hósdagur 12. februar 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2009
33
tíðindi
Stephen Douglas. Undir valstríð
num helt Lincoln eina talu, sum
hevur verið nógv endurgivin í
eftirtíðini: Eitt hús, har klandur
er innan gáttina, kann ikki
standa. Eg trúgvi ikki, at hetta
stýrið kann halda fram í framtíð
ini, tá helvtin hevur trælahald, og
hin helvtin er fræls. Eg vænti
ikki, at uniónin verður upployst –
eg vænti ikki, at húsið fer at detta
sundur – men eg vænti avgjørt,
at klandrið innanveggja fer at
halda uppat. Lincoln og Douglas
tjakaðust sjey ferðir. Lincoln
umboðaði ein nýggjan flokk,
repuplikkanarnar, meðan Dou
glas, sum hevði eitt væl smurt
floksapparat aftanfyri seg, og
hevði fyrimunirnar í síðsta enda,
og endin var, at Douglas vann.
Men røðurnar og sjónarmiðini
hjá Lincoln høvdu vunnið aftur
ljóð kring allar norðurstatirnar.
Valdur til forseta
Mótsetningarnir millum suður og
norðurstatirnar vuksu bara. 16.
oktober í 1859 var tann fanatiski tr
ælahaldsmótstøðumaðurin, John
Brown hongdur í Virginia. Men
við at drepa John Brown, so
gjørdu sunnanmenn hann til eitt
blóðvitni. Nú øktist mótstøðan hjá
norðanmonnum ímóti trælahald
inum. Repuplikkanarnir valdu
Abraham Lincoln til forsetaval
evnið í 1860. Flokkurin var ein
savnað eind. Lincoln gav lyfti til
tey fátøku, at tey skuldu fáa
ókeypis jørð. Lincoln vildi eisini
arbeiða fyri einari tolllóg, sum
vardi ídnaðin. Mótstøðumennirnir,
John C. Breckinridge frá tí
demokratiska flokkinum í suður
statinum, og John Bell frá Unións
flokkinum vóru mótvalevnini.
Hóast Abraham Lincoln ikki
stóð á atkvøðuseðlunum í 9 suður
statum, og hóast hann bert vann 2
av 996 valstøðum í suðurstatinum,
so var kortini eingin ivi um úrslit
ið. Lincoln ruddaði borðið í norð
urstatunum, og gjørdist samlaði
vinnarin. Bløðini í suðurstatunum
gjørdu hvat tey kundu, fyri at
spilla Lincoln út, og tey kallaðu
hann líkt og ólíkt.
Staturin, South Carolina gjørdi
eisini greitt, at bleiv Lincoln
valdur til amerikanskan forseta,
so tóku teir seg úr amerikanska
samveldisríkinum. Tað fyrsta tað
var greitt, at Lincoln hevði vunnið
forsetavalið, komu menn saman í
Charleston, og sendu eina
almenna fráboðan um, at South
Carolina hevði tikið seg úr amerik
anska samveldisríkinum. Hini
suðurstatirnir fylgdu skjótt aftaná.
8. februar í 1861 stovnaðu suður
statirnir “The Confederal States
of America”. Tá Lincoln var
settur sum forseti, tann 4. mars í
1861 noktaði hann at viðurkenna
suðurstatirnar, sum eitt sjálvstøð
ugt ríki. Hann helt eina inniliga
røðu, har hann heiti á suðurstatir
nar um at koma uppí aftur sam
veldisríki. 17. apríl í 1861 fór
Virginia úr samveldisríkinum, og
Arkansas og North Carolina
fylgdu aftaná teimum inn í tað
konfederala samveldisríki í suðri.
Blóðigt kríggj
Ov leingi verður at gjøgnum
ganga øll tey stóru sløgini, sum
vóru í amerikanska borgarakrígn
um. Alt byrjaði við, at skansin hjá
norðurstatunum, Fort Sumter,
sum lá inni í havnini í Charleston,
høvuðstaðnum í South Carolina.
Suðurstatirnir lupu á Fort Sumter,
tann 12. apríl í 1861, og so var
borgarakríggið ein veruleiki.
Hóast sunnanmennirnir vóru
væl færri enn norðanmennirnir, so
stríddust teir manniliga, og høvdu
teir eisini krígseydnuna við sær
tað fyrstu tíðina, og varð um repp
ið at teir tóku høvuðsstaðin Wash
ington. Herovastarnir, Robert E.
Lee og Thomas Jackson vunnu
stórar sigrar, og tað sáddi ein stór
an iva í part av almenninginum í
norðurstatunum, um tað var tað
vert at kríggjast ímóti suðurstatun
um. Bløðini prentaðu langar listar
við monnum, sum vóru dripnir
undir hørðu bardøgunum, og fólk
vóru skelkaði um tað stóra talið.
Men í juli 1863 vendi krígseydn
an hjá norðanmonnum í býnum
Gettysburg í Pennsylvania, og frá
tí degnum vóru norðurstatirnir
omaná.
Sunnanmenn bardust manniliga
fram til 9. april í 1865. Men tá
máttu teir konstatera, at norðan
mennirnir vóru ov nógvir í tali, og
vóru nógv betri útgjørdir. Robert
E. Lee sá skriftina á vegginum, og
valdi at geva seg yvir til Ulysses
S. Grant, tann 9. apríl í 1865.
260.000 suðurstatshermenn og
360.000 norðurstatshermenn
høvdu latið lív í borgarakrígnum.
