Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 31 - 13. februar 2009 Atlantic Petroleum boðar á heimasíðu síni í dag frá, at teir útseta sonevndu Angelsey verkætlan­ ina, og hóast marknað­ urin reagerar kraftiga, metir felagið hetta verða eina náttúr­ liga tillaging av aktivitetunum KurslæKKing Leo Poulsen leo@sosialurin.fo »P/F Atlantic Petroleum (OMX: FO-ATLA), altjóða olju- og gassfelagið, boðar í dag frá, at felagið hevur útsett UK lisens P1211 sum umfatar økini 14/9a & 14/14b, við heimstaði í UK. Lisensurin inniber Angelsey verkætlanina, sum uppruna- liga var ætlað at verða borað seint í 2008 ella tíðliga í 2009« Soleiðis skrivar Atlantic Petroleum á heimasíðu síni í dag. Men stjórin í felagnum, Wilhelm Peter- sen, sigur, at hetta ikki skal sikljast sum at felagið hevur slept ætlanunum við Angelsey verkætlanini. - Talan er bert um eina náttúrliga illaging av aktivi- tetunum hjá felagnum. Lækkandi oljuprísirnir samanhildið við at kostn- aðurin av leiting og boring framvegis eru høgir ger, at vit hava valt at skjóta verk- ætlanina út, til hesir kostn- aðir samsvara við olju- prísirnar, sigur Wilhelm Petersen. Hann sigur, at tað altíð er ein tíðarforskjóting frá tí at oljuprísirnir lækka, til kostnaðurin í sambandi við oljuleiting og –boring fylgja við, og tað er einasta orsøkin til, at verkætlanin er útsett. Atlantic Petroleum eigur ein triðing í Angelsey verk- ætlanini (33,33%), meðan Granby Enterprises eigur ein triðing (33,34%) og Fox Energy Exploration Limited eigur seinasta triðingin (33,33%) Millum 4.000 og 6.000 tunnur Partabrøvini hjá Atlanic Petroleum eru raplað niður, heili 22%, eftir at fráboð- anin frá felagnum varð almannakunngjørd. Men hetta metir Wilhelm Peter- sen vera eina heilt náttúrliga fylgju av, at Angelsey verkætlanin nú er útsett. - Tað er væntandi, at marknaðurin reagerar »ner- vøst« í hesum tíðum, men tað er ikki nakað negativt í okkara verð, at partabræva- kursirnir falla eftir eina slíka fráboðan, sigur Wilhelm Petersen. Hann heldur sum nevnt, at tað var ein røtt avgerð at taka, og at felagið hevur so nógvar aðrar aktivitetir at arbeiða við. - Vit hava jú aðrar verk- ætlanir, sum eru í gongd. Bæði á Chesnut-økinum og á Ettick-økinum eru vit aktivir, og har fara vit undir framleiðslu á báðum økjum fyrsta dagin. Vit rokna við at framleiða millum 4.000 og 6.000 tunnur um dagin á hesum báðum økjunum, og tað er ikki so lítið, sigur Wilhelm Petersen. Umframt hetta eru eisini onnur oljufelt, har Atlantic Petroleum er virkið, so stjórin hevur góðar vónir og sær útsetingina av Angelsey verkætlanini sum eina skilagóða avgerð. AP tilpassar aktivitetirnar Wilhelm Petersen sigur, at tað ikki fyri felagið kennist sum ein negativ avgerð at útseta Angelsey verkætlanina. Hinvegin fegnast hann um, at felagið fyrsta dagin fer undir framleiðslu av millum 4.000 og 6.000 tunnum av olju um dagin á Chesnut og Ettick-økjunum Flogvanlukka í USA Eitt ferðamannaflogfar av slagnum Dash-8 Q400 datt tíðliga í morgun niður nærhendis flogvøllinum í býnum Buffalo. Ameri- kanska løgreglan hevur váttað, at øll tey 48, sum vóru í flog- farinum, lótu lív. Sagt verður, at flogfarið datt niður yvir eini hús, og at eitt fólk har doyði. Buffalo News sigur, at flogskip- arin hevði kært seg um tekniskar trupulleikar, tá flogfarið nærkaðost flogvøllinum í Buffalo. Flogfarið var av slagnum Dash-8 Q400, sum SAS hevði stórar trupulleikar av, og sum felagið tí ikki brúkar longur. Felagið Colgan Air átti flogfarið, sum datt niður í morgun. Tað var á veg úr Newark til Buffalo. Vápnahvíld í Gaza Alt bendir á, at ein avtala millum ta víðgongdu palestinsku rørsluna Hamas og Ísrael um vápnahvíld í Gaza-geiranum er á veg. Mussa Abu Marzuk, sum er ein av leiðarunum í Hamas, sigur við egyptisku tíðindastovuna Mena, at talan er um eina avtalu, sum skal galda í hálvtannað ár í fyrsta umfari. Eftir avtaluni skal Hamas gevast við at senda rakettir inn í Ísrael, ísraelska hervaldið skal lata seks marknalið til Gaza uppaftur, og ein ísraelskur hermaður, sum er fangi í Gaza, skal lastast Ísrael í býti við palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.