Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 31 - 13. februar 2009 Nýggj tøkni frá Elektron, Senta og Formula.fo skal nú gera kontórið næstan pappírsleyst, tøma pappírsgoymslurnar og spara samfelag­ num pengar. Við nýggja Rokningar­ depilinum verða allar rokningar og fakturar sendar og avgreiddar elektroniskt Tøkni Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Millum svartar klædningar, stroknar skjúrtur, designara­ brillur, víngløs og eitt lætt ábit, kundu leiðarar fyri tøknifyritøkurnar Elektron, Formula.fo og Senta avdúka nýggja skipan, ið skal lætta munandi um gongdina við roknskapum hjá fyritøkum og stovnum. Talan er um nýggja Rokn­ ingardepilin, ið skal gera tað lættari at senda rokning­ ar milum stovnar og millum fyritøkur. Endamálið við nýggja Rokningardepilinum er at gera tað munandi lættari, skjótari og bíligari at avgreiða rokningar millum stovnar og fyritøkur. Tað verður gjørt við at allar rokningar framyvir bert verða sendar elektroniskt. Soleiðs sparir fyritøkan ella stovnurin pappír, tónarar, arkiveringspláss og tíð, ið verður brúkt til at arkivera av nýggjum. Spara samfelagnum pengar Tíð er pengar. Við at fáa kundarnar inn í nýggju, tal­ gildu skipanina, verður møguligt at spara stovn­ unum nógva tíð – og harvið eisini samfelagnum nógvar pengar. Leif Abrahamsen, stjóri á Føroya Gjaldstovu, greiddi frá, at við útrokningum eru teir komnir fram til, at tað kostar okkurt um 170 krónur at avgreiða hvørja rokning, alt íroknað. Árliga verða okkurt um 800.000 rokn­ ingar sendar, og lætt høv­ uðrokning sigur tá, at saml­ aði kostnaðurin liggur um 85 milliónir krónur árliga. Við nýggja Rokningar­ depilinum verður gjørligt at spara stóran part av hesum pengum, serliga tað, tað kostar at senda post, um­ framt tímalønir til at av­ greiða rokningar. Fyri fyritøkur eisini Hjá stovnunum verður nýggja skipanin integrerað í verandi bókhaldsskipanina. Ásannandi at tað eru nógvar fyritøkur í landinum, ið ikki hava nakra veruliga bók­ haldsskipan, hava teir eisini ment ein Rokningarportal, har tað verður gjørligt hjá smærri fyritøkum at mót­ taka og avgreiða rokningar. Sostatt verður møguleikin fyri, at bæði stovnar og størri og smærri fyritøkur fara at taka hetta til sín, og harvið spara samfelagnum pening og takaenn eitt stig móti pappírsleysa samfelag­ num. Við at avgreiða allar rokningar elektroniskt, er ætlanin at spara samfelagnum tíð og pengar - millum 50 og 100 milliónir eru at spara, siga faddrarnir at nýggja Rokningardepilinum Felagið vinnur ongan pening, samstundis sum lønarútreiðslur drena kassan fyri kapital. FC Amager noyðist at leiga spælarar út og siga sáttmálar upp fyri at sleppa undan húsagangi. ­ Tað er eingin loyna, at vit hava fíggjarligar avbjóðingar, sigur Todi Jónsson FóTbólTur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Føroyska felagið í Danmark, FC Amager, verður í donsk­ um miðlum í dag nevnt sum ein av trimum kandidatum til at fara á húsagang fyrsta dagin. Køge Boldklub fór fyri kortum á húsagang, og valdi Dansk Bold Union at tveita felagið úr donsku 1. deildini. ­ Tað er eingin loyna, at vit hava nakrar stórar fíggj­ arligar avbjóðingar í løtuni sigur Todi Jónsson, høvuðs­ eigari og stjóri í felagnum. Orsøkin til at tað fjarðar í kassanum er, at felagið í løt­ uni reelt ongan pening vinn­ ur, av tí at danska kappingin liggur still inntil mars mán­ að. Samstundis hevur felag­ ið sera stórar lønarútreiðslur, og at hava teir góðu spælar­ arnar krevir nógvan kapital. Afturat tí ger fíggjarkreppan, at felagið ikki kann læna sær kapital. ­ Felagið varð drivið av íleggjarapengum, og nú fíggjarkreppan herjar, eru íleggjararnir sera ansnir við at seta pening í nakað sum helst, sigur Todi Jónsson. Eisini er ein av trupulleik­ unum hjá felagnum, at eing­ ir sjónvarpspengar eru útgoldnir í desember 2008, orsakað av nýggjari sjón­ varpsavtalu, sum ger, at peningur ikki verður goldin út fyrr enn í desember 2009. Hetta er tó ein trupulleiki, ið rakar øll donsk feløg. Hava loysnir Sambært Toda Jónsson, stendur húsagangur tó ikki á gáttini. Hann greiðir frá, at teir hava nakrar loysnir, sum teir vænta koma upp á pláss rættiliga skjótt. ­ Vit hava millum annað leiga ein spælara út, umframt at vit hava sagt nakrar sátt­ málar upp. Eisini eru nakrar aðrar loysnir, sum vit arbeiða við, soleiðs at vit kunnu loysa hesar fíggjarligu avbjóðingarnar, vit standa við, sigur Todi Jónsson. Eftir øllum at døma er talan her um, at teir skulu út til sponsorar og íleggjarar at fáa pening til høldar, soleiðs at felagið kann hóra undan í hesum umfarinum. Hini bæði feløgini, ið eis­ ini verða skýrd at standa á markinum til húsagang eru eisin úr høvuðsstaðarøkin­ um, nevnliga Kolding FC og BK Frem. - Tað er eingin loyna at vit hava fíggjarligar avbjóðingar í løtuni, sigur Todi Jónsson. Hann væntar tó ikki at felagið noyðist á húsagang, tí teir hava loysnirnar klárar, sum hann málber seg Húsagangur spøkir í FC Amager Pappírsleysa kontórið næstan veruleiki Skuldsettur fyri eldáseting Í Avstralia hevur ein dómstólur skuldsett ein 39 ára gamlan mann fyri at hava kynt ein av teimum ógvusligu skógareldunum. Maðurin er skuldsettur fyri at hava verið 21 fólkum at bana, og verður hann funnin sekur, kann hann fáa upp í 25 ára fongsul, skrivar Reuters. Maðurin bleiv tikin í einum lítlum býi í statinum Victoria, men løgreglan hevur flutt hann til Melbourne. Avstralska løgreglan hevur tikið ein annan mann, sum er undir illgruna fyri at hava sett eld á skógarøki, men hann er ikki skuldsettur enn. Turkaland ES-búgvið í 2013 Uttanríkisráðharrin í Turkalandi, Ali Babacan, sigur seg vera vísan í, at land hansara verður búgvið til limaskap í Evropasamveldinum um fýra ár. Spurningurin er so, um ES er búgvið til at taka Turkaland uppí tá, legði hann afturat á tíðindafundi í Riga í gjár. Babacan er á almennari vitjan í Letlandi, sum bleiv limur í ES í 2004. Turkiska stjórnin sigur, at tað gongur tann rætta vegin at tillaga ymisk viðurskifti til tey í ES, og at alt verður liðugt í 2013. ES vil hinvegin ikki seta nakað árstal fyri turkiskum limaskapi.