fríggjadagur 13. februar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 31 - 13. februar 2009
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Demokratiska
valdsbýtið
Tað eru nakrar fundamentalar organismur í
samfelagnum, sum mótarák og menniskjalig álop
ongantíð skulu hótta. Grundleggjandi valdsbýtið
í vesturlendska demokratinum er ein av hesum.
Menningartíðin frá gomlu tíðini í Hellas, ígjøgnum
Machiavelli og fram til Montesquie, sum í okkara tíð er
ímyndin av hugtakinum um tríbýtið av valdinum, hevur
verið so drúgfør, og úrslitið tað frægasta vit kenna,
at tað er ábyrgdin hjá øllum, at røkja fólkaræðið. Tað
gerst bara við, at lóggevandi, dømandi og útinnandi
valdið javnt og samt skáka hvørt annað í eini javnvág
undir sterkum agatreytum.
Málið átti altíð at verið aktuelt og viðgjørt í fjølmiðlum
og øðrum diskussiónsfora. At tað nú verður tikið upp
kemst av orðaskiftinum um tíðindaskrivið, sum formaður
Javnaðarfloksins á tingi hevur sent fjølmiðlunum, har
hann boðar frá, at hann hevur fingið mandat frá lands-
stýrinum at taka málið um makrelkvotuna, sonevnda
norðurkomponentin, upp við Jens Stoltenberg, á
socialdemokratiskum fundi í Helsinki. Næstformaður
Tjóðveldisins gevur í blaðgrein ilt av sær um manna-
gongdirnar í málinum. Makrelin og stríðið millum John
og Tobba, sum hevur partapolitiskar undirtónar og
ivaleyst er eitt klassiskt ping-pong spæl millum andstøðu
og samgongu, lata vit liggja.
Tað áhugaverda er orðaskiftið um býtið av
samfelagsvaldinum, og hvussu vatntøttu skottini
ímillum tey verða røkt. Verða tey ikki tað, fáa vit
annaðhvørt anarki ella despoti, onki vald og ruðuleika
ella alt vald savnað á einum stað. Ítøkiliga málið
er dømi um atgerð inn á skottið millum løgting og
landsstýri. Útinnandi valdið letur parlamentarikara
upp í hendur at fáast við eitt mál, sum í allar mátar,
fult og heilt, er eitt mál fyri landsstýrið at greiða.
Nógvir spurningar taka seg upp í hesum sambandi.
Serliga plasering av ábyrgd, nú tá rættur og ábyrgd ikki
tykjast fylgjast. Um tað skuldi hent, at parlamentarikari
misbrúkar blankokekkin, mandatið, frá landsstýrinum,
hvør skal tá ábyrgjast, tá tað kemur til skarpskeringar?
So sterkt sum demokratiið tykist vera, líka so veikt
er tað, um skottini ikki áhaldandi verða hildin í
seyðahøgum standi. Fellur ein súla, rapar alt sum
eitt korthús. Til tess eru nógvar fyriskipanir ásettar
í grundlóg, stýriskipanarlóg og øðrum lógum. Ein
hending sum hendan ítøkiliga ger ikki stórvegis
skaða, men tað er rætt at reagera, tá onkur fer at
pilka við sjálvt fundamentið undir demokratiska
vælferðarsamfelagnum.
Áhugavert kundi verið at frætt frá løgmanni, um
hendan nýggja leiðin hjá landsstýrinum bara var
ein einsamøll svala, ella um hetta er ein partur av
politikkinum hjá samgonguni. Skal valdið delegerast úr
Tinganesi, má eisini fáast at vita, hvussu ábyrgdin verður
býtt samsvarandi. Í hvussu er hava fjølmiðlarnir tørv á at
fáa tað at vita, fyri at kunna virka skilagott og sakliga.
Stýriskipanarnevndin er farin undir aftur virkið sítt. Í
tí sambandinum hevði tað verið skilagott, at tikið mál
av hesum slagi upp til veruliga viðgerð, eisini uttanfyri
rómalittu veggirnar á Vaglinum.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Dimma vil hava Kaj Leo
at fáa skil upp á sam
gonguna. Men tað er ikki
hann, sum hevur valdið...
Tað var ein turrislig
staðfesting, sum Dimma
gjørdi í eini oddagrein um
dagarnar: "Tað sær út til, at
vit hava trupulleikar við at
stýra landinum".
Sær út til... So hava tey
ið hvussu er ikki sagt ov
nógv!
Síðani verður við nøkr
um dømum víst á, at sam
gongan ikki hevur nakra
samanhangandi kós, og at
"samgonguleiðarin eigur at
fáa skil á hesum viður
skiftum".
Jú jú. Tað "eigur" hann
sjálvandi.
Men skal ein skipari
kunna gera tað, sum hann
"eigur", so mugu nakrar
fortreytir vera uppá pláss:
Fyri tað fyrsta má
skiparin vita, hvat hann
sjálvur vil.
Fyri tað næsta má man
ningin akta skiparan.
Og skal hon tað, so má
manningin, fyri tað triðja,
hava eina ávísa virðing fyri
skiparanum.
Alt vantar
Tíverri er eingin av hesum
fortreytum til staðar, tá tað
snýr seg um Kaj Leo
Johannesen.
Hann veit ikki hvat hann
sjálvur vil. Hann hevur
onga politiska visión. Tí
hevur hann heldur onki
politiskt mál. Og tí hevur
hann heldur onga ætlan.
Fyri tað næsta eru fá,
sum hava virðing fyri Kaj
Leo sum løgmanni. Tí hev
ur hann lítlan myndugleika
og tí akta fólk hann ikki.
Hvør hevur maktina?
Hvør hevur so maktina í
samgonguni, kann ein
spyrja.
Og tað er, sum Dimma
vísir á, trupult at siga. Tað
er ið hvussu er eingin yvir
skipað leiðsla. Anfinn
Kallsberg stýrir nógvum
men ikki øllum. Og beint
áðrenn fíggjarlógin varð
samtykt, fekst ein greið
ábending um, hvør eisini
hevur vald.
Tjóðveldi hevði eini 50
broytingaruppskot til fíggj
arlógina. Fleiri samgongu
limir kundu hugsað sær at
atkvøtt fyri onkrum teirra
og onkur lovaði tað eisini
alment.
Men hann mátti eta lyft
ið í seg aftur. Har skuldi
eingin slingur vera í valsi
num, søgdu leiðararnir í
samgonguni. Øll samgong
an skuldi atkvøða fyri
teirri semju, sum var gjørd
í fíggjarnevndini. Og
ongum øðrum!
Allir føroyingar skuldu
altso taka tað medisin, sum
fíggjarnevndin hevði ordi
nerað. Her skuldu øll vera
líka.
Teir, sum hava vald
Men beint áðrenn fíggja
rlógin varð endaliga sam
tykt, komu nøkur broyting
aruppskot kortini frá sam
gonguni sjálvari.
Og nú var greitt, at hóast
øll skuldu vera líka, so
skuldu nøkur vera meira
líka enn onnur. Nøkur
sluppu at sjálv at ordinera
sær sítt egna medisin.
Broytingaruppskotini frá
samgonguni snúðu seg ikki
um sosialar batar. Ikki um
útbúgving. Ikki um gransk
ing. Ikki um útjaðaramenn
ing. Nei, nei, nei tað vóru
bara nakrir heilt fáir persón
ar, sum skuldi hava fleiri
skattakrónur at ráða yvir,
enn fíggjarnevndin hevði
ætlað teimum.
Ein kallaðist Jóannes
Eidesgaard. Hann skuldi
hava eina hálva millión
meira til sína egnu fyri
siting. Pluss eina heila til
Hagstovuna, sum hann
hevur undir sær.
Ein annar kallaðist Johan
Dahl. Hann skuldi hava
900.000 meira til sína egnu
fyrisiting.
Ein triði kallaðist Jacob
Vestergaard. Hann skuldi
hava eina heila millión
meira til sína egnu fyri
siting.
Hetta hildu fleiri sam
gongulimir sjálvandi vera
sera ódámligt men upp
skotini vóru kortini stemm
að ígjøgnum.
Og tað vísir rættiliga
væl, hvør hevur vald í
samgonguni. Hvør fær
onnur at akta seg.
At hesir menninir brúka
valdið sum teir gera, eru
tað mong, sum harmast
um. Men tað er eingin ivi
um, at teir hava tað.
Tey, sum ikki hava vald
Men henda søgan vísir
eisini, hvør ikki hevur vald
í Tinganesi.
Rósa Samuelsen, stakka
lin, sum støðugt hevur
fingið álagt at spara, fekk
onga krónu eyka.
Helena Dam á Neystabø
tað sama. Hon skal bæði
skerja á sínum málsøki
og skarva av síni egnu
fyrisiting.
Teir tríggir menninir
hava nógv vald. Tær báðar
kvinnurnar hava lítið vald.
Og so er tað løgmaðurin
hjá okkum.
At tríggir landsstýris
menn, sum teir einastu,
sluppu at skera sær eitt
eyka stykki av teirri al
mennu lagkøkuni, er
rættiliga prinsipielt. Ein
skuldi trúð, at talan varð
um eina yvirskipaða av
gerð í samgonguni. Eg
havi tí á tingi spurt Kaj
Leo Johannesen, um hann
skipaði fyri tí.
Men tað gjørdi hann
ikki. Leiðarin, sum vera
skal.
Tað vísir kanska best av
øllum, hvør einki vald
hevur í landsstýrinum...
Eitt eyka lagkøkustykki til Jóannes, Jacob og Jóhan
SjÚrðUr
SKAALE
Við tornarunninum vísir
Gud sína ævigu makt,
faðir við eldinum lýsir,
vegin bert hann fær lagt,
ei annar máttur kann vinna,
eina Jesus alt kann inna.
Tornarunnurin enn stendur
sjálvt um eldurin brann,
hvat á okkara jørð hendir,
Guds megi á øllum vann,
sendi okkum frelsu niður,
vunnin er ævigur sigur.
Staðið av Gudi er halgað,
Gud talar runninum frá,
ikki skógvar runt um traðka
kunnu á hesi grund stá,
sál má í biðjandi anda
vera, tá hon her skal standa.
J.
Tornarunnurin