fríggjadagur 13. februar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 13. februar 2009
13
F
yri at siga sum er, so røra
fólk flest seg lítið og onki í
dag. Sita, tá vit fara til arbeiðis
og frá arbeiði, sita ella standa á
arbeiðsplássinum dagin langan,
og sita ella liggja heima við hús
um kvøldarnar. Hetta er ein
støða sum er versnað fyri hvørt
ár, og nú sæst at vit bøta við okk
ara heilsu av hesum livihátt
inum. Tí fara vit nú ígongd við
eitt víðfevnt átak um at fáa fólk
at røra seg meira. Tað kann
tykjast møtimikil uppgáva. Men
her er tann besti boðskapurin, at
bara við at røra okkum eitt lítið
sindur, so ger tað alstóran mun.
Skulu vit røkka hesum máli
num, at fáa fólk uppfrá, so skulu
nógvir ymiskir partar taka
saman hendur. Og tí hava vit
avrátt saman við ÍSF, at 2009
skal vera rørsluár – eitt ár har vit
varpa ljós á og fremja átøk fyri
øktum likamsvirkni, einum
lívsstíli har fysiskur aktivitetur,
rørsla og likamsvirkni av einum
hvørjum slag verður sett á dags
skránna. ÍSF er ein frálíkur
partnari til at røkka hesum máli,
tí ongin røkkur so langt út mill
um fólk sum ítróttarfeløgini, út
til børn og ung og tey eldru við,
eins og út um alt landið, um
bygd og bý. Eitt av ráðunum er
tí, at ítrótturin ikki bara verður
fyri tey bestu til at kappast, men
verður ein fjøldarítrótt, har enda
málið verður breitt og heilsu
fremjandi fyri allar borgarar.
Heilsa, trivnaður og vælvera
Góð heilsa er ikki bert frávera
av sjúku, men eisini likamlig,
sálarlig og sosial vælvera.
Soleiðis sigur heimsfelag
skapurin WHO í yvirlýsing. Tá
landsstýrið í 2004 setti sjøtul á
arbeiðið at orðað ein fólka
heilsupolitikk, var tað á nógvar
mátar við støði í hesum orðum.
Saman við serfrøðingum á
økinum smíðaðu vit eina fólka
heilsuætlan, sum við greiðum
málum miðaði eftir at styrkja
almennu heilsustøðuna hjá
føroyingum.
Ein fyritreyt fyri at fáa mál
rættað átøkini fólkaheilsuni at
frama, var at fáa til vega vitan
um heilsustøðuna hjá føroying
um. Fólkaheilsuætlanin hevði
tí tveir høvuðstættir:
Fáa vitan til vega um fólka
heilsustøðu føroyinga, og
Ítøkilig heilsufremjandi og
sjúkufyribyrgjandi tiltøk
Umfatandi fólkaheilsukann
ingarnar í 2006 og 2007 og
tær fyribyrgjandi heilsukanning
arnar í 2008 0g 2009, (MARK
kanningarnar), geva okkum
eina holla vitan, sum skal brúk
ast sum grundarlag fyri heilsu
politiskum avgerðum framyvir.
Fólkaheilsukanningar skulu
gerast við fáum ára millumbil
um, fyri at fáa ábendingar um,
hvørt støðan broytist og hvussu.
Skifta fokus frá royking til
rørslu
Tá ið vit sótu og gjørdu fólka
heilsuætlanina fyri 45 árum
síðani, gjørdist beinanvegin
greitt, at tað var neyðugt at rað
festa millum tey ymisku tiltøk
ini til frama fyri fólkaheilsuna.
Tí tað eru so ógviliga nógvir
vandatættir íð elva til fólka
sjúkurnar, og tað ber als til hjá
okkum at fara eftir øllum teim
ítøkiligu heilsufremjandi
átøkunum, sum krevjast – tað
hevði fevnt alt ov víða. Tí mugu
vit velja burturúr, tað sum vit
halda er tað týdningarmesta, og
brúka okkara fámentu orku
uppá besta máta.
Tveytrý tey seinastu árini
hevur stórt arbeiðið verið lagt í
at tryggja øllum borgarum
rættin til eitt roykfrítt um
hvørvi. Hóast vit ikki eru
komin á mál í hesum spurningi,
so bleiv eitt risafet tikið, tá
nýggja roykilógin varð samtykt
í 2008. Men nú er stundin
komin til at varpa ljós á ein
annan aðaltátt í fólkaheilsuni –
nevniliga rørslu.
Rørsla hevur alstóran týdning
fyri at fremja og varðveita góða
heilsu og fyribyrgja sjúkum,
sum standast av liviháttinum.
Haraftrat eru vísindaliga hald
góðar grundir fyri, at rørsla ikki
bara er við til at brenna kalor
iur, altso eisini yvirskotsorku,
sum m.a. hevur fiti og yvirvekt
við sær. Tað er próvfast, at
vøddarnir virka sum eitt organ,
at tá teir verða brúktir, gera teir
evni, sum stimbra likams og
heilavirkni, styrkja kropp og
sál. Rørsla fær fólk at kenna
seg væl. Rørsla virkar tí eisini
ímóti tunglyndi.
