Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 30 - 12. februar 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Katrin Elisa­ beth, dóttir Rigmor og Jens Mortan Rasmussen, Skáli, fer av Lands­ sjúkrahúsinum hósdagin kl. 18, og jarðarferðin verður úr Neria á Skála fríggjadagin kl. 14. Tey ið vilja minnast Katrin Elisabeth kunnu lata eina gáva til Neria á Skála. Konta í peninga­ stovnunum. Poul Jensen, ættaður úr Vági, verður jarðaður úr Herlev kirkju, fríggja­ dagin 13. februar kl. 11.00. Agnes Sørensen, kona Svein Sørensen í Rød­ ovre, andaðist mánadag­ in 9. februrar, 84 ára gomul. Jarðarferðin verð­ ur kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá ið okkara góði pápi, verfaðir, abbi, langabbi og bróðir Klæmint Nónklett Glyvrar andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri hjálp í sambandi við jarðarferðina. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til tykkum, sum lótu gávu til Bátafelagið á Bakka. Fyri tey avvarðandi Dinna og Pauli Mikudagin 11. februar 2009 fylti dalbingurin Groth Nolsøe 70 ár. Groth er sonur Demmus Nolsøe úr Dali, sum var upp­ vaksin á Trøðum á Sandi, og Onnu, fødd Johannesen, eis­ ini úr Dali. Groth er giftur Fridu, ættað úr Elduvík og saman eiga tey fimm døtr­ ar og átta abba­ og ommu­ børn. Groth var útlærdur timb­ urmaður í 1960, og fekk hann dugnaskapsprógv fyri sveinastykki sítt. Groth hev­ ur síðani arbeitt sum sjálv­ støðugur og er enn sera virkin maður. Sandoyarportalurin heils­ aði Groth við hesum vøkru orðum: »Fyri okkum sum koma aftaná er Groth ein varði á leiðini. Hegni hansara hev­ ur gjørt at nógvir varðar standa eftir honum«. -red Groth Nolsøe 70 ár Dagurin 12. februar. Eulalia, deyð umleið ár 300. Ung genta í Barcelona í Spaniu, sum varð pínd og myrd fyri trúar sakir. Er verndarhalgimenni hjá býnum Barcelona. Navnið er grikst og merkir tann væltalandi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Her er ein av myndunum frá realskúlaframsýningini, sum Jórunn Dánjalsdóttir skipaði fyri í Kommunu­ skúlanum í Havn í 2007. Myndin er tikin í sambandi við eina skúlaveitslu í Losj­ uni í 1964. Tónleikrararnir eru f.v.: Heri Kragesteen, Petur Ove Petersen, Óli Petersen og Frants M. Olsen, sum situr við trummurnar. Fremst á myndini er Ludvig Petersen, lærari, og Karl Johannes í Stórustovu. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er við­ komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánjals­ dóttir á telefon: 226024. (Mynd nr. 103) Myndaeigari: Anna Sofía í Brekkunum Skúlaveitsla í Losjuni í 1964 Leygardagin 14. februar kl. 10 skipar MC­Sølan saman við Rás2 fyri skut­ aratreffi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Talan verður um eina framsýning av ymiskum modellum av PGO og Piaggio skutarum. Høvi verður til eitt prát við umboð fyri MC­Søluna um skutarar og motor­ súkklur. Eisini verða onkur góð tilboð til tey vitjandi. Vinningurin av sms­kappingini á Rás2 um ein PGO­skutara til eitt virði av umleið 15.000 krónum verður eis­ ini drigin. Rás2 ger tiltakið í samstarvi við Før­ oya Shell, MBM og MC­Søluna. Skut­ aratreffið verður frá kl. 10 til 14. Ókeyp­ is Twix og PopTop verður at fáa. mg Skutaratreff í Miðlahúsinum Anders Berg frá MC-Søluni við skutar- anum, sum drigið verður um leygardagin Lesið -so eru tit við!