hósdagur 12. februar 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 30 - 12. februar 2009
Firsta jólamorgun, tá íð
dagur sást, doyði Streym
oyarsýslumaður
Hans
Christopher Müller, gott og
væl 79 ára gamal. Vit eru
vanir til her í blaðnum,
kvørja ferð ein meir enn
almindiliga kendur maður
er deyður, at lata nøkur orð
fadla um, kvat hann hevur
verið, og kvat hann hevur
virkað, men at skriva eina
nøkulunda tømandi grein
um tann mannin, sum er
nevndur oman firi hendan
artikul, er ikki kvøns
mannsføri, tí hansara langa
liv er so sjaldsamt og
inniheldur eina slíka rúgvu
av virkigreinum, sum fá, ja
einki annað í Førjasøguni.
H. C. Müller var føddur
2. September 1818 og var
sonur sýslumannin Rasmus
Müller í Havn og seinri
konu
hansara
Sigge
Joensdatter úr Nólsoy. Tó at
tað í teirri tíðini ikki var
lætt kjá einum Føringi at
samla sær kunnskap, bilaði
ikki kjá sýslumanninum.
Við sínum frálíku læru
evnum og sínum læruhuga
søkti hann sjálvur sær tann
kunnskap, sum nú nógvur
peningur má gjaldast firi.
Og tað er ikki bara eiti, tá
íð mann ímidlum cr sagt
um sýslumann Múller, at
um hann onga eksamen
hevði,
so
kundi
hann
andøva javnsíðis við lærdar
menn í ødlum lutum.
Sýslumaður 20 ára gamal
Í 1839, 20 ára gamal, bleiv
hann settur (konstitueraður)
síslumaður kjá pápanum,
og í 1843, 25 ára gamal,
varð hann útnevndur til
sýslumann í Streymoy og
bleiv tað til sín deyð. 1852
varð hann valdur til løg
tingsmann og tað hevur
hann verið í 28 ár, skiftandi
firi Norðstreymoy og Suð
urstreymoy. I ríkisráðnum,
landstinginum og fólka
tinginum, hevur hann siti
firi Førjar í 30 ár. Í 1869
varð hann útnevndur til
postekspeditør í Flavn, tað
var hann eisini inntil hann
doyði. Í mong ár var hann
agent firi tað danska guvu
skipsfelagið, sum heldur
skip til at flita post til og frá
Føroyum og Íslandi. Annars
hevur hann verið konstitu
eraður sorenskrivari og fúti;
limur av ovarsta skúlastíri
okkara (skúladirektiónini)
og direktør firi Førja sparu
kassa.
Granskari innan fugl og
grind
Um hansara lív sum poli
tikkari vilja vit bara siga, at
hann var kendur sum ein
trúgvur høgrumaður, annars
lata vit tølini tala. Firi uttan
virðuliga at útfidla pláss
sítt í ødlum teimum framm
anundan nevndu virkigrein
um, hevur Müller granskað
imsar greinir av natúrlívi
num, sum eingin annar Før
ingur. Hansara fugla og
eggsamlingar bera prógv
firi tað, um einkið annað
var, men tað er nógv annað.
Hann hevur skrivað nógv
um hetta bæði i eingilskum
og donskum, so hann er
kendur víða sum natúrgran
skari. Hansara »fuglabók«
er av útlendskum natúr
granskarum nógv mett, og í
fleiri »natúrvidenskapilig
um« skriftum er hetta verk
ið tiltikið sum kelduskrift.
Bæði zoologisk Have og
zoologisk Museum í Keyp
mannahavn hevur frá hon
um fingið nógv verdar øk
ingar, og teir upplísningar,
hann hevur givið Danmarks
fiskaríforeining, mest frá
Førjum, hava nógv at tíða; í
hesu foreining varð hann
firi fáum árum síðani upp
tikin sum »overordentligt
Medlem«.
Hann hevur eisini skrivað
eina bók um grindirnar í
Førjum; hon er útsett uppá
Eingilsk. Firi hesa bókina
fekk hann medalju við eina
framsíning í Edinburgh í
1882 og í sama viðfangi
eina aðra firi fiskireiðskap.
Í Berlin var hann við eina
fiskiskapsframsíning. Har
fekk
hann
eisini
eina
medalju firi nakað, hann
læt framsína. I 1874 bleiv
hann Dannebrogsmaður og
í 1890 riddari av Danne
brog.
Tann 1. September 1893
varð hansara 50 árs heiðurs
veitsla
sum
sýslumaður
hildin, og fólk frá imsum
plássum í Streymoy var
komið til Havnar at halda
dagin. I sama viðfangi varð
send honum ein »adressa«
frá fleiri hundrað monnun
um í Streymoy við tøkk firi
tey 50 árini, hann hevði
verið sýslumaður.
Eisini væl kendur í
útlondum
Væl var Müller kendur í
Førjum. Men hann var
eisini kendur í útlondinum.
Á sínum ferðum uttanlands
kom hann sjálvsagt saman
við nógvar útlendingar, og
hann stóð í vinarlag við
nógvar góðar menn, eisini
uttan firi Danmark. Sum
dømi uppá hetta skal nevn
ast, at ein Eingilskmaður
við listfari(skipi) sínum
tværreisur hevur komið til
Havnar firi at vitja sýslu
mannin. Tó at hann soleiðis
varð ærdur bæði av kongi
og fólki, bleiv hann altíð
hin sami tídligi maðurin,
sum ikki síntist at var til
sins at kenna hugmóð uttan
av navni. Eingin kundi
merkja á honum, at hann í
ein mannsaldur hevði ferð
ast midlum hægstu menn í
kongadøminum;
hann
tosaði líka blídliga við tað
armasta neyðardír, sum við
sínar líkar. Mangur fátækur
maður ber honum gott, og
mangur vælstidlaður maður
er honum tøkk skildigur, tí
hann stiðjaði fegin ein, íð
stílaði framettir. Teir eru
heldir ikki fáir, sum hava
notið gott av Müllarsa
kunnskapum og sum hann
hevur lært sjálvur.
Hansara kennskapur til
føroysk viðurskiftir var frá
líkur, og fór ein til hansara
firi at spirja um eitt edla
annað, kundi spirjarin vera
vissur í, at hann kom til tann
rætta, og ein kundi líta á teir
upplísningar, sýslumaðurin
gav. Í sínum sýslu verður
hann seint gloymdur.
Óførur grindamaður
Midlum annað kann hann
ikki nóg mikið rósast sum
grindamaður.
Í
ungum
árum fór hann í grind kvar
sum
helst,
og
sum
síslumaður ferðaðist hann í
grind inntil firi fáum árum
síðani, tá íð sonur hansara
varð
konstitueraður
firi
hann. Fáur kundi sum hin
gamli at halda skil á í
grindadrápi. Grindamenn
inir aktaðu hann væl, tí teir
visti av royndum, at tað, íð
hin gamli segði skuldi
gerast, tað var best firi adlar
partar. Nú er hann farin og
verður saknaður av mongum
manni. Tá íð hann fadl frá
kom eitt lið á í Førjum, sum
seint bøtist attur, i alt fadl
er tað sjaldsamt, at slíkar
gávur, slíkur arbeiðshugur,
slíkur
dugnaskapur
og
trúskapur finnast í einum
manni. Tey, sum kendi hann
rætt, mátti halda av honum,
og hansara vinir so væl sum
hansara óvinir mátti meta
hann høgt; eingin kundi
annað. Hann var ein sannur
Føringur og góður danskur
statsborgari, eitt príði firi
okkara lítla land, og vit
kunnu ivaleyst siga, at
neyvan hava so nógvir góðir
menn hugsa um Førjar uppá
ein gang, sum tá íð Müllers
deyð frættist til útlondini.
Friður kvíli ivir minni
hanns.
H. C. Müller giftist 2.
desember 1852 við Maren
Christine f. Olsen, dóttir
skómakarin Søren Olsen í
Havn og Christine Marie
Hentze, dóttir próvst Hentze
í Sandoy. Tey eiga 7 bødn,
tvey búsett í Førjum, 5 í
útlondum.
Fuglabókin
Hetta vóru so minningar
orðini, sum geva eina góða
lýsing av manninum. Her
skal skoytast uppí, at hans
ara børn skaraðu eisini
framúr. Søren var eitt teirra.
Tveir aðrir synir, Rasmus
og Poul, vóru kolonistýrarar
í Grønlandi seinast í 1800
talinum. Vit eru við at
útvega áhugavert tilfar, sum
fer at lýsa teir báðar, og tað
fer eisini at koma í Sosialin
seinni.
Her skal verða komið inn
á skrivligu avrikini hjá H.
C. Müller. Sum tað verður
nevnt í minningarorðunum
var fuglur millum hansara
stóru áhugamál.
Hann hevur eisini skrivað
eina bók um fugl, sum varð
prentað í 1863. Hetta er ein
ritgerð, sum er 78 síður. Í
henni verður greitt frá 124
ymiskum fuglasløgum í
Føroyum.
Tað verður ikki høvi til
her at koma inn á hesa
ritgerð. Hon kann lænast á
Landsbókasavninum. Bert
skal her verða endurgivið
fororðið til ritgerðina:
“De Bemærkninger til
den færøiske Fuglafauna,
H. C. Müller:
Sýslumaður og so nógv annað
Vit høvdu fyri kortum søguna um Søren Müller, kendur reiðari í Havn. Í veruleikanun kann í Gamla Kirkjugarði
finnast ein stórur partur av okkara søgu í »Müllerdeildini« í kirkjugarðinum. Vit hava longu havt fleiri frásagnir frá
ættini sum Jens Olsen og Grønlands Johan, sum báðir vóru giftir inn í Müllerættina. Hesa ferð fara vit til tann fyrsta
sera væl kenda Müller, nevniliga Hans Christoffer Müller, oldurabbi blaðstjóran á Sosialinum. Maðurin verður best
lýstur við minningarorðini, sum Føringatíðindini hevði um hann 6. januar 1898. Rasmus Effersøe var blaðstjóri tá.
Minningarorðini verða endurgivin, sum tey vóru skrivað við teirri stavseting, sum varð nýtt tá
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
H.C. Müller og konan Maren Christine
SYSSELMAND
HANS CHRISTOPHER
MÜLLER
R. AF D. OG DBMD
F. 2. SEPTEMBER 1816
D. 25. DECEMBER 1897
MAREN CHRISTINE
MÜLLER
FØDT OLSEN
F. 14. AUGUST 1829
15. MAI 1898