritøkur reka lobbyvirk
semi mótvegis politisku
skipanini og tað hava tey
sjálvsagt loyvi til. Meira
óvanligt er tað kortini, at
teir fara í almennan hernað
móti einum uppskoti hjá
einum flokki og fáa fría
talutíð í almennum fjøl
miðli, uttan at fáa ein
kritiskan spurning.
Eg undrist stórliga á, at
peningastovnar koma fram
við slíkum, nú altjóða
fíggjarkreppan hevur av
dúkað, at íløgur, ið byggja
á læntar pengar og hugsjón
ina um skjótan og lættan
vinning, eru atvoldin til
stórar trupulleikar fyri
vinnu, húsarhald og
skattaborgarar.
Í øðrum londum verður
kikarin nú settur á ein
fíggjarmarknað, ið hevur
funnið nýggjar lánshættir
við avdráttarfríum láni,
skattafyrimunum og endur
útlánum, ið hava víst seg at
verða bygdar á luft – og
politisku skipaninirnar
hava ikki bert forsømt at
regulera hesi viðurskifti,
men hevur givið serliga
fyrimunir til spekula
sjónina.
Tann broytingin í kapital
skattalógini, sum Tjóðveldi
hevur mótmælt harðliga frá
byrjan og sum nú aftur
verður roynt at broyta fram
eftirvirkandi, varð sett inn
í kapitlavinningskattalóg
ina við einum broyting
aruppskoti frá samgongu
umboðunum í fíggjar
nevndini í 2006. Broyt
ingin var als ikki viðgjørd
og lýst og hevði onki við
upprunauppskotið um
kapitalvinning at gera.
Broytingin eggjar til, at
heldur enn at nýta av
eginpeningi til at keypa
partabrøv, skal tað loysa
seg betur hjá privatfólki at
lána sær peningin til at
keypa partabrøv fyri. Hetta
elvir sjálvsagt til, at meiri
læntur peningur kemur inn
á partabrævamarknaðin, og
bankarnir fáa møguleika at
læna meira út og tjena
uppá renturnar av hesum.
Hetta er sostatt ein
skipan, har tað almenna og
skattgjaldarin skulu geva
serligar skattafyrimunir til
tey, ið lána sær til parta
brøv, og landið gevur har
við eisini ein óbeinleiðis
stuðul til bankarnar, sum
fáa rentuinntøkurnar av
hesum útlánum.
At hetta hevur eggjað
fólki til at lána sær pening
til partabrøv er staðfest.
Tað áttu eisini bankaleiðsl
ur at kent alt til
Fyri tey, ið kunnu fáa
slík lán, gevur tað sjálvsagt
øktar nýtslumøguleikar, í
mun til tey, ið ikki hava
møguleika at fáa slík lán.
Somuleiðis undrist eg á,
Felagið Peningastovnar
villleiðir um uppskotið hjá
Tjóðveldi, har felagið rør
fram undir, at Tjóðveldi vil
taka alla lógina um kapital
vinning frá 2001 úr gildi.
Tað er skeivt.
Felagið Peningastovnar
vil eisini í tíðindaskrivi
vera við, at uppskotið hjá
Tjóðveldi ger seg inn á ein
sunna íløgumentan í
Føroyum.
Til tað er bert at siga: Um
føroysku peningastovnarnir
og teir politikarar, ið hava
samtykt serligar spekula
sjónsfyrimunir fyri lán til
partabrøv, halda hetta vera
sunna íløgumentan, so hava
teir lært lítið av bæði
farnum kreppum og tí, sum
hendir í heiminum í dag.
Tjóvðeldi ætlar ikki at
lata seg trýsta av peninga
stovnum, ið skulu hugsa
um sína egnu inntjening, til
at reka ein ábyrgdarleysan
fíggjarpolitikk. Hinvegin
vil Tjóðveldi stríðast fyri,
at bæði eftirlit og reglur
fyri fíggjarmarknaðin
verða munandi herd sum
skjótast.
Íløgur hjá privatfólki í
partabrøv eiga at byggja á,
hvat tú veruliga hevur ráð
at gjalda. Og tekur tú lán
til parta og virðisbrøv,
mást tú sjálvandi gjalda
renturnar av lánunum uttan
nakran frádrátt.
Og Tjóðveldi heldur, at
tað hevði sømt seg pen
ingastovnunum og leiðsl
um tess at tikið í egnan
barm – ikki minst nú teir
ikki fíra fyri at koma til
politiskar myndugleikar og
skattaborgararnar eftir
hjálp, tá ósunn íløgument
an hevur lagt fíggjarheimin
og allan heimin lamnan.
Peningastovnar skulu ikki reka fíggjarpolitikk
landsins og mugu taka í egnan barm
Vegna Tjóðveldi
HøGni Hoydal
Í sambandi við áhaldandi
tíðindaflutningin hjá Kring
varpi Føroya um keyp av
partabrøvum í Atlantic
Airways skal eg við hesum
gera hesar viðmerkingar.
