Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 12. februar 2009 31 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Stúrir fyri Føroyum Franski landsliðs­ venjarin mælir til, at franska fótbólts­ kappingin byrjar fyrri enn vanligt eftir summarsteðgin, tí Frakland skal spæla landsdyst ímóti Før­ oyum 12. august Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Raymond Domenech mæl­ ir til, at summarsteðgurin í Fraklandi verður stytt við einari viku. ­ Tað geri eg, tí Frakland spælir HM­landsdyst ímóti Føroyum tann 12. august, og um vit byrja landskappingina fyrr, so hava landsliðsspælararnir í øllum førum spælt tveir dystir áðrenn dystin ímóti Føroyum, sigur Domenech við L’Equipe. ­ Vit kunnu siga, at tað er bara Føroyum, vit spæla ímóti, og tað passar, men dysturin hevur týdning fyri okkum, og hesin dyst­ urin er meira enn bert ein vinardystur, sigur franski landsliðsvenjarin. Raymond Domenech hevur heitt á franska fót­ bóltssambandið um, at landskappingin bryjar fyrsta vikuskiftið í august. Calderwood er nú manager Saman við Chris Houghton hevur Colin Calderwood nú ábyrgdina av Newcastle, meðan Joe Kinnear er sjúkra­ meldaður Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Joe Kinnear, sum í heyst varð settur í manager­stólin í Newcastle, varð um vikuskiftið innlagdur við alt ov høgum blóðtrýsti. Nú verður hann lagdur undir skurð, og hann setist neyvan aftur í venjarasessin hetta kappingarárið. Ístaðin færmaðurin, sum næstan gjørdist føroyskur landsliðsvenjari, saman við Chris Houghton nú ábyrgdina av Newcastle. Neistakvinnur hótta nú við at blanda seg upp í stríðið um pláss í FM­finaluni í hondbólti. Bert eitt stig er nú millum tær, VB og Tjaldur Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast brekkan hjá Neist­ anum fyri tað nógva hevur verið heilt tung í vetur, so hava bláu kvinnurnar enn nakað at spæla fyri. Fyri bara trimum vikum síðani tóktist kjansurin hjá Neistanum annars at vera fullkomuliga burturi, men stigamissir hjá VB hava saman við Neistasigrum borið við sær, at tær bláu nú av álvara eru við at leggja seg út í somu kapping aftur. Mikukvøldið spældi Neistin so útsetta dystin móti VB, sum hevur havt eina formkurvur, sum er fullkomuliga øvut. Um jóltíðir tóktist eingin kunna steðga VB, tvey tap móti Tjaldri, eitt móti Stjørnuni og nú eisini móti Neistanum hava av álvara lagt stórt trýst á liðið. Málveitsla Í fleiri av taptu uppgerðunum hevur trupulleikin hjá VB verið, at tær hava skotið ov fá mál. Tað var nú ikki størsti trupulleikin í gjár. Heili 37 av slagnum gjørdist talan um, men tá dysturin so kort­ ini varð taptur, kundi tað líka sum ikki brúkast til nakað. Uppleggið hjá Neistanum var púra greitt, at ferðin skuldi skrúvast langt upp, og frá fyrsta bríksli royndu tær bláu at stressa mótstøð­ una. Hetta riggaði eisini heilt væl til tíðir. Eitt skifti seinna hálvleiki hótti Neistin eisini við púrasta at renna undan VB, men við tíggju minuttum eftir svar­ aðu gestirnir aftur. Talan gjørdist um veruliga kapp­ renning seinastu løtuna, men tað eydnaðist Neistan­ um at vinna hesa, og so var fagnaðurin hjá teimum bláu heilt stórur. Avgerandi uppgerðirnar Sigurin hjá Neistanum ber við sær, at tær nú bert eru eitt stig aftan fyri VB og Tjaldur, sum annars hava verið liðini, sum seinastu vikurnar hava kappast um rættin at spæla FM­finalu móti Stjørnuni. Gaman í hevur Tjaldur ein dyst til góðar, og á papp­ írinum eigur hesin at geva liðnum tvey hampuliga trygg stig. Men hóast hetta, so er nú av álvara lagt upp til nøkur brak í innanhýsis uppgerð­ unum, umframt at eitt ella tvey stig í uppgerðunum móti Stjørnuni kunnu hava sítt stóra orð at siga. Júst her skal Neistin eisini finna stigið, sum tær í løtuni eru aftan fyri VB og Tjaldur. Tey bæði hava nevnliga vunnið hvør sín dyst móti Stjørnuni, meðan Neistin í fyrra heimadystinum spældi javnt móti meistarunum. Neistin-VB 39-37 (18-17): Neistin økir spenningin Neistin-Stjørnan 39-37 (18-17) 10 min: 6-6 20 min: 11-11 40 min: 24-23 50 min: 33-28 Málskjúttar Neistin: Trine Mayland 8(3), Nicoleta Radu Hansen 7, Heidi Maria Akselsen 6, Tordis Tróndarson 6, Stine Mikk- elsen 5, Annika Ljósstein 4, Rakul Augustinussen 3 VB: Daiva Toumaite 13(2), Aukse Vysniaskaite 10(3), Gurið Mortensen 4, Bára Mortensen 3, Svava Vester- gaard 2, Theresa Joensen 2, Monika Samuelsen 1, Una Egilsdóttir 1 Brotskøst: Neistin 5, VB 6 Útvísingar: Neistin 4, VB 2 Diskvalifikatión: VB 1 (Beinleiðis reytt) FAKTA um dystin Við sigrinum í gjár hevur Neistin av álvara fest aftur í spenningin í bestu kvinnudeildini Mynd: Álvur Haraldsen Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 14 11 - 1 - 2 367 287 80 21 2 VB 14 9 - 0 - 5 396 332 64 18 3 Tjaldur 13 7 - 3 - 3 352 314 38 18 4 Neistin 14 7 - 2 - 4 365 343 22 17 5 StÍF 14 3 - 0 - 11 342 409 -67 6 6 Kyndil 13 0 - 0 - 13 224 361 -137 0 Internu topp- uppgerðirnar 15.02 Tjaldur-Neistin 22.02 VB-Stjørnan 01.03 Stjørnan-Neistin 08.03 VB-Tjaldur 22.03 Tjaldur-Stjørnan 22.03 VB-Neistin 04.04 Neistin-Tjaldur FAKTA