Onnur jalig hjáárin eru, at
rørsla virkar lækkandi uppá
blóðtrýstið og virkar verjandi
ímóti sukursjúku av slagnum
typa 2. Alt bendir tí á, at rørsla
er ein virkin heilivágur, sum
eigur at verða meira brúktur,
enn hann er í flestu framkomnu
samfeløgum í dag. Tey góðu
tíðindini eru, at eisini eitt sind
ur av rørslu hevur góða ávirkan.
Tað er ikki soleiðis, at bert
rørsla á elitustigi virkar heilsu
fremjandi. Sjálvt ein hálvur
tími av rørslu um dagin, t.d.
kviklig gongd hevur ein týði
ligan virknað. Verður so meira
gjørt av, er meira at vinna, men
skjótt flatar kurvan út.
Ikki nóg mikið at sita í sofuni
og hyggja at
Í heyst var eg á sera áhugaverd
ari altjóða ráðstevnu í Barcelona
um heilsupolitikk og ítrótt. Eitt
týdningarmikið umrøðuevni var
ítróttarfeløgini og teirra sam
felagsligi heilsupolitiski leiklut
ur. Ítróttarfeløgini í flestu lond
um hava fingið nógvan bein
leiðis ella óbeinleiðis stuðul frá
samfeløgunum til tess at gera
ítróttarhallir, venjingarvøllir
o.s.fr. Tað hevur tó altíð verið
ein aðaltáttur at kappast og at
gerast so góður til ítróttagrein
irnar, sum gjørligt. Hetta
fyribrigdi kenna vit eisini her
heima í Føroyum. Nógv børn og
ung eru virkin í ítróttarfeløgum
sum yngri, men so við og við, í
takt við at kappingin harðnar, so
detta fleiri og fleiri frá, og koma
ongantíð aftur í gongd við
skipaða rørslu. Tá fólk eru um
20 ár eru bert úrmælingarnir
eftir og onnur missa sambandið
við ítróttina sum aktiv. Ítrótturin
verður tá bert ein formur fyri
undirhald, sum vit sita í sofuni
og hyggja eftir.
Frá kappingarítrótt til
fjøldarítrótt
Europeisku ítróttarsambondini
vilja styrkja samfelagsliga støð
ið fyri ítróttina, við at grunda
hana í virkseminum fyri
almennu fólkaheilsuni. Fólka
heilsan er fyri tey nógvu og ikki
bara fyri elituna. Flestu fólk
røra seg so lítið í dag, at tey so
at siga als ikki røra seg. Tey
sita, tá tey flyta seg til arbeiðis
og frá arbeiði, tey sita á arbeiðs
plássinum, og tey sita heima
við hús um kvøldarnar. Tað eru
øll hesi fólkini, sum tað skal
gerast ein roynd til at aktivera.
Um ein skal røkka hesum bólki
er neyðugt at ítróttin skiftur
karakter frá at vera ein kapp
ingarítrótt til ein fjøldarítrótt.
Til tess er neyðugt at fáa
ítróttarfeløgini við. Ítróttar
feløgini eru skipaði og hava
atgongd til fasiliteturnar.
Afturfyri fáa feløgini enn fleiri
íðkarar, sum eisini er fólka
heilsuni at gagni. Núverandi
ÍSFforseti er stórur forsprákari
fyri, at ítróttarfeløgini breiðka
sín limaskara, og tað var júst
hann, sum í 2004 í sínum
táverandi leikluti sum ítróttar
ráðgevi, fekk hugskotið um eitt
rørsluár inn í fólkaheilsu
ætlanina.
2009 rørsluár – startskotið
verður ráðstevna í mars
Undirritaði og ÍSF hava gjørt
av, at 2009 skal vera Rørsluár í
Føroyum. Endamálið er at økja
um rørslu allastaðni í samfelag
num. Í gjøgnum árið verða
skipaði ymisk átøk, sum skulu
eggja fólki til at røra seg meira.
Til tess at fremja hesa ætlan
skulu nógvir partar ganga
saman, ikki bara frá heilsu
verkinum og ítróttarheiminum,
men eisini frá nógvum øðrum
almennum og privatum virkis
økjum, arbeiðsplássunum,
skúlunum, kommununum o.ø.
Sum startskot upp á Rørsluár
2009 verður skipað fyri ráð
stevnu tann 11. mars. Dagin
fyri Grækarismessu verður
Norðurlandahúsið karmur um
áhugaverda ráðstevnu har vit
bjóða eina bukett av føroyskum
og útlendskum fyrilesarum at
greiða frá um týdningin og
vinningin við at liva eitt meira
virkið lív. Avtala er gjørd við
tríggjar av mest virdu gransk
arunum á økinum, sum allir eru
norðurlendingar. Eins og við
umboð fyri føroyska ítróttar
heimin, arbeiðsplássini og
kommunurnar.
Hetta fara tit alt at frætta
nógv meira um í komandi
døgum. Men seti longu nú
merki við 11. Mars.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
2009 skal vera Rørsluár
eitt felags átak fyri almenningin, ítróttarheimin, arbeiðsplássini og kommunurnar
Tíðargreinin
tíðargreinin
Hans Pauli Strøm,
Landsstýrismaður í heilsumálum