Handilin við partabrøv
unum fór fram í fullum
opinleika og varð fráboð
aður virðisbrævamarknað
inum í summar, eftir at
nevndin hevði fingið
góðkenning frá felagsins
regluvørði at fremja handil
in. Heimildina at keypa
fyri 10 prosent í yvirkursi,
ið svaraði til 230.000 kr.,
hevði nevndin í viðtøkun
um hjá felagnum.
Viðvíkjandi virðisáset
ingini metti nevndin, at av tí,
at nærum ongin umsetn
ingur var í partabrævinum
hjá felagnum, var partabræv
ið meira vert, enn dagskurs
urin á 219 vísti. Innara
virðið í felagnum svaraði
eisini til umleið kurs 240.
Nevndin metti eisini, at
tørvandi umsetningurin
stavaði m.a. frá óvissuni um
framhaldandi einskiljing av
felagnum, sum annars var
sett út í kortið, tá íleggjarar
settu pening í felagið
upprunaliga.
Avgerðin um at keypa
partabrøvini varð tikin, tí
nevndin metti, at keypið
avgjørt var í felagsins
áhugamálum. Leiðsla
felagsins ynskti at umskipa
síni ognarviðurskifti og
hevði í umbúna at selja síni
partabrøv til ein av stóru
partaeigarunum í felag
num. Hetta helt nevndin
vera óheppið, tí spurnar
tekn kundi fara at verða
sett við óheftnið hjá
leiðsluni.
Nevndin gjørdi tí av at
keypa helmingin av parta
brøvunum og gjørdi eina
nýggja managementavtalu
við leiðsluna, sum knýtti
hana tættari at felagnum.
Felagið stóð í juni í fjør
fyri sera nógvum og stór
um avbjóðingum, sum allar
kravdu fullan innsats bæði
frá nevnd og leiðslu, og á
hendan hátt vildi nevndin
skapa stabilitet í felagnum.
Eftir at nevndin fyrstu
ferð hevði kunnað Vinnu
málaráðið um málið, vendi
ráðið sær til ein eksternan
serfrøðing í partafelags
rætti at fáa viðmerkingar
um handilin.
Serfrøðingurin mælti
tann 27. juni 2008 Vinnu
málaráðnum frá at fremja
nøkur rættarstig mótvegis
nevndini. Eisini mælti
serfrøðingurin Vinnumála
ráðnum frá at kalla inn til
eykaaðalfund til val av
nýggjari nevnd. Í staðin
mælti serfrøðingurin
Vinnumálaráðnum til at
biðja nevndina fyri Atlan
tic Airways um eina frá
greiðing um málið.
Tann 3. juli 2008 gav
nevndin fyri Atlantic
Airways Vinnumálaráðnum
eina skrivliga frágreiðing
um málið. Eftir hetta fekk
nevndin tann 31. juli 2008
fráboðan um, at frágreið
ingin hjá nevndini var tikin
til eftirtektar, og at Vinnu
málaráðið sum høvuðs
partaeigari felagsins ikki
ætlaði at taka onnur stig í
málinum.
Nevndin hevur eisini
givið teimum stóru privatu
partaeigarunum í felagnum
eina frágreiðing um málið.
Sum úrslit av hesum sendu
fleiri av stóru privatu
partaeigararnir tann 26. og
27. juli 2009 skrivliga
fráboðan til Vinnumála
ráðið um, at teir tóku fult
undir við avgerðini hjá
nevndini um at keypa
nevndu partabrøv, sam
stundis sum viðkomandi
partaeigarar viðmerktu, at
bæði nevnd og leiðsla
høvdu teirra fulla stuðul.
Í Kringvarpi Føroya hava
danskir serfrøðingar úttal
að seg um málið í seinast
uni, men eftir nevndarinnar
áskoðan kenna hesir ser
frøðingar ikki umstøðurnar
hjá Atlantic Airways og
umstøðurnar við eitt nú
vantandi umsetningi og
prísáseting í partabrævi
num seinasta summar.
Nevndin fyri Atlantic
Airways metir hetta mál at
vera avgreitt og ætlar sær
ikki taka fleiri stig í
málinum.
Tó metir nevndin tað
vera sera týdningarmikið
fyri felagið og tess íleggj
arar, at politiski spurning
urin um framhaldandi
einskiljing verður avgreidd
ur, og at mannagongdirnar
millum felagið og høvuðs
partaeigaran verða lagdar í
trygga legu, so tær sam
svara við ásetingarnar fyri
feløg skrásett á parta
brævamarknaðinum.
Viðmerkingar frá Atlantic Airways til tíðindaflugning
í Kringvarpinum um partabrævahandil
nevndarformaður
CHristian
andreassn
viðmerkingar