Lincoln var eisini undir trýsti
frá fólkum í norðurstatunum, sum
ynsktu at at enda kríggið skjótast
møguligt, og viðurkenna suður
statirnar, sum eitt lógligt ríki. Tey
vildu sleppa undan fleiri deyðs
føllum á vígvøllunum, selja
prinsippini, fyri at sleppa undan
bardøgunum, og at fáa frið. Fyrsti
herovastin hjá Abraham Lincoln,
George McLellan gjørdist eisini
firtin inn á forsetan, tí hann segði
úr starvi, sum ovasta herleiðara
fyri herin hjá norðurstatunum.
George McLellan var so hevndar
hugaður, at hann stillaði upp ímóti
Lincoln til forsetavalið í 1864.
Lincoln kom kortini sigrandi úr
valinum, ikki minst tí, at nógvir
av hermonnunum hjá norðurstat
unum valdu hann til forseta.
Hóast hann arbeiddi næstan allan
sólarkringin, so gav Lincoln sær
eisini tíð til at skriv persónlig
brøv til fólk, sum høvdu mist sínu
kæru í borgarakrígnum.
Tiltikið er eitt bræv, sum Lin
coln skrivaði til frú Bixby í Bost
on, sum hevði mist allar fimm
synirnar í borgarakrígnum. Mang
an verður sipað til hetta brævið,
sum eitt dømi um tað menniskja
ligu umsorganina, sum Lincoln
hevði fyri sínum medmenniskjum.
Men líðingarnar undir borgarakríg
num bóru okkurt gott við sær.
Tann 22. september í 1862 kunn
gjørdi Abraham Lincoln, at træla
haldið fór at verða upphevjað í
USA. Lógin kom í gildi tann 1.
januar í 1863. Og Lincoln kom at
gerast tann stóri bjargingarmað
urin hjá svørtu trælunum.
Tá Lincoln kom koyrandi inn til
høvuðsstaðin hjá suðurstatunum,
Richmond, bleiv hestavognurin
hjá forsetanum umgyrdur av træl
um, sum vóru settir í frælsið, og
sum vildu heiðra “Faðir Abra
ham”, sum hevði givið teimum
hetta frælsið.
Drúgv jarðarferð
Lincoln valdi nógvar av sínum
gomlu mótstøðumonnum at sita í
amerikonsku stjórnini, fyri at
kunna hava eina savnandi stjórn,
sum kundi bera gjøgnum alt
borgararkríggið. Nógvir politiskir
eygleiðarar hava samanborið Bar
rack Obama við Abraham Lincoln
á hesum økinum, har Obama hev
ur valt Hillary Clinton til uttan
ríkisráðharra.
Tá borgarakríggið var vunnið,
eggjaði Lincoln eisini íbúgvun
um í norðurstatunum at bjóða
sunnanfólkunum vælafturkomin í
samveldisríki. Men hóast hann
royndi at sameina og reinsa stóru
sárini, sum ein ræðulig orrusta
millum norður og suður hevði
við sær, so var tað ein blóðtystur
sjónleikari, sum ikki dugdi at
síggja nakað virðið í hesum.
John Wilkes Booth myrdi Abra
ham Lincoln í Fordsjónleikara
húsinum í Washington. Men
morðið økti bara um illviljan
millum norðanfólkini ímóti suður
statunum, og sameiningin fekk
eina ringa byrjan. Morðið á Lin
coln kom sum ein skelkur. Í
øllum stórbýunum boðaðu kirkju
klokkarnar frá feigdarboðunum,
og fløggini fóru á hálva stong
kring alt landið.
Kistan við Lincoln fór á eina
ferð, sum vardi heilar 12 dagar,
sum var runt alt USA. Tá kistan
kom til New Salem, hevði hon
ferðast 3.000 kilometrar, og 7
miljónir fólk høvdu sæð kistuna,
áðrenn hon kom fram til tað
síðsta hvíldarstaðið í New Salem
í statinum Illinois.
Minnini liva
Men minni um Abraham Lincoln
er alt annað enn jarðað. Lincoln
er enn millum mest umtalaðu og
siteraðu forsetarnar í søguni hjá
USA. Tað eru kanska bara
George Washington og Franklin
Delano Roosevelt, sum standa
honum kurl.
Ein stórsligin minnisvarði er í
Washington, og motiv av
Abraham Lincoln hava verið á
myntum, pengaseðlum og á frí
merkjum. Røðan hann helt aftaná
sigurin í Gettysburg vardi bert 2
minuttir, men er tann mest endur
givna røðan í amerikanskari
søgu, og er millum lesiætlanirnar
í amerikonskum skúlum. Ein
partur av Gettysburgtaluni hjá
Abraham Lincoln ljóðar soleiðis:
Fyri fýra sneisum og sjey
árum síðani skapaðu fedrar
okkara eina nýggja tjóð í hesum
heimspartunum, fødd í frælsi, og
givin til sannleikan um, at øll
menniskju eru fødd líka. Nú
standa vit mitt í einum borgara
kríggi, sum er royndin, um tjóðin,
ella nøkur onnur tjóð, sum er, og
er innvígd á sama hátt sum vit
kann standa.
Vit standa her á einum av teim
um stóru vígvøllunum. Vit eru
komin her, fyri at innvíga ein part
av vígvøllinum, sum síðsta hvíld
arstaðið hjá teimum, sum doyðu
her, fyri at tjóðin kann liva.....fyri,
at leiðslan av fólkinum, við fólkin
um, fyri fólkinum ikki skal ganga
til grundar her í Heiminum.
oln varð føddur
Repuplikkanarnir valdu Abraham
Lincoln til forsetavalevnið í 1860.
Flokkurin var ein savnað eind. Lincoln
gav lyfti til tey fátøku, at tey skuldu fáa
ókeypis jørð
Abraham Lincoln, 1809-1865