fríggjadagur 13. februar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • 13. februar 2009
Vikuskifti
9
D
agin eftir greinina um Hans
Hedtoft tann 30. januar frætti
eg frá Randi Strøm á Tvøroyri.
Hon greiddi frá, at Hans
Hedtoft rørdi við nakrar kenslur
hjá sær og beiggja sínum. Tey
skuldu nevniliga havt verið við
Hans Hedtoft feigdartúrin!
Pápi hennara, Sigmund Strøm
úr Trongisvági, sum var timbur
maður, fór í 1952 til Julianehåb
at arbeiða sum verkstaðsleiðari
hjá GTO, sum merkir Grønlands
Tekniske Organisation.
Í 1954 fór mamman Olna
við teirra tveimum børnum til
Julianehåb at búgva. Olna var
ættað úr Hvalba, fødd Vest.
Tey ferðaðust yvir við Dronning
Alexandrine. Tey komu at búgva
nakað ovalaga í býnum. Randi
verður so fødd í Grønlandi í 1956.
Sigmund var eina óførur
myndatakari, og hann átti eisini
eitt framkomið myndatól. Eftir
hann liggja nógvar myndir úr
Julianehåb. Tá ið Randi seinni
hugdi eftir myndum frá teirra tíð
í Grønlandi, vóru fleiri av Hans
Hedtoft, millum aðrar har hann
liggur flaggskrýddur við kai í
Julianehåb.
Tá fortaldu foreldrini, sum nú
bæði eru deyð, at meiningin var,
at tey skuldu sigla heim við Hans
Hedtoft fyrsta túrin.
Tey skuldu nevniliga flyta aftur
til Føroyar. Alt var pakkað niður,
stovan var full av kassum, sum
Sigmund hevði gjørt, fyltir við
møblum og annars við tí, sum var
í húsinum.
Men beint áðrenn fráferðina
kemur boð um, at avloysarin hjá
Sigmundi, ein dani, ikki kundi
koma fyrr enn tríggjar mánaðir
seinni. Har var einki at gera. Tey
máttu avlýsa ferðaseðilin við
Hans Hedtoft.
Mamman segði, at tey vóru
sera vónbrotin. Tey høvdu verið
so leingi burtur, og tey gleddu seg
at koma heim.
Randi var tá bert tvey ára
gomul, so hon minnist einki
til hetta. Men beiggjarnir, Tóri
og Petur, sum vóru 6 og 10 ár
tá, mintust hetta væl. Petur er
deyður seinni.
Var umborð á Hans Hedtoft.
Tóri minnist, at tey øll vóru
umborð á hesum flotta skipi, tá
ið tað lá við kai í Julianehåb.
Hetta var spennandi serliga hjá
dreingjum.
Tóri minnist eisini væl hendan
ræðuliga dagin 30. januar. Hann
og beiggi hansara vóru úti og
spældu, tá ið Petur tekur hart í
hann. Hann hevði hoyrt í einum
radio í onkrum húsi, at okkurt var
hent við Hans Hedtoft. Teir runnu
heim at vita, hvussu vorðið var.
Heima merkti Tóri tann
álvarsama stemningin. Bæði
foreldrini lurtaðu, helst hevur
tað verið á fiskabylgjuni, eftir
gongdini við søkkandi skipinum.
Tað bar til beinleiðis at fylgja
samskiftinum við Hans Hedtoft.
Tóri sigur, at hann enn minnist
orðini frá telegrafistinum á Hans
Hedtoft: “Vi synker! Vi synker!”
Og so var tøgn. Tóri gloymir ikki
hesa røddina á Carl Dejligbjerg,
sum var ein royndur fjarritari.
Hóast tey vóru skakað, vóru
tey sjálvsagt takksom fyri, at tey
sjálvi vóru sloppin undan tí vissa
deyðanum.
Tey kom heim seinni um
summarið, men nú flugu tey.
Flogvøllur var nærindis Juliane
håb í Narsarsuak. Flogið var við
Flugfelag Íslands til Keypmanna
havnar umvegis Reykjavík og
Glasgow. Men Olna hevði fingið
ein slíkan hvøkk, at hon føldi seg
ikki ov trygga við at flúgva. Men
tað gekk væl.
Sigmund hevði fyrr verið rætti
liga nær deyðanum. Hann róði út
í Grønlandi í 1939 og kom heim
hin tiltikna túrin hjá Niels Finsen,
tá ið tað var um reppið, at hann
gekk burtur saman við 250 øðrum
útróðrarmonnum.
Hann var ein av teimum sum
var í lastini og ikki slapp upp.
Einaferð koma boð frá brúnni,
um tað var nakar snikkari við. Jú,
Sigmund meldaði seg til. Tá var
tað fjarritarin, sum var dottin í
illveðrinum og hevði brotið armin.
Sigmund skuldi so smíða ein
skinnara til tann brotna armin.
Lønin var uppí munnin av whisky!
Tóri og Randi greiða frá, at
tað var ongantíð tosað um hetta
við Hans Hedtoft heima. Tað var
í veruleikanum av tilvild, at tey
fingu hetta at vita, tá
ið Randi fann hesar
myndir.
Familjan Strøm
skuldi við Hans Hedtoft
➘
Seinni uppá árið slapp Strømfamiljan heim við flogfari
hjá íslendska flogfelagnum
Tóri og Randi í dag
Sigmund og Olna saman við børnunum Petur, Randi og Tóri, sum høvdu
ferðaseðil við Hans Hedtoft. Alt var niðurpakkað og klárt at flyta. Men
tað var so “óheppið”, at maðurin, sum skuldi loysa Sigmund av í hansara
arbeiði, varð seinkaður, so ferðaseðlarnir máttu avlýsast