fríggjadagur 13. februar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 • 13. februar 2009
Vikuskifti
12
- Tá eg var 16 ára gomul tók pápi
mín meg við út á ein flogvøll fyri
svívflogfør og loyvdi mær ein túr.
Tá bleiv eg bitin av at flúgva, og
eg meldaði meg inn í felagið og
tók prógv í svívflúgving. Og tú
kanst siga, at eg tá gjørdi av, at
eg skuldi gerast flogskipari, og at
tað skuldi gerast mítt lívsstarv,
sigur Anette Larsen.
Meðan hon tók prógv til
svívflúgvara hitti hon fólk innan
flúgvingina, sum brendu fyri
fakinum, og sum eisini fingu hana
beinda inn á tann vegin. Og ta
tíðina útbúgvingin tók, gjørdist
hon greið yvir, at hetta var tað,
hon vildi gera.
Vit hitta hana vesturi á flog-
vøllinum í Vágum. Hon er júst
lend við einum av flogførunum
hjá Altantsflog, sum er komið
úr Keypmannahavn, og dagin
eftir skal hon á eitt trygdarskeið
í neyðútgerð og neyðmanna-
gongdum hjá flogfarinum . Flog-
skipararnir skulu alla tíðina halda
seg dagførdar.
Beinanvegin, sum hon var liðug
í studentaskúlanum, fór hon undir
at lesa til flogskipara, og hon tók
eisini teoriina rættiliga skjótt.
Kortini skuldi ganga drúgv tíð,
áðrenn hon fekk endaligt prógv
sum flogskipari.
- Tað hendi nógv tá sum
gjørdi, at eg ikki bleiv liðug við
útbúgvingina. Eitt nú kom ein
oljukreppa sum førdi við sær, at
stígur kom í flogferðsluna sum
tað altíð ger, tá tað er órógv á
oljumarknaðinum, og niðurgongd
á heimsmarknaðinum í heila tikið.
So eg legði útbúgvingina á hillina
nøkur ár, áðrenn eg tók hana upp
aftur í 1988, og gjørdist so liðug í
1990, sigur Anette Larsen, sum tá
var 30 ára gomul.
Dró út
Sum eina avleiðing av oljukrepp-
uni fyrst í 80-unum steðgaði
Anette Larsen á við flogskiparaút-
búgvingini, og í staðin fór hon und-
ir eina útbúgving sum flúgvileiðari.
- Ja, og tað komst mest av tí, at
teir flogskiparir, sum eg kendi frá
svívfelagnum, hildu eyka langa
summarferiu og fóru í farloyvi
uttan løn og gjørdu í heila tikið
nógv fyri at býta tað arbeiði,
sum nú einaferð var, ímillum sín.
Vinnuvegurin var veruliga í einum
aldudali tá, sigur Anette Larsen.
Sjálv fekk hon tey ráð frá vinum
og starvsfeløgum at steðga á og
síggja tíðina ann, og ikki brúka
allan uppsparda peningin upp á
eina útbúgving beint tá, tí tað
hevði verið ein útbúgving til
arbeiðsloysi.
Tað vóru kortini eisini aðrar
orsøkir til, at Anette ikki tók prógv
sum flogskipari júst tá.
- Eg hevði gaman í fingið ráð og
vegleiðing, men eg kann ikki hava
lurtað nóg væl eftir, tí tá tú hevur
tikið teoriina, má tú taka prógvið
innan 18 mánaðir, annars gongur
teoriin út, og tað var so tað, sum
hendi hjá mær, sigur Anette
Larsen.
Hon tók sostatt teoriina, men
hon gekk altso út áðrenn Anette
fylti 21, og tað er aldursmarkið
fyri, at tú kanst fáa eitt fullgildugt
flogsertifikat.
Nú hevði hetta ikki tað heilt
stóra at siga, tí við ringu útlit-
unum innan flogferðsluna valdi
hon at søkja inn til flogleiðsluna
í Keypmannahavn, har hon
starvaðist fylgjandi átta árini,
ein part av tíðini sum flogleiðara
assistentur.
- Men hetta hevði ongan
praktiskan týdning, tí tá eg helt
fram við flogskiparaútbúgvingini
mátti eg kortini taka teoriina
umaftur, fyri at hon skuldi vera
fult dagførd, sigur Anette Larsen.
Atlantic inn í
myndina
Hon fekk so sítt flúgvisertifikat í
mars 1990, og um summarið fekk
hon so starv í einum lítlum flog-
felagi, sum fleyg frakt og post um
náttina og ferðafólk um dagin.
- Nógvir ungir flogskiparar hava
flogið við hesum felagnum og
fingið royndir har, eisini nógvir av
teimum, sum eg flúgvi saman vi í
dag, sigur Anette Larsen.
Hon byrjaði sum free-lance flog-
skipari, men gjøgnum veturin fekk
hon fast starv og fleyg fyri hetta
lítla felagið í tvey og eitt hálvt ár.
- Aftan á hesa tíðina fekk eg
so starv í tí, sum tá kallaðist SAS
Commuter. Hetta vóru stuttir
flogtúrar, og vit flugu eitt slag av
flogførum, sum nevndust Fokker
50. Talan var um eitt systurfelag
innan SAS á jøvnum føti við SAS
Airlines, sigur Anette Larsen.
Har arbeiddi Anette so heilt
fram til SAS Commuter bleiv lagt
saman við SAS Airlines í 2005.
Hon helt tó fram innan økið, sum
fyrr hoyrdi undir SAS Commuter,
tað vil siga stuttir túrar við
flogførum, sum høvdu undir
eitthundrað setur.
- Tað er tað, sum er mítt
arbeiðsøki, sigur Anette Larsen.
Hon fleyg seinastu tíðina illa
lýdda Dash-8 flogfarið, sum fyri
tíð síðani var úti fyri nøkrum
óhappum sum síðani førdu til, at
øll flogførini av hesum slagnum
hjá SAS – nøkur og tjúgu flogfør
tilsamans – vórðu groundað.
- Tá so hesi flogfør vórðu sett
frá einum degi til annan, gjørdist
ein knappligur mangul upp á
flogfør at flúgva tær rutur, sum
Dash-8 flogførini høvdu flogið.
Tá er tað, at SAS fer út at kanna
hjá øðrum flogfeløgum, um tey
kunnu hjálpa til í støðuni, sum
er uppstaðin, og har var Atlantic
Airways eitt av teimum flogfeløg-
unum, sum kundi lyfta ein part av
uppgávuni, sigur Anette Larsen.
Hetta førdi so til, at Atlantic
Føroyaflúgving ein
verulig avbjóðing
Longu sum 16 ára gomul fann Anette Larsen út av, at hon skuldi
gerast flogskipari. Lagnan vildi, at hon nú í tíggju mánaðir hevur flogið
upp á Føroyar, og tað var ein avbjóðing, sum hon ikki kundi siga nei
til. – Á teimum flogvøllum, eg vanliga havi flogið til, hevur tú kanska
brúk fyri einum parti av tínari útbúgving. Við at flúgva upp á Føroyar
hevur tú brúk fyri øllum tí, tú hevur lært – í senn, sigur Anette Larsen
Leo Poulsen
blaðmaður
leo@sosialurin.fo
myndir: Álvur Haraldsen
Samrøða
Tað kann sjálvandi vera trupult at sameina starvið sum flogskipari við
familjulívið, men í mínum føri er tað eingin trupulleiki, tí eg eigi eingi børn.
Men eg kenni foreldur, har bæði eru úti og flúgva, samstundis sum tey hava
smá børn, og har kann eg hugsa mær, at tað er ógvuliga trupult at fáa alt at
sampakka, sigur Anette Larsen
Tá eg fekk møguleikan at flúgv
móttøku, eg havi fingið her í At