Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. februar 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 30 - 12. februar 2009 tíðindi LincoLn 200 Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Ì dag eru 200 ár síðani Abraham Lincoln varð føddur. Søgunnar tilvild lagaði tað soleiðis, at Abra­ ham Lincoln og nógv umstríddi vísindamaðurin, Charles Darwin vóru føddir sama dag, tann 12. februar í 1809. Tað untist Charles Darwin at liva 17 ár longri, enn Abraham Lincoln. 15. apríl í 1865 varð lívstráður Abraham Lincolns brádliga kvettur. Av øllum fólkum, so var tað ein sjónleikari, John Wilkes Booth, sum gjørdist banamaður hansara, tí hesin hataði tað, sum Abraham Lincoln stóð fyri. Hetta var bert fimm dagar aftaná, at ovasti herleiðarin hjá amerikonsku suðurstatunum undir amerikanska borgarakríg­ num, Robert Edward Lee hevði givið seg yvir til ovasta herleið­ arin hjá norðurstatunum, Ulysses S. Grant í Appomattox í Virginia. Vaks upp í fátækradømi Tað var lítið sum talaði fyri, at Abraham Lincoln skuldi gerast amerikanskur forseti, tá hann var borin í heim. Lincoln varð føddur í einari lítlari træsmáttu í Ken­ tucky. Pápin, Thomas Lincoln var bóndi, men hann hevði reikað víða. Tað var ofta um reppið, at Thomas Lincoln fór á húsagang, og tí kom Abraham at vaksa upp á ymiskum støðum í teimum nýggju økjunum, sum unga amer­ ikanska tjóðin hevði lagt undir seg vestanfyri. Mamma Abraham, Nancy doyði longu, tá Abraham var 9 ára gamal. Pápin giftist upp aftur við einari einkju, sum nevndist Sarah Bush Johnson. Abraham fekk bara tað mest neyðturviligu skúlagongdina, men hann hevði stóran sjálvsdisiplin, og lærdi seg sjálvan eina rúgvu, við at lesa hópin av bókum. Tá hann var 22 ára gamal í 1831 setti hann sam­ an við familjuni búgv í býnum, New Salem í statinum, Illinois. Fyri at vinna til dagin og vegin, arbeiddi Abraham Lincoln ymisk fyrifallandi arbeiði, sam­ stundis sum hann las til sakfør­ ara. Lincoln hvørki roykti ella nart við tað sterka slagið, men øll sum komu á hansara veg, fullu fyri hansara viti og gløgg­ semi, og hann var væl dámdur. Ikki var hann meir enn 25 ára gamal, fyrr enn heitt var á hann at stilla upp til umboðsmanna­ tingið í statinum, Illinois. Í 1834 varð Lincoln valdur í umboðs­ mannatingið í Illinois, og har kom hann at sita í 4 valskeið. Flytur til Springfield Í 1836 varð hann liðugur at læra til sakførara, og árið eftir, tann 15. apríl í 1837 flutti Lincoln til høvuðsstaðin í Illinois, Spring­ field fyri at virka sum sakførari. Lincoln hevði ongar pengar at rutta við, tá hann byrjaði at prakt­ isera sum sakførari, men skjótt frættist um tann stóra og dugna­ liga sakføraran, og inntøkurnar byrjaðu at økjast í tali. Tað var í Springfield, at Lincoln møtti Mary Todd, sum kom at gerast kona hansara, og 4. november í 1842 giftist Abraham við Mary Todd. Saman fingu Abraham og Mary fýra synir, Robert, Edward, Willie og Tad. Lincoln gjørdist við tíðini betri og betri kendur sum sakførari, og boð vóru eftir honum at koma uppí amerikansk­ an tjóðarpolitikk. Í umboðsmannatingið Lincoln sat í amerikanska umboðs­ mannatinginum, árini 1847­1849. Men hann valdi síðani at taka starvsleiðina, sum sakførari upp aftur. Men tey komandi árini var hann við til at skipa tann nýggja repuplikanska flokkin. Repuplikanski flokkurin gjørd­ ist alsamt størri og størri, sum mótstøðan ímóti trælahaldinum í suðurstatunum tók dik á seg. Men teir sum áttu bumullsplantasjur í suðurstatunum føldu, at teir høvdu nógv at missa. Í 1850 var 87,5% av heimsins bumull heint­ að í plantasjunum í suðurstatun­ um. Tað ráddi tí um hjá sunnan­ monnum at verja sínar inntøkur, og gjarna økja um inntøkurnar við at finna nýggj øki, fyri at kunna dyrka bumull og halda trælir í hesum nýggju økjunum. Mótsetningarnir millum norður og suður vuksu bara, og tá bókin “Smáttan hjá Tom” kom út, var eitt satt ramaskríggj kring USA. Í 1852 vóru 300.000 eintøk prent­ aði av bókini hjá Harriet Beecher Stowe. Bókin spardi ikki uppá krútið, tá tað kom til at lýsa ræðuleikarnar, sum teir svørtu trælirnir upplivdu í suðurstatun­ um. Bókin bleiv týdd til onnur tungumál, og gav aftuljóð kring allan heimin. Men bókin vakti eisini vreiði í suðurstatunum, sum høvdu trælahald. Og var bókin bannað í fleiri av suðurstatunum. Tey víðgongdu í báðum legum tóku alt meiri til orðanna ímóti hvørjum øðrum, og tí vóru nógvir rokfundir í bæði tí amerikanska umboðsmanna­ tinginum, og í tí amerikanska senatinum. Sunnanmenn kravdu, at teir nýggju statirnir, Kansas og Nebraska skuldu loyva trælahaldið. Norðanmenn søgdu so kortanei, og grundarlagið fyri tí, sum seinni gjørdist eitt blóðugt borgarakríggj varð lagt. Lincoln tekur til orðanna Abraham Lincoln byrjaði nú al­ ment at tala ímóti trælahaldinum. Í einari almennari røðu í Peoria í Illinois segði Lincoln, at alt lógar­ arbeiðið í USA átti at verið form­ að eftir prinsippunum hjá fadrun­ um hjá amerikonsku repuplikkini. Lincoln staðfesti, at trælahald var nakað sum fyrst skuldi avmarkast, og síðani avtakast. Hann tvíhelt, at prinsippið um, at fólkaviljin er suverenur ikki passaði, tí trælahald var ikki bara ein trupuleiki, sum viðvíkti teimum lokalu íbúgvunum, men nakað sum viðvíkti øllum íbúgv­ unum í USA. Røðan hjá Lincoln kom víða kring alt USA, og var nógv endurgivin. Í 1858 stillaði Lincoln upp til amerikanska sen­ atsvalið. Mótstøðumaðurin var 12. februar 1809: 200 ár síðani Abraham Linco Hann vaks upp undir fátøkum og trong­ um korum. Men hann gjørdist maðurin, sum setti svørtu trælirnar í frælsið, og maðurin sum førdi USA gjøgnum eitt blóðugt borgarakríggj