Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 • 13. februar 2009 Vikuskifti 10 T að gekk heilt øðrvísi við Ólavi Guðjónsson. Hann var føddur í juli 1943, var 15 ára gamal, og skuldi havt lívið frammanfyri sær. Pápi hansara var Hans Gud­ jónsson úr Klaksvík og mamman var Oluffa f. Jacobsen ættað úr Fuglafirði. Pápi hennara var vanliga kallaður Kalurin. Foreldrini hjá Hans vóru Marino Gudjónsson, sum var úr Reykjavík og Anna Maria Joensen úr Klaks­ vík. Tey búsettust fyrst í Víkunum, seinni í Dalinum í Uppsølum. Hans var fiskimaður, og hann vildi sum nógvir føroyingar royna nakað nýtt. Hann fór í 1954 yvir til Grønlands at fiska rækjur, sum tá var forkunnugt hjá føroyingum. Honum dámdi so væl í Grønlandi, at nøkur ár seinni í 1956, flutti Oluffa eisini yvir við fimm av teirra seks børnum. Tey vóru fimm synir og ein dóttir, sum var eftir í Klaksvík. Tey búsettust í Narsaq í Suðurgrønlandi. Ólavur hevur verið ein stórur drongur, tá ið hann fór úr Klaks­ vík, og honum longdist aftur hagar, har hann hevði skyldfólk og vinir. Tá ið Ólavur so fer úr skúlanum og einki serligt er at gera í Narsak, fær hann pláss sum smiðjulærlingur á bedingini hjá Kjølbro í Klaksvík. Nú kundi hann sleppa heim aftur. Hann skuldi búgva hjá fastur síni Ingibjørg, vanliga kallað Gajan, og manni hennara Jákup Heine­ sen, sum hevði skaffað honum læruplássið. Tað var hann, sum skrivaði bókina um Ekliptika, sum eisini gekk burtur við mann og mús, millum øðrum pápa Jákup, sum eisini kallaðist Jákup Heinesen. Gaja var gumma Ólav, og hon hevði gjørt honum kamarið klárt, til hann skuldi koma. Hon minnist eisini Ólav sum ein fittan og skila­ góðan drong. Seinasta myndin av Ólavi. Hjá Ólavi var tað sjálvsagt spennandi at sleppa heim fyrsta túrin hjá hesum nýggja skipi. Mamman og tann yngri beiggin Oddfríður fylgdu Ólavi oman á kaiuna í Narsaq til rutubátin, sum sigldi til Julianehåb, har Ólavur skuldi fara umborð á Hans Hedtoft sama dag. Hetta var um ein tími at sigla. Pápin kundi ikki koma við, tí hann var til skips uppi við Holsteinsborg. Mamman hevur sum rímiligt er verið tung um hjartað. Hon visti, at í besta fall vóru tað mánaðir og kanska ár, til tey fóru síggjast aftur. Við á ferðini til Julianehåb var ein fotografur. Hann tók á sjómansheiminum í Julianehaab eina mynd av Ólavi, sum familjan fekk aftaná. Hetta er teirra síðsta minni um hann. Tað er hesa einastandandi myndina, sum vit nú í síni heild kunnu vísa okkara lesarum. Her síggja vit ein eygagóðan drong, sum beint er farin heimani frá, og nú skal byrja eitt nýtt skeið í lívinum. Tað næsta tey hoyra í útvarpi­ num longu dagin eftir, eru tey skakandi tíðindini um, at Hans Hedtoft hevur siglt á eitt ísfjall. So var at fylgja við, til skipið var sokkið nakrar tímar seinni. Tá var veruliga øll vón sløkt, hóast vónað hevur verið til leitingin helt uppat. Beiggin Oddfríður minnist Ólav sum ein fittan og kvikan drong, sum var millum teir næmingar, sum dugdu væl í skúlanum. Hann var nakað fyri seg sjálvan og var ein sjálvstøðugur drongur. Oddfríður, f. 1945 kom sjálvur seinni í 1959 at yvirtaka læru­ plássið hjá Ólavi í Klaksvík, og hann kom at búgva hjá fastrini, har Ólavur skuldi búgva. Men eftir eitt ár fór hann kortini til Danmarkar, har hann fór at lesa og búsettist. Restin av familjuni flutti eisini til Danmarkar. Ólavur var ein serligur drongur Hetta er ein einastandandi mynd. Her er ein ungur drongur, Ólavur, á einum rættiligum krossvegi. Hann hevur júst sagt barnaheiminum farvæl. Mamman hevur gjørt hann út til hesa stóru ferðina og hevur bundið honum ta vøkru troyggjuna, hann er í. Eisini hevur hon fylgt honum til rutubátin. Hann er farin inn á sjómansheimið í Julianehåb at bíða til hann sleppur umborð á Hans Hedtoft. Frammanfyri stendur vaksnamannalívið í Føroyum vit øllum tess avbjóðingum. Kanska er hann eitt sindur hjartkiptur, hetta er nú eitt rættuligt umskifti, men samstundis er hann spentur uppá at koma heim til Klaksvíkar til øll hann kennir har. Men dagin eftir er hann deyður undir umstøðum, sum eingin hevði roknað við, og sum ikki hava verið tespuligar. Av hesi orsøk er henda myndin eisini so syrgilig. Men vit vilja minnast Ólav við hesi grein